Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-04-17, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 17. apríl 2018síða 6

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 18. apríl 2018 · Nr. 43 6 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 FISKIVINNA Bátar á Eiði fingu 350 tons av útróðrarfiski Fleiri av útróðrarbátunum, sum hava ligið á Eiði nú í vártíðini, eru farnir av bygdini aftur, og menn lata sum heild rímiliga væl at snelluveiðini í vertíðini Vilmund Jacobsen Umframt bátar, sum eru heima­ hoyr­andi á Eiði, hava eisini menn úr øðrum bygdum havt bátarnar liggjandi á Eiði í vártíðini. Millum aðrar hava eitt nú verið einir fýra ella fimm bátar úr Suð­ur­ oy, umframt bátar úr øðrum økjum í landinum. Men, tað er ikki bara á Eiði, at menn leggja sínar bátar í vártíðini, klár­ir at leypa í oljuklæðini, tá lík­ ind­ini eru. Snellubátar hava eisini ligið eitt nú í Leirvík og Klaksvík, og okkurt kvøldið løgdu einir 8-10 bátar veiðina upp í Leirvík. Vanligt var eisini, at bátar lógu í Haldarsvík, Funningsfirði og Oynd­ arfirði - fyri at nevna nakrar av útróðrarbygdunum í vártíðini. Veður og veiða Menn vóru spentir at fara á Norð­ havið við snellu í vertíðini í ár, nú útlitini til fiskiskap hava verið batnandi í eina tíð. Árið í fjør royndist hampiliga væl, og menn vónaðu, at vártíðin hesaferð kanska fór at roynast enn betur. Johan K. Joensen hjá Hans Egili Joensen & Synum á Eiði, sum í fleiri ár hava landað bátarnar, heldur, at menn sum heild eru væl nøgdir við vártíðina í ár. - Hetta eru smáir bátar, og tí er neyðugt, at veðrið er til vildar, tá lagt verður út á hav. Teir fyrstu bátarnir fingu nakrar dagar longu í februar, men í fyrru hálvu av mars vigraði illa. Síðan royndist veðrið hampiliga væl til páskar. Hann vísir á, at nú so langt er útliðið, og vertíðin kann sigast at vera liðug, eru fleiri bátar farnir heimaftur. Enn er kortini onkur bátur eftir, sum hevur ligið á Eiði í vártíðini, og enn gera menn onkrar túrar. - Síðan fiskurin minkaði, og onkrir bátar kortini hava loyst, hava menn ligið millum 500 og 1200 pund um dagin, og nú sunnudagin høvdu tveir bátar 1800 pund hvør, sum er ein rímiliga góður dagur, sigur Johan K. Joensen. 350 tons tilsamans Í vertíðini í ár hava kranabilar hjá Hans Egili Joensen & Synum landað umleið 350 tons av útróðrarfiski á Eiði. - Eg vil meta, at menninir, sum hava roynst drúgvastir, hava fingið einar 8-10 dagar í hvørjum mánaði ella kanska einar 20 snelludagar til­ samans í vártíðini í ár. Johan K. Joensen sigur, at bestu bátarnir helst hava ligið um eini 15 tons hvør, og hóast hetta ikki ljóðar av so ógvuliga nógvum, er talan kortini um eitt hampiligt veiðivirði. Bestu snelludagarnar hevur onk­ur bátur upp í eini 4.000 pund, tá tað hevur vignast best. - Jú, eg haldi, at menn sum heild hava latið rímiliga væl at fiskiskapi í vertíðini í ár, sigur hann. Hampiligt veiðivirði Sosialurin kann leggja aftrat, at prísurin á toski hevur verið á einari leið í vár, og siga vit, at snellumenn, tá sølan hevur roynst best, hava fingið einar 10 krónur fyri pundið, geva 15 tons av fiski 300.000 krónur í avreiðingarvirði. Tað eru smáir bátar, sum fiska við snellu norðan fyri. Hetta er ring árstíð, og tí er einki at gera, um tað ikki viðrar. Nakrir dagar hava verið góðir, og tá hava menn eisini fingið væl av fiski Nú er snellutíðin á Norðhavinum um at vera liðug á hesum sinni. Og tó. Sunnudagin fingu tveir bátar 1800 pund hvør