Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-03-22, síða 52
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 22. mars 2018síða 52

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Vinnublaðið hjá miðlahúsinum 24 mars 2018 23 vera eitt full­fíggjað grundarlag undir sam­starv­i­num. Næsti fundurin var 22. juli 1986 og aftur í Sønderborg, tá part­arnir undirritaðu uppskotið um parta­eig­ar­a­sáttmálan. Undirskriftin frá før­oyskari síðu var tó við fyrivarni um, at landsstýrið seinni góðkendi sátt­málan. Í partaeigarasáttmálanum var m. a. av­t­alað, at felagið skuldi stovnast og hava heimstað og sætið í Før­oy­ um. Føroyingar skuldu eiga 51% av partapeninginum. Viðvíkjandi rakst­ r­i­num varð avtalað ein fyribilsskipan, sum hevði við sær, at Cimber Air syrgdi fyri at felagið hevði neyðug flog­før og aðra flogútgerð tøka og bant seg til einsamalt at rinda møg­ u­ligt rakstrarhall. Í sáttmálanum vóru avtalað við­ ur­skifti viðvíkjandi leiðslu og starvs­ fólk­um annars, undir hesum tal av mann­ing­um og at Cimber Air bant seg til at út­búgva manning sambært serligari avtalu. Felagið skuldi tó sjálvt rinda fyri útbúgvingina. Endamálið við út­búgvi­ng­ar­av­tal­ uni var at tryggja føroyskari manning luttøku í altjóða flogferðslu á líka fóti við donsk flogfeløg. Í hesi avtalu var á­sett, at Cimber Air skuldi standa fyri at útbúgva og venja tað talið av manning og starvsfólki, sum var neyð­ugt fyri at felagið kundi virka ó­heft av øðrum. Útbúgvingin skuldi byrja so skjótt, sum felagið varð stovn­að. Í avtaluni var ásett, at útbúgvast skuldu 9 flogmenn, harav 5 fingu førl­eika at flúgva sum skiparar og 4 fingu førleika at flúgva sum stýri­menn. 2 skuldu útbúgvast til góðkendar flogmekanikarar og 6 flog­tænast­u­fólk. Endaliga var á­sett, at út­búgvast skuldu minst ein per­ són­ur til hvørt starv, sum var neyðugt fyri at kunna reka eitt nýmótans flog­fel­ag á tryggum grundarlag. Undir samráðingunum við Cimber Air vórðu eisini gjøgnumgingnar rakstr­ar­ætlanir, sum bygdu á eina ferða­ætlan við einum túri um dagin í vetrar­hálvuni og við tveimum túrum um dag­in í summarhálvuni. Tað var tí ein fegin arbeiðsbólkur, sum saman við stjóranum á Strand­ far­a­skipum Landsins í byrj­anini av august mánað 1986 kunn­aði landsstýrismannin um av­talu­upp­ skot­ið við Cimber Air við áheitan á lands­stýrið um at taka støðu til ætl­ anina. Cimber Air varð stovnað í 1950 av Ingolf L. Nielsen og var tað hann, saman við konu og børnum, sum átti felagið. Cimber var ein av parta­eigar­ u­num í Danair við 5%. Felagið hevði 10 flogfør í rakstri og hevði eisini á­byrgd­ina av raktrinum av Sønderborg floghavn. Cimber Air veitti eisini flogtekniskar tænastur til onn­ur flogfeløg og rak harumframt ferð­a­skrivstovu. 10. desember 1986 setti Svend Aage Ellefsen, løgtingsmaður fram fyr­i­spurn­ing til Lassa Klein, lands­ stýr­is­mann viðvíkjandi ætlanum lands­stýr­is­ins í millumlanda flúgving og nær hesar ætlanir verða settar í verk? Hann hevði hesar viðmerkingar: “Gjøgnum seinasta valskeið hevði Páll Vang, landsstýrismaður, sam­ráð­ingar við donsku ríkis­mynd­ ug­leik­ar­nar og avvarðandi stovn­ar um føroyska luttøku í mill­um­land­a­ flúgv­ing­ini. Eftir landsstýrisskiftið hildu hes­ ar sam­ráð­ingar fram, og Lasse Klein, lands­stýr­is­maður boðaði fyri meira enn einum ári síðani frá, at einki sýnt­ist vera til hindurs fyri, at før­ oy­ingar heilt ella partvíst tóku yvir flúgv­ing­ina millum Føroyar og Køb­ en­havn. Sum kunnugt gekk eink­ar­rætt­ urin hjá Danair (SAS) út á heysti 1985. Flog­rutan millum Føroyar og Dan­mark man vera ein tann best løn­andi í heiminum, og tað má tykj­ ast sjálvsagt, at føroyingar í mest møg­u­lig­an mun reka hana sjálvir, so á­góðin fellur har, hann skal – ­nevn­i­ liga føroyska samfelagnum tilgóðar. Flestu ferðandi munnu vera samd um, at Danair ikki í nóg góðan mun hevur bøtt um tænastustøðið á rut­uni, nú teir hava havt hana í hond­ um so leingi. Talið av fráferðum hevði fyri tað fyrsta verið nógv størri, helst tvey flog­før til og úr Keypmannahavn dagliga, eins og tað átti at verið flog­ ið til Skotlands/Onglands og Noreg. Regluligur farmaflutningur loft­ veg­is í størri mun átti eisini fyri langt síð­an at verið fyriskipaður. Alt í alt er niðurstøðan, at menn­ ingin av rutuni ikki gongur nóg skjótt, so leingi vit føroyingar ikki sjálv­ir eru uppií. Sum nevnt omanfyri er longu langt síðani, at sagt varð, at okkum stóð­st í boði at koma uppí, tó uttan at tað enn fyriliggur nakað ítøkiligt frá lands­stýr­is­ins síðu í so máta. Vit løgdu frá Fólkaflokkinum upp­skot fyri løgtingið í seinastu ting­ setu til loysn av málinum, men upp­ skotið var felt. Undirritaði heldur ikki, at tíðin bara skal ganga, uttan at framstig verða gjørd, og loyvi eg mær tí at seta lands­stýr­is­manninum fyr­is­ purn­ing­in.” 17. desember 1986 svaraði Lasse Klein, landsstýrismaður, fyri­spurn­ ing­i­num soleiðis: “Í sambandi við at Føroyar tann 1. ok­tober 1985 fingu rætt til at flúgva millum Føroyar og Danmark, hev­ur verið arbeitt við ymiskum møg­u­leik­ um fyri at fáa flúgving í lag. Tað hevur víst seg at vera ó­gvu­ liga torført at byrja nakra flúgving utt­ an stórar kapitalíløgur. Ein enn størri meinbogi er tó, at okkum før­oy­ing­ um vantar manning innan at kalla øll øki innan loftferðslu. Útbúgving av tí­lík­ari manning fer at taka ár og er har­til sera kostnaðarmikil. Und­irritaði metur, at funnið er fram til ein sera lagaligan máta at fáa í lag loft­ferðslu í føroyskum karmi. Ein arbeiðsbólkur hevur gjørt fyribils avtalu við eitt útlendskt flog­ fel­ag um at stovna eitt føroyskt flog­fel­ag at røkja loftferðslu frá og til Før­oya. Tilskilast skal, at bindandi av­talur eru treytaðar av góðkenning lands­stýrisins. Orsøkin til, at ikki meira verður upp­lýst um felagið, sum fyribils av­ tala er gjørd við, er tann, at lands­stýr­ ið enn ikki hevur viðgjørt málið, men so mikið kann leggjast afturat, at tal­ an er um eitt altjóða flogfelag, sum eig­ur og rekur fleiri flogfør. Um skjalatilfarið, sum avtala er gjørd um, skal í høvuðsheitum sig­ ast: Av uppskotunum til stovn­ing­ar­ sam­tykt og viðtøkur sæst, at fel­ag­ ið verð­ur stovnað við einum parta­ pen­ing­i upp á 1 mió. kr. Landsstýrið og/ella før­oyskt felag hevur 51% av part­a­pen­ing­i­num, meðan út­lendska felagið hevur 49% av part­a­pen­ing­i­ num. Ásannandi, at vit eru ikki enn ment­ir at reka flogferðslu einsa­ mallir, er gjørdur ein 5 ára part­a­eig­ a­ra­sátt­máli og útbúgvingaravtala við út­lendska flogfelagið um ávís við­ur­skifti. Í sáttmálunum er m. a. ásett, at fel­ag­ið skal flúgva eftir føroyskari kons­e­ssión, sum landsstýrið góð­ kennir. Viðvíkjandi rakstrinum er ásett sum fyri­bilsskipan, at útlendska flog­fel­agið útvegar neyðug flogfør og – sum eitt tað týdningarmesta – at út­lendska flogfelagið einsamalt á­byrg­ist fyri møguligum rakstrarhalli. Viðvíkjandi starvsfólki er ásett, at út­lendska flogfelagið bindur seg til at út­búgva umleið 20 fólk, talan er um flog­skip­arar, mekanikarar, flogternur, fyri­s­iting og onnur neyðug starvsfólk í ein­um vælvirkandi flogfelag. Fel­ag­ið skal rinda allar útreiðslur til út­búgv­ing­ ar­nar. Í kalkulatiónsskjali er sett upp ná­ grei­n­i­lig fíggjarlig rakstrarætlan, og í ferð­a­ætl­anini er­ ásett, at ferðslan skal ganga út frá Føroyum. Ætlanin er at flúgva tveir túrar um dagin. Tey skjøl, sum landsstýrið skal taka støðu til eru hesi: 1) stovningarsamtykt, 2) viðtøkur, 3) partaeigarasáttmáli, 4) út­búgv­ ing­ar­avtala, 5) kalkulatiónir, 6) ferðaætlan. Treytað av, at landsstýrið góð­tek­ ur hesa ætlan í bræði, kann byrjast at flúgva við føroyskum flogfari millum Vág­ar og Keypmannahavn á sumri 1987.” Lítil ivi er um, at ein stórur partur av Før­oya fólki kundi taka undir við við­merk­in­gunum hjá Svend Aage Ell­ef­sen um, at menningin av rutuni ikki gekk nóg skjótt, so leingi vit før­ oy­ing­ar ikki sjálvir eru uppií og at Dan­air ikki í nóg stóran mun hevði bøtt um tæn­astustøði á rutuni, nú teir høvdu havt hana í hondum so leingi. Tað vakti tí stóran almennan ans, tá Lasse Klein, landsstýrismaður, svar­aði fyrispurninginum hjá Svend Aage Ellefsen, tí onki hevði verið frammi um hesa samstarvsætlan við út­lendska felagið, sum seinni vísti seg at vera Cimber Air. Vága Samferðslusøga skrivar, at Lasse Klein í Útvarpinum segði, at tá av­tal­an varð avdúkað, vóru øll ov­ farin, bæði tingfólk og fjølmiðlar. Eg skuldi standa skúlarætt, hví eg hevði gjørt eina avtalu uttan um Lands­ stýr­ið og Løgtingið, men eg hevði tryggj­að mær, at avtalan var treytað av góð­kenn­ing Landsstýrisins. Øll skjøl vóru púra klár at und­ ir­skriva, og klárt var at fara undir at flúgva longu um summarið í 1987, men so lætt skuldi tað ikki ganga. Tíð­ina eftir avdúkingina brúkti eg at sann­føra Landsstýrið, og ikki minst Atla Dam, løgmann, og tað eydn­að­ ist. Eirikur Lindenskov Eyðfinnur Jacobsen starvaðist sum fulltrúði í landsstýrinum, tá lunnar vórðu lagdir undir før­ oyska flogfelagið Atlantsflog. Umframt at vera løg­frøð­ing­ ur og ad­vo­kat­ur, so er sørv­ing­ ur­in Eyð­finn­ur Jacobsen eisini út­búgvin flúgv­i­leiðari og hevur starv­ast á flog­vøll­i í fleiri ár, og hevur tí gott innlit í flúgvin og føroysku flogsøguna. Hann var fyrsti nevnd­ar­for­ mað­ur í Atlantsflog frá 1987 til 2001. Hann var aftur í nevndini eitt skifti 2008-2009, tá hann var næst­for­maður í nevndini. Vit prenta í dag fyrra part av hugleiðingum hans­ara í sambandi við, at tað mána­dag­ in eru 30 ár síðani Atlantsflog fór á flog. Seinni partur verður prentaður í mikudagsblaðnum í næstu viku – á sjálvum føð­ ing­ar­deg­num. Eyðfinnur fyrireikaði stovnan av At­ lants­flog