Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-04-17, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 17. apríl 2018síða 4

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 18. apríl 2017 · Nr. 44 4 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 TÍÐINDI Sjálvt um flog­ skip­ar­ar hjá At­ lants­flog fer í verk­fall, so steðg­ar ikki øll flúgv­ing til og úr Før­oyum. Tí flog­ skip­ar­a­verk­fall­ið rak­ar ikki SAS Eirikur Lindenskov Hóast flogskiparar hjá At­ lants­flog í verkfalli leggja flogferðsluna hjá tjóð­ar­flog­ fel­ag­num lamna, so verður kor­t­ini flúgving til og úr Før­ oyum hvønn dag. SAS, sum byrjaði at flúgva til Føroya fyri góðum ári síðani, hevur ikki flogið hvønn dag í vetur. Men nú summ­arferðaætlanin er byrj­að, er tann støðan broytt. Mariam Skovfoged, fjøl­ miðla­tals­kvinna hjá skandi­ nav­iska flogfelagnum vil ikki siga, um SAS fer at økja um flog­ferðsl­una, skuldi tað hent, at flogførini hjá At­ lants­flog ikki fara at flúgva í eini verk­falsstøðu. – Vit eru júst farin at flúgva oftari til Føroyar. Frá at hava flogið fimm ferðir um vik­una flúgva vit nú hvønn dag eina ferð um dagin. Og vit rokna við at halda fram so­leiðis, sigur hon. Tað var mánakvøldið, at sem­ings­royndin millum Før­oya Ar­beiðsgevarafelag og Flog­skip­ar­a­rfelag Føroya slitn­aði, tá Flogskipararfelag Før­oy­ar vrakaði sem­ings­ upp­skot­ið, um Terji Sigurðs­ son, semingsmaður, legði fyri part­ar­nar. Terji Sigurðsson endaði tá sem­ings­royndina. – Hetta varð gjørt eftir, at Flogskiparafelag Føroya vrak­aði semingsuppskotið, sum varð lagt fyri partarnar sunnu­kvøldið. Føroya Ar­ beiðs­gevarafelag góðtók upp­skot­ið, skrivar Føroya A­r­ beiðs­gev­ara­felag í fráboðan til miðl­ar­nar. Sáttmálin partanna mill­ um gongur út týsdagin á mid­nátt. Eftir hetta kunnu partarnir seta ar­beiðs­steðg í verk við 14 daga frá­boð­an­ ar­freist. Ein møguligur ar­beiðs­ steðg­ur kann sostatt ikki byrja fyrrenn mikudagin 2. mai 2018. Ger SAS einki annað, so verð­ur flogið einaferð um dag­in millum Føroyar og Dan­mark, so leingi eitt møgu­ligt verkfall rakar At­ lants­flog. SAS flýgur nú hvønn dag Magni Arge, fólka­tings­lim­ u­r, heldur hetta hev­ur av­ger­ andi týdn­ing fyri Før­oya støðu – Jó­ann­es Eid­es­ gaard sær onki nýtt í hesum Árni Gregersen Í 11 ár hava føroyingar livað í tí trúgv, at Danmark hevur boðað ST frá, at føroyingar hava sjálvsavgerðarrætt til at taka loysing. Føroyskir politikarar hava hild­ið, at hendan fráboðanin fór til ST fyri 11 árum síðani, men nú er komið undan kavi, at so­leiðis er tað ikki. Danir hava sent eina allýsing til mann­a­rætt­ind­ ar­nevnd­ina hja ST, men siga onganstaðni, at Før­oy­ar hava ein staðfestan sjálvs­av­ gerð­ar­rætt. Eitt undirskjal er kort­ini heft við fráboðanini, har føroyskir myndugleikar stað­festa, at vit halda vit hava sjálvs­av­gerð­ar­rætt­in til at taka loysing. – Tað kann gott vera, at hetta hongur soleiðis sam­an, sum danski uttan­rík­is­ráð­ harr­in sig­ur, sigur Jóannes Eid­es­gaard, fyrrverani løg­ mað­ur. – Men eg haldi ikki, at hetta broytir nakað, tí høvdu dan­ir ikki vilja sagt hetta, so høvdu teir væl heldur ikki sent skrivið frá føroysku mynd­ug­leikunum við til ST. So høvdu teir tagt tað burtur, sig­ur Jóannes Ejdesgaard. – Í veruleikanum haldi eg, at talan er um eina te­o­ret­ iska, akademiska diskussión, sum als ikki flytir nakað, legg­ur han afturat. Álvarsmál Málið kom upp, tá ið Magni Arge, fólka­tings­lim­ur, fór und­ir at seta danska utt­an­ rík­is­ráð­harr­a­num, Anders Sam­uel­sen, nakr­ar spurn­ ing­ar um hesi við­ur­skift­ini. Í fyrstu svarunum kom onki serligt fram, men í tí sein­asta svarinum ásannar danski uttanríkisráðaharrin, at Danmark ikki hevur boð­ að ST frá, at Føroyar hava sjálvsavgerðarrætt í sam­ band við møguliga loysing. – Eg haldi, tað er løgið, at tað tók heili 11 ár at fáa at vita, at vit ikki hava hendan sjálvs­av­gerð­ar­ættin, sigur Msagni Arge. Hann vísir á, at við­ur­ kenn­ing­in frá Danmark og ein donsk fráboðan til ST og altjóða samfelagið hevði sett nakrar heilt aðrar karm­ar upp fyri støðuni hjá.Før­oy­ um. – ST og altjóða samfelagið veit, hvussu tey skulu fyr­i­ halda seg til eina møguliga før­oyska loysing, vita tey, at Danmark í hesum før­um, góðtekur at tað eru før­oy­ing­ ar sum sjálvir taka støðu til um vit eru í danska ríkinum ella vit velja at standa á egn­ um beinum, sigur Magni Arge. Hann leggur afturat, at sjálvt um støðan kanska er so nú, at Danmark ikki høvdu lagt fótonglar fyri møg­u­ligari føroyskari loys­ ing, so kann alt broytast knapp­liga. – Neyvan hevði nakar vænt­að ein støðu, sum hana vit kenna í dag í Katalonia. Nú sita summir politiskir leiðarar í fongsli, meðan aðr­ ir liva í útlegd, tí spanska stjórn­in ikki góðtekur, at land­ið vil hava meira sjálv­ stýri, sigur Magni Arge. Hann vísir eisini á, at av tí at spanska stjórnin ikki hevur givið katalanum sjálvs­av­gerð­ar­rættin, so ber illa til hjá øðrum londum – og als ikki londum í ES – at góð­taka, at Katalonia lýsir seg sjálvstøðugt. – Tí er tað avgerandi fyri okkum at fáa hesi við­ur­ skift­ini í rættlag í friðartíð. Vit vita ikki, hvat hendir um fýra-átta ella 12 ár, sigur Magni Arge. Jóannes Eidesgaard hin­ ve­g­in heldur ikki, at nakað nýtt er í tí, sum danski utt­an­ rík­is­ráð­harr­in hevur svarað. – Eg haldi ikki at hetta broytir nakað upp á støð­una. Vit hava orðini frá fleiri donsk­um forsætisráðharrum um, at vilja føroyingar hava sjálv­ stýri, so fer Danmark ikki at forða fyri tí. Tað trúgvi eg upp­á, tí danska stjórnin og danska politiska skipanin tol­ir ikki, at Danmark ger nak­að annað, sigur Jóannes Eid­es­gaard. SJÁLVSAVGERÐARRÆTTURIN IKKI FRÁBOÐAÐURRÆTTURIN ST Føroyskir politikarar hava hild­ið, at fráboðanin um sjálvsavgerðarrættin fór til ST fyri 11 árum síðani, men nú er komið undan kavi, at so­leiðis er tað ikki 2. mai kann øll flogferðsla hjá Atlantsflog leggjast lamain av hóttandi flogskiparaverkfalli