týsdagur 17. apríl 2018síða 8
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 18. apríl 2018 · Nr. 43
8
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Umráðandi at kanna húð
fyri móðurmerkjakrabba
Hvørja viku doyggja fimm danir av móðurmerkjakrabba, harav tríggir eru menn. Hetta hendir, tó at tað eru fleiri
kvinnur enn menn, sum verða rakt av sjúkuni. Ein av orsøkunum til, at fleiri menn enn kvinnur doyggja, er, at
menn í størri mun enn kvinnur gloyma at kanna húðina fyri móðurmerkjakrabba
Vilmund Jacobsen
Móðurmerkjakrabbi er álvarslig
sjúka, men jú fyrr sjúkan verð
ur staðfest, tess størri eru møgu
leikarnir fyri lekidómi. Tí er tað
ógvuliga týdningarmikið, at húðin
verður kannað regluliga.
Ein kanning hjá Kræftens Be
kæmpelse og TrygFondens Sol
kampagne vísir, at bert fýra av 10
donskum monnum kanna húðina
hvørt hálvár ella oftari fyri tekin
um móðurmerkjakrabba. Millum
kvinnur er talið 54 prosent.
At menn ikki eru líka raskir sum
kvinnur at lata seg kanna, merkir,
at teir ofta koma seinni til lækna og
tískil ikki vita um sjúkuna, fyrr enn
hon er vorðin meira útliðin.
Danir hava tí sett eitt átak í verk
fyri at fáa fólk - og serliga menn - at
ansa betri eftir at halda eyguni við
móðurmerkjum, sum kunnu vekja
illgruna.
Tað eru Kræftens Bekæmpelse,
TrygFonden og Dansk Dermato
logisk Selskab, ið standa saman
um átakið.
- Vit vilja eggja øllum, bæði
monnum og kvinnum at kanna
húðina regluliga. Hetta er hvørki
trupult ella tíðarkrevjandi, og tað
er ógvuliga týdningarmikið, at
vit minna hvønn annan á at fáa
hetta gjørt, sigur Peter Dalum,
verkætlanarleiðari hjá Kræftens
Bekæmpelse og TrygFondens Sol
kampagne.
Eins og bilurin skal til regluligt
sýn, eigur tú eisini at syrgja fyri, at
hugt verður at húðini av og á.
Hjálpast at
Átakið um at kanna seg fyri møgu
ligan móðurmerkjakrabba, hevur á
síni heimasíðu – www.tjekdinhud.
nu - nøkur góð ráð um, hvussu
húðin verður kannað, og hvørjum
tú skal hyggja eftir.
Eisini er ein videoupptøka at
finna á heimasíðuni, sum stig fyri
stig vísir, hvussu øll húðin á kropp
inum verður kannað.
Ein leiðvísari er, har tú sært,
hvørjum tú skalt hyggja eftir, og
her sæst eisini, at mytur um, at hár
vøkstur í móðurmerkjum er vanda
mikil, verða avlívaðar.
Sambært
professaranum
og
formanninum í Dansk Dermato
logisk Selskab, Lone Skov, er tað
lættari at finna fram til broytingar
í húðini, um tú kennur tína húð og
tíni móðurmerki væl, og tað gert tú,
um tú kannar húðina regluliga.
- Tað kann vera ein fyrimunur at
fáa ein vin ella felaga at hjálpa tær
við eitt nú at kanna hárbotnin, tí
móðurmerki kunnu sita allastaðni
á kroppinum.
Lone Skov leggur upp til, at fólk
søkja sær lækna, um tey koma eftir
illgrunasomum
broytingum,
tá
húðin verður kannað. Talan kann
eitt nú vera, at móðurmerki broyta
skap, lit ella stødd.
Um kanningina
Tølini fyri, hvussu nógvir dan
ir kanna sína húð, koma úr frá
greiðingini “Danskernes solvaner i
sommerferien 2016”.
Í kanningini verða sólvanar
lýstir millum 5.030 danir í aldrinum
15 til 70 ár, og spurt verður, hvussu
ofta hesi antin sjálvi kanna húðina
ella fáa onnur at hjálpa sær at gera
tað.
Móðurmerkjakrabbi kann byrja
í bæði verandi og nýkomnum móð
urmerkjum.
Við endan av 2015 vóru tað um
leið 28.000 danir, sum onkrastaðni í
lívinum høvdu fingið staðfest móð
urmerkjakrabba.
Hvørt ár verða staðfestir umleið
2.250 nýggir tilburðir, harav umleið
1.050 verða staðfestir millum menn
og 1.200 millum kvinnur.
Hóast tað eru fleiri kvinnur, sum
fáa sjúkuna, eru tað fleiri menn,
sum doyggja av móðurmerkja
krabba.
Umleið 285 danir doyggja árliga
av sjúkuni, og her eru umleið 120
kvinnur og umleið 165 menn.
Móðurmerkjakrabbi rakar bæði
ung og gomul, og hetta er tað slagið
av krabbameini, sum oftast verður
staðfest millum ung í aldrinum 15-
34 ár.
Fyribyrg krabba
Sólstálur í smærri nøgdum eru
góðar fyri okkum øll, men ov nógv
uv-sólstráling er krabbameinselv
andi.
Heimsheilsustovnurin
WHO
metir, at út við 90 prosent av øllum
tilburðum av móðurmerkjakrabba
hevur sína orsøk í uv-strálum frá
náttúrligari sól og sóllampum.
Hetta
merkir,
at
stórir
møguleikar eru fyri fyribyrging.
Ein góður máti at minka um uv-
strálur er at fylgja sólráðum um
skugga, sólhatt og klæði og ikki
minst um sólsmyrsl, tá tú ert úti í
nógvari sól.
Skilagott er eisini at sleppa sær
undan sóllampum.
Við at ansa eftir húðini og taka
hond um broytingar í húðini, kanst
tú ikki fyribyrgja húðkrabba, men
á henda hátt kanst tú eyðmerkja
krabbamein so mikið tíðliga, at
møguleikin fyri at gerast frísk/-ur
aftur eftir tilburð økist munandi.
Kelda: www.cancer.dk
HEILSA
Móðurmerkjakrabbi rakar bæði ung og gomul, og hetta er tað slagið av krabbameini, sum oftast verður staðfest millum ung í aldrinum 15-34 ár