hósdagur 19. apríl 2018síða 2
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Í blaðnum...
Tórshavn Tórsgøta 1, 100 Tórshavn
tel. 341800, post@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja
tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá.
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Uppseting: Sosialurin
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
Ábyrgdarblaðstjóri:
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Blaðstjóri:
Barbara Holm
barbara@sosialurin.fo
Fyritaksstjóri
Jonhard Hammer
jonhard@sosialurin.fo
Marknaðardeild
lysing@sosialurin.fo
Stovnaður: 1927
Prent: Prentmiðstøðin
Við at leggja fót fyri pensjónsnýskip
anini hevur løgtingsformaðurin
kanska neglt síðsta naglan í kistuna
hjá samgonguni
Vit hava staðfest tað so mangan, at politikar
ar eru eitt løgið fólkaslag – og at fleiri teirra
hava serdeilis ringt arbeiðslag og síggja so
óhugnaliga nógv í sær sjálvum. Tað snýr seg í
mongum førum bara um sjálvprofilering.
Javnaðarflokkurin hevur í hesum valskeiði
braverað meira enn nakar annar flokkur nakr
antíð hevur gjørt við løgnum leysgangarum,
sum halda seg sjálvan hava størri týdning enn
flokkurin. Politiska hugsjónin, sum flokkurin
stendur fyri, hevur nógv minni at siga, enn
persónarnir sjálvir, sum halda seg vera størri.
Í gjár var tað sjálvur løgtingsformaðurin,
Páll á Reynatúgvu úr Tjóðveldi, sum tók øll á
bóli við at fara í sjálvdrátti – ímóti allari sam
gonguni.
Hann legði fram broytingaruppskot, tá
uppskotið til løgtingslóg um broyting í løg
tingslóg um almannapensjónir o. a. – sum
vit vanliga kalla »pensjónsnýskipanin«, um at
pensjónsaldurin ikki skal hækka.
Í viðmerkingum til uppskotið sigur løg
tingsformaðurin, at »tikið verður ikki undir
við, at pensjónsaldurin hækkar, tískil verða
hesar broytingar gjørdar«.
Well. Sjálvandi kunnu fólk vera ójøvn á
máli um, hvørt pensjónsaldurin skal hækka
ella ikki. Men hetta trekkið frá løgtingsfor
manninum man hava okkurt annað siktið, tí
um hann ikki hevur havt høvi at gjørt vart við
sína misnøgd, so er okkurt heilt galið í Tjóð
veldinum eins og í allari samgonguni.
Júst málið um at hækka pensjónsaldurin
er ein av grundsúlunum undir at tryggja
búskaparliga haldførið. Tað er staðfest, at livi
aldurin økist – og er øktur við nógvum árum
síðani fólkapensjónin varð samtykt í 1959.
Spurningurin er so, um talan er um valds
stríð í samgonguni, ella um tey í Tjóðveldi
veruliga eru so misnøgd við, at pensjónsaldur
in skal hækka. Vit skulu minnast til, at hetta
júst sami flokkur, sum hevur skorið blokk
stuðulin úr Danmark niður við 360 millión
um um árið, sum starir seg blindan upp á ein
akademiskan sjálvsavgerðarrætt og sum sigur
seg vilja hava fullveldi.
Hóast hækkaður pensjónsaldur neyvan
bjargar republikkini, so vísir løgtingsformað
urin ómetaliga óseriøsan atburð. Tað manglar
bara, at Páll á Reynatúgvu sendir tingið heim,
meðan stórmál standa í hávlum gekki, so
hann aftur fær seg sjávlan í fokus.
Meirilutin í rættarnevndini í Løgtinginum tekur
ikki undir við at framskunda tunlarnar Norður
um Fjall. Tað hevur fingið ein lastbilaførara at
bjóða løgtingsfólki at uppliva hvussu tað er at
koyra hendan teinin við einum stórum akfari.
Sum viðmerking undir grein á portal.fo skriv
ar leirvíkingurin Frank Skorastein, at hann enn
einaferð vil bjóða øllum politikarum í Føroyum
ein túr í part gjøgnum tunlarnar Norður um
Fjall, við sær í treylara.
– Eg skal koyra allar politikararnar norður
við tí lægra treylaranum, sum ein kann koyra
rættiliga skjótt ígjøgnum tunnlarnar við, og
so avheinta teir aftur í tí hægra treilaranum,
har ein ikki kann koyra so skjótt, tí tað eru fáir
centimetrar at geva av, skrivar Frank Skorastein.
Hann sigur seg hava givið politikarunum
hetta tilboðið áður, men enn hevur eingin tikið
av - tað vónar hann tó broytist nú.
– So síggja politikararnir, hvat vit í stórum
bilum og fólkið norðanfyri skulu ígjøgnum,
sigur hann og
leggur aftrat, at nú
ferðafólkini eru
ávegis í summarfrítíð
í Føroyum, kann
ein vænta kaos í
tunlunum.
Tá tann sum stýrir spennir bein...
Bjóðar politik
arum ein túr
í tunlarnar
LASTBILFØRARI
Les eisini blaðið
á telefonini
Úr mjørkanum
og aftur
Høgni Djurhuus
baksíðan
Blaðið Neistin
komið undan kavi
Siðsøga síða 16-17
Oddagrein
Eirikur Lindenskov
ábyrgdarblaðstjóri
Úrslitið hjá Før
oya Tele fyri 2017
gjørdist 51 milliónir
krónur eftir skatt.
Eigarin, sum er
Føroya Landsstýri,
fær 20 milliónir
krónur í vinn
ingsbýti.
Samtakið hevur
á ársaðalfundi
hósdagin 19. apríl
kunngjørt rokn
skapin fyri 2017.
Roknskapurin
vísir eitt avlop á
51 milliónir krón
ur eftir skatt. Áðrenn skatt varð úrslitið 64
milliónir krónur. Aðalfundurin hjá Føroya
Tele gjørdi av at rinda eigaranum, sum er
Føroya Landsstýri, 20 milliónir krónur í
vinningsbýti.
– Við lækkandi prísum seinnu árini og
einum málsetningi um framhaldandi at
bjóða enn betri og bíligari vørur og tænastur,
er neyðugt at tryggja samsvar millum inn
tøkur og kostnaðir. Okkara starvsfólk bróta
áhaldandi upp úr nýggjum fyri at menna ein
skynsamari og smidligari rakstur, og hetta
sæst aftur í góða úrslitinum í 2017, sigur Jan
Ziskasen, samtaksstjóri á Føroya Tele.
Hóast føroyski marknaðurin er kjarnu
økið hjá Føroya Tele, stava á leið 10 prosent
av samlaðu søluni hjá samtakinum í 2017 frá
kundum uttanlands.
Nevndin í Føroya Tele er mannað við fýra
nevndarlimum, sum eru valdir av Føroya
Landsstýri, og trimum starvsfólkavaldum
nevndarlimum. Nevndarlimirnir hjá land
inum standa fyri vali á hvørjum ári, og Poul
Michelsen, landsstýrismaður í uttanríkis- og
vinnumálum, afturvaldi á aðalfundinum all
ar nevndarlimirnar.
Nevndin í Føroya Tele er mannað soleiðis:
Ómar Svavarsson, Gloria Kalsø, Annbritt
Tummasdóttir Nielsen og Johnni Poulsen
eru vald av landsstýrinum, og Poul Poulsen,
Ólavur Simonsen og Osvald Joensen eru
starvsfólkavaldir nevndarlimir.
Nevndin hevur skipað seg við Ómari
Svavarssyni sum formanni og Gloriu Kalsø
sum næstforkvinnu.
51 milliónir í yvirskoti og
landið fær 20 í vinningsbýti
20. APRÍL 2018