týsdagur 17. apríl 2018síða 2
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 18. apríl 2017 · Nr. 44
MIKUDAGSBLAÐIÐ
Oddagrein
Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov
Skulu vit hava føroyingar á Fólka
tingi, so skulu teir hava okkurt at
gera.
Soleiðis tykist tað mangan, tá
hugsað verður um valið av stríð
um, sum verða tikin upp av føroy
ingum á Christiansborg.
Seinastu tíðina hevur tjóðveldis
stríðst fyri føroyskum sjálvsav
gerðarrætti.
– Danski staturin metir seg ikki
hava givið føroyingum nakað ann
að lyfti enn nakrar leysar útsagnir
frá komandi og farandi forsæt
isráðharrum. Og skuldu Føroyar
gjørt av at skipað seg sum full
veldi, skal fólkatingið viðgera og
góðkenna ynskið úr Føroyum.
Soleiðis sigur Magni Arge, fólk
atingsmaður, í grein í blaðnum
í dag. Hann hevur spurt Andres
Samuelsen,
uttanríkisráðharra,
hvat hann heldur um føroyskan
sjálvsavgerðarrætt.
Hin fólkatingsmaðurin, Sjúrður
Skaale sigur, at tað er eingin
áhugi í Føroyum fyri at loysa frá
Danmark, og at tað er donsk væl
vild, sum kann geva okkum loysing
og ikki altjóða rættur.
Well. Man kann velja sær síni
stríð. Hyggja vit eftir samanset
ingini í Løgtinginum í dag, so
hava flokkarnir, sum í síni stevnu
siga seg vera fyri loysing, stóran
meiriluta.
»Loysingarflokkar
nir«, Tjóðveldi, Fólkaflokkurin,
Sjálvstýri og Miðflokkurin hava 19
tingfólk, meðan sambandsflokkar
nir Sambandsflokkurin og Javnað
arflokkurin bara hava 14. Tað gevur
58 prosent til loysingarveingin og
42 til sambandsveingin, sum vit
seta tað so hvast upp.
Men tað kunnu vit valla. Eitt
er, at Javnaðarflokkurin neyvan
metir seg so sambandskan, sum
Sambandsflokkurin. Hinvegin so
vilja loysingarflokkarnir neyvan
hava loysing. Tí um so var, so var
bara at loysa.
Trupulleikin er helst tann, at so
mugu vit sjálvi rinda loysingina.
Tí er hetta ikki annað enn ein
glantrileikur, sum gongur fyri seg
á Christiansborg. Akademikaras
nakk, sum púra ongan týdning
hevur fyri nakað sum helst, og sum
slett einki hevur við møguleikan
fyri føroyskari loysing at gera.
Hetta vita øll tingfólk fullvæl.
Tí eru tey so kúrr um loysing
ina. Fullveldissamgongan er helst
skrekkurin. Hon vísti, at konfront
atiónspolitikkurin ikki gav nakað
sum helst.
Vit eru øll góð við landið og vilja
øll verða sjálvbjargin. Men latið
okkum halda fokus upp á at skipa
samfelagið so skynsamt og skil
gott, so her er gott hjá okkum øll
um at vera – heldur enn at stríðast
eitt utopiskt stríð, sum eingin okk
ara meinar í álvara kortini.
Eingin meinar akademiska
snakkið um loysing í álvara
MUGU VELJA OKKARA STRÍÐ
Eyðun
Joensen
75 ár
NØVN SÍÐA 11
Einki
lyfti frá
Danmark
MAGNI ARGE
KJAK SÍÐA 10
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Mikudagsblaðið verður borið ókeypis til hvørt húsarhald í Føroyum!
Rani Klein Olsen
Starvsnæmingur
Í hesum døgum eru næming
ar úr Nám X í Eysturskúla
num, í starvslæru ymsastaðni
í Føroyum. Tveir av teimum
hava svarað nøkrum spurn
ingum um hvussu tað er at
vera í starvslæru.
Tann fyrri eitur Hjarnar
Kollslíð og hann er í starvs
læru í FK í miðbýnum.
Hevði tú kunnað hugsað
tær at arbeitt fast í FK?
– Ja, tað var ein orsøk til
at eg valdi tað. Eg hugsaði
nevnliga, at tað kundi verið
ein møguleiki at sleppa at ar
beiða her fast eftir skúlatíð.
Hvussu dámar tær at vera
her?
Mær dámar væl at arbeiða
í einum handli. Stuttligt at
samskifta við fólkini sum
man kennir. So tað haldi eg
vera eitt spennandi arbeiði.
Hvat er tað stuttligasta, tú
hevur verið uppliva higartil?
– Uha, tað stuttligasta eg
havi roynt. Tað man nokk
vera tá eg fór biltúr við sjaf
førinum í FK.
Tann seinni starvsnæmingur
in eitur Heðin Mortensen, og
hann er í starvslæru í Betri.
Hví valdi tú hetta plássið?
– Eg valdi Betri tí at her
eru so nógv ymisk størv. Her
er alt frá bankafólki til húsa
vørðar til kokkar.
Hvussu dámar tær at vera
her?
– Her er nógv at gera. Tað
er ongantíð tað sama aftur
og aftur. Tað er okkurt nýtt
hvønn einasta dag, og tað
haldi eg vera sera spennandi.
Hvat er tað besta ella mest
serliga tú hevur gjørt higar
til?
– Eg skuldi skriva mína
meining um Betri Ung á
heimasíðuna og Facebook
síðuna hjá teimum. Síðani
skuldi eg so leggja tað fram
fyri teimum sum arbeiða har.
Eisini slapp eg at arbeiða við
heimasíðuni hjá teimum.
Hevur tú altíð havt áhuga
fyri hesum her?
– Ikki altíð, men nú eftir
starvslæruna, byrji eg at
hugsa um tað.
Kundi tú hugsað tær at ar
beitt við hesum tá tú verður
eldri?
– Ja, tað er góður møgu
leiki fyri tí. Betri er so fjøl
broytt, so tað hevði heilt vist
verið áhugavert.
Nám X næmingar í starvslæru
Elin Brimheim
Heinesen fyri
støðufólk á Ljóð
bókatænastuni
Tann 16. apríl byrjaði Elin
Brimheim Heinesen í starvi
sum fyristøðufólk á Ljóð
bókatænastuni hjá Lands
bókasavninum.
Uppgávurnar hjá Ljóð
bókatænastuni eru at útvega
ljóðbøkur o.a. tilfar til teirra,
sum av eini ella aðrari orsøk
ikki fáa lisið ella á annan hátt
fáa ognað sær vanligan prent
aðan tekst. Somuleiðis skal
ljóðbókatænastan skipa fyri,
at tilfar av nevnda slagi verð
ur atgeingiligt hjá brúkaru
num á bókasøvnum landsins.
Virksemið hjá Ljóðbóka
tænastuni verður lagt til
rættis saman við Ljóðbóka
nevndini, sum er mannað
við umboðum fyri Lands
bókasavnið,
Sjóndepilin,
Nám, Býarbókasavnið, Før
oya Blindafelag, Meginfelag
teirra Brekaðu og Felagið fyri
lesi- og skriviveik og orðblind
afelagið
Elin Brimheim Heinesen er
fødd 25. juni 1958 í Tórshavn.
Hon er cand.mag. í fagurfrøði
og mentan við hjágrein í
føroyskum máli og bókment
um.
Harumframt hevur hon
útbúgving sum filmshand
ritahøvundur frá Den Danske
Filmskole og í vinnubúskapi
frá
Copenhagen
Business
School.
Elin hevur arbeitt bæði í
Danmark og í Føroyum við
miðling, samskifti, marknað
arføring og fyriskipan í mong
ár og hevur drúgvar royndir
við bæði prentaðum miðlum,
loftmiðlum og netmiðlum
sum
journalistur,
ritstjóri
og útgevari, umframt at hon
hevur verið virkin innan tón
leik og aðra mentan.
Elin skal leiða
Ljóðbókatænastuna
Hjarnar Kollslíð er í starvsvenjing í Keypsamtøkuni í Havn
Tórshavn Tórsgøta 1, 100 Tórshavn
tel. 341800, post@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja
tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá.
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Uppseting: Sosialurin
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
Ábyrgdarblaðstjóri:
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Blaðstjóri:
Barbara Holm
barbara@sosialurin.fo
Fyritaksstjóri
Jonhard Hammer
jonhard@sosialurin.fo
Marknaðardeild
lysing@sosialurin.fo
Stovnaður: 1927
Prent: Prentmiðstøðin
Heðin Mortensen er í
starvenjing hjá Betri