Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-04-17, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 17. apríl 2018síða 19

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

19 Mikudagur 22. oktober 2014 · Nr. 120 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mikudagur 18. apríl 2018 · Nr. 43 STARVSMARKNAÐUR UM STARVIÐ Sum tíðindafólk hjá Sosialinum arbeiðir tú við at gera tilfar til ymisku miðlar okkara, Sosialin, in.fo, Rás2 tíðindi og videoupptøkur. Tú dekkar tað, sum hendir og er vakthundurin í samfelagnum. Tú verður partur av einin dynamiskari redaktión, sum arbeiðir við tíðindum at kalla allan sólarkringin. VIT VÆNTA: – At tú brennur fyri tíðindaflutningi – At tú hevur dirvið og áræði í tínum arbeiði. – At tú ert málsliga væl fyri – At tú hevur góðan telduførleika – At tú dugir og tímir at arbeiða sjálvstøðugt VIT BJÓÐA: – Eitt fjølbroytt og spennandi arbeiðspláss – Møguleika fyri í stóran mun skapa tín egna arbeiðsdag – Góðar starvsfelagar – Føroya bestu plasering – í Vágsbotni í Havn. LØN OG SETANARTREYTIR Talan er um fulltíðarstarv. Starvið verður lønt sambært avtalu. Hevur tú spurningar kanst tú ringja ella skriva teldupost til Eirik Lindenskov, ábyrgdarblaðstjóra á Sosialinum á 216409 og eirikur@sosialurin.fo ella til Barbaru Holm, blaðstjóra á 211126 og barbara@sosialurin.fo Umsóknir skulu sendast til eirikur@sosialurin.fo innan mánadagin 25. apríl. Sosialurin søkir eftir tíðindafólki Um Miðlahúsið Sosialurin, sum er komin út síðani 1927, kemur út tríggjar ferðir um vikuna, mándag, mikudag og fríggjadag. Mikudag verður Sosialurin borin í hvørt hús í landinum. Vikublaðið kemur út mánadag, tá tað verður borið í hvørt hús í landinum. Tíðindi á Rás2 verða send gerandisdagar klokkan 11, 12, 15, 16 og klokkan 17. Miðlahúsið hevur eisini drúgvastu roydir við tíðindum á internetinum, sum hevur verið ein nátúrligur partur av redaktiónini síðani 1997. Miðlahúsið eigur tíðindaportalin in.fo, sum telist millum Føroya størstu tíðindasíður. Í Miðlahúsinum starvast um 25 fólk. Starvslýsing Vágsbotnur Tel. 341800 www.sosialurin.fo – at byrja skjótast gjørligt í fulltíðarstarvi Grundstykkið Matr.nr 1038bk í Tórshavn til sølu Talan er um eitt grundøkið á 2.419 m2, sum liggur væl fyri í vesturbýnum millum Norðurrás og Bóndabrekku Áhugað kunnu ringja á tel 507778 ella á t-post dw@bergmotors.fo Sosialurin 341800 fyrst og fremst www.in.fo