hósdagur 22. mars 2018síða 50
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Vinnublaðið hjá miðlahúsinum
24
mars 2018
23
og Danair um luttøku í flogferðsl
uni úr Føroyum, og at málið um at
seta donsku flogferðslulógina í gildi í
Føroyum var útsett til skilagóð loysn
var funnin á konsessiónsspurningi
num aftaná 1. oktober 1985.
Um hetta mundi var tað felagið
Danair, sum tey trý donsku flogfel
øgini SAS, Maersk Air og Cimber
Air vóru partaeigarar í, og sum hevði
sum endamál at reka innanríkisrutu
flogferðslu í Danmark vegna DDL, ið
hevði einkarrætt til innanríkis rutu
flogferðsluna í Danmark, eisini mill
um Danmark og Føroyar.
Danair átti ikki sjálvt flogfør, men
hevði avtalur við SAS, Maersk Air og
Cimber Air um at flúgva sína vegna.
Maersk Air røkti rutuna millum Før
oyar og Danmark vegna Danair.
Við kunngerð nr. 336 frá 11. juni
1976 hevði danska stjórnin tikið av
gerð um, at einkarætturin hjá DDL at
reka innlendis ella altjóða rutuflog
ferðslu í/úr Føroyum skuldi halda
uppat 1. oktober 1985. Frá hesum
degi hevði eitt føroyskt flogfelag
rætt til at søkja um loyvi til at flúgva
rutuflogferðslu í Føroyum og/ella
millum Føroya og umheimin.
Landsstýrið
fekk seint á vári
1985 umsóknir frá tveimum
føroyskum feløgum um loyvi til at
flúgva rutuflogferðslu. Landsstýrið
samtykti 7. november 1985 at útseta
støðutakanina til tær báðar umsókn
irnar frá føroyskum feløgum um
loyvi til rutuflogferðslu til samráð
ingarnar við ríkisstýrið um flogmálið
vóru loknar.
5. september 1985 hevði Lasse
Klein, landsstýrismaður, fundir við
Ferðslumálaráðið og seinni um
dagin við Danair/Marsk Air. Við á
hesum fundum vóru Jógvan Sim
onsen og Eyðfinnur Jacobsen.
Endamálið
við
fundinum
við Ferðslumálaráðið var at fáa
kunnleika um á hvønn hátt, donsku
myndugleikarnir ætlaðu at viðgera
umsóknir frá føroyskum flogfelag
aftaná 1. oktober, meðan endamálið
við fundinum við Danair/Maersk Air
var at fáa greiðu á, um teir vóru sinn
aðir fyri einum samarbeiði við eitt
føroysk felag, og hvussu eitt slíkt
samstarv kundi hugsast at fara fram.
Flestu føroyingar mundu vera
samdir um, at neyðugt var
hjá
føroyingum
sjálvum
at hava ávirkan á, hvussu
flogferðslan kundi skipast millum
Føroyar og umheimin, tá hetta var
mett sum ein uppgáva, sum hevði
avgerandi týdning fyri tað føroyska
samfelagið nú og í framtíðini.
Ferðslumálaráðið greiddi frá, at
umsóknirnar fóru at verða sendar
landsstýrinum til ummælis, áðrenn
Ferðslumálaráðið gav tað formliga
loyvi.
Á fundinum við Danair/Maersk
Air segði stjórin fyri Danair, sum tá
var Gunnar Thietz, at hann vildi leggja
spurningin viðvíkjandi møguligum
samarbeiði við eitt føroyskt felag
fyri komandi nevndarfund, sum fór
at verða 18. september.
Stjórin fyri Maersk Air, sum tá
var Bjarne Hansen, segði, at føroy
arutan ikki kundi rekast við færri
enn tveimum Boeing 737-200 flog
førum, og at eitt nýtt felag tí kundi
rokna við at skula gera íløgur fyri
umleið 500 mió. kr. Hann skoytti
uppí, at varð stovnað eitt felags før
oyskt/danskt felag, sum fekk alla
konsessiónina, fór verandi konsess
iónshavari helst at krevja samsýning
fyri at lata rutuna frá sær.
Lasse Klein, landsstýrismaður,
metti hereftir, at stórar peningaligar
íløgur skuldu gerast, um føroyingar
sjálvir skuldu taka lut í flogferðsluni,
sum í øllum førum kom at draga
landskassan sera klárt inn í myndina.
Sambært bókini Vága Sam
ferðslusøga hevur Lasse Klein í
Útvarpinum greitt frá, at hann eftir
hetta legði eina frágreiðing fram á
landsstýrisfundi, har hann mælti til
ávísar mannagongdir at fara í holt
við flogmálið, men at einki kom
burturúr hesum fundi.
Lassi vísti á, at flogferðslan til
Føroya hesa tíðina var óstøðug, og
flogførini vóru ofta brúkt at flúgva
suður til Miðjarðarhavið í staðin
fyri at koma til Føroya. Stórt trýst lá
eisini á Landsstýrinum at góðkenna
príshækkingar, har avlopið á føroya
leiðini varð brúkt at gjalda hall á
donskum innanlandsleiðum.
Eg var sannførdur um, at skuldu
vit hava gott flogsamband, so var
neyðugt, at vit føroyingar høvdu all
an avgerðarrættin í okkara hondum.
Eisini hevði tað stóran týdning, at
vit kundu útbúgva okkara egna fólk
innan flogferðslu.
Lasse Klein heitti tí á Strand
faraskip Landsins at arbeiða við
spurninginum um, hvussu føroy
ingar skilabest kundu fáa avger
andi ávirkan á flogferðsluna millum
Føroyar og umheimin. Strandferðsl
an setti ein arbeiðsbólk, sum var
mannaður við Jógvani Simonsen,
sála, leiðara av tyrlutænastuni,
grannskoðaranum
Carl
Vilhelm
Weihe, sála og Eyðfinni Jacobsen,
advokati.
Jógvan Simonsen fór miðvíst í
holt við at kanna um og hvørjir møg
uleikar vóru í okkara grannalondum
at finna flogfeløg, sum høvdu før
leika og vilja til at taka upp samstarv
við føroyingar um hesa uppgávu.
Aftaná at Jógvan hevði havt
samband við fleiri flogfeløg í okkara
grannalondum, vísti tað seg, at Ingolf
L. Nielsen, sum var nevndarformaður
í danska flogfelagnum Cimber Air
við heimstaði í Sønderborg, hevði
hug at tosað nærri um samstarv við
føroyingar, hóast Cimber Air eisini
var partaeigari í Danair.
Jógvan mælti til at bólkurin fór