hósdagur 19. apríl 2018síða 24
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 20. APRÍL 2018
SOSIALURIN 45
24
Úr mjørkanum og aftur
Høgni Djurhuus
fekk Móðurmáls
virðislønina
2012
Ø
ll hava skund,
øgiligan skund,
næstan detta
um síni egnu
bein, høvdu tey ikki
ein GPSara í hondini.
Eingin hevur long
ur stundir at steðga
á, seta seg niður, um
ikki annað, so fyri
at gløða í telefonina, sum eingin
kann liva uttan. Hon er einasta
sambandið við umheimin og tey
næstu.
Hví fólk skunda sær so nógv,
veit eg ikki. Lívið verður longri
og longri, kortini skunda øll sær
sum skuldu tey farið hiðani uttan
telefon ella samskiftistól 8 ella 9
seinni í dag.
Tey skunda sær, men koma
kortini altíð ov seint.
Sum ein segði: A/S Thors
havns Mælkeforsyning & Marg
arinefabrik og Raska, sera langt
ímillum, bæði so og so og so.
Ein sandbátur kemur glíð
andi úr mjørkanum til Hatt
arvíkar. Eins og vit, hyggj
arin og lurtarin, koma
spakuliga, spakuliga inn í
heimin hjá klóka mannin
um í Hattarvík.
Havi sæð filmin
Zacharias hjá Teiti
Árnasoni, sum fyri næstan 20
árum síðani gjørdi besta før
oyska heimildarfilmin higartil.
Hann eitur Burturhugur, tann í
Hattarvík.
Upptøkurnar við Zach
ariasi lógu eftir frá 2000.
Men tær gjørdust aktu
ellar aftur, tá bóndin
í Hattarvík doyði
á sumri í 2016.
Zacharias greiðir frá, arbeiðir í
haganum, greiðir frá, arbeiðir. Fer
at fleyga lunda. Fortelur. Setir epli
niður.
Alt uttan skund. Onga telefon.
Nýtt hegn skal upp, ein grótgarður
skal laðast uppaftur.
Zacharias og hundurin.
Teir sita har báðir í gamla last
bilinum, sum ikki vil starta.
Gloymi ongantíð ta upptøkuna.
Eingin øsing, bara tol. Hann start
ar, fyrr ella seinni. Og tað ger hann,
lastbilurin við nýlødda akkumul
atorinum fastspentum. Frálík løta.
Hetta er alt so slow, so slow,
men kortini gevur hesin stívi tímin,
filmurin um Zacharias varar, tær
nógvar tímar av upplýsing og lívs
vísdómi. Nógvar tímar at hugsa.
Hann sigur frá á sín egna hátt.
Søgurnar fara ongan veg. Tær eru
góðar, spennandi, stuttligar við
hvørt og nakað av reypi er eisini,
fyrr var illa.
Stuttligar um vaktarskipið, sum
er vánaligari enn teirra egna skip,
og krokar, meðan teir eru í havs
neyð. Sum ikki ger av teir, júst tí
skipið er so vánaligt.
Um dreymarnar, sum hann
kastar frá sær og ikki tekur fyri
fult, tí, sum hann sigur, hann hevur
tað nóg keðiligt sum er.
Alt uttan telefon, uttan teldu.
Bara náttúran, tann velduga nátt
úra, bæði í Fugloynni og har uppi
millum skýggini, dramatikkurin í
skýggjunum, og hann og hundurin
og frásagnargleðin. Einki órógvar.
Eingin onnur rødd leggur uppí.
Ongar snildar snildir.
Upptøkurnar lógu eftir, tá Teit
ur gjørdi Burturhug á sinni. Løgið,
men annars hevði tann filmurin
blivið ov langur. Kill your darlings.
Zacharias varð føddur í 1940, so
hann hevur verið okkurt um 60 ára
gamal, tá upptøkurnar eru gjørdar.
Hetta er ein farandi stílur, tí
verri, við longum upptøkum, tíð og
aftur tíð, slow, slow. Eingin hevur
stundir longur. Sum ein segði, sjálvt
heitini á fyritøkum og stovnum eru
stytt, tí fólk hava ikki stundir at
siga tey gomlu, longu heitini. Ting
taka tíð, tíð, sum eingin hevur. Øll
skunda sær út á gravarbakkan.
Tað merkir filmin, at hann ikki
er gjørdur nú, men upptøkurnar
eru gamlar og tiknar fram aftur
og snikkaðar til ein minnisvarða.
Upptøkurnar eru gjørdar í øðrum
sambandi og ikki brúktar tá.
Tú vilt so gjarna vita meira um
hendan mannin. Men tað ber ikki
til nú, hann er farin og situr onkra
aðra staðni og fortelur sínar søgur.
Tað avmarkar filmin ikki sørt.
Men hann er góður kortini.
20 ár hava ikki oyðilagt nakað.
Sandbáturin fer frá aftur,
er liðugur at lossa, og gliður so
líðandi út í mjørkan og hvørvur,
líka stillisliga sum hann kom.
Høgni
Djurhuus
Ája!
ÁRNI GREGERSEN
T
ingsetan lækkar móti
endanum og tá er stund
in at vera vakin.
Ofta verða samtyktir
gjørdar í seinastu løtu, sum seinni
vísa seg at binda samfeelagið og
kunnu kosta milljóna upphæddir.
Viðvíkandi tunnlum, so er ein
samferðsluætlan gjørd, sum rað
festir hvørjir tunnlar skulu gerast
fyrst og hvørjir mugu bíða nøkur
ár.
Sjálvt um tingfólk samtykkja
eina slíka ætlan, so grettir ikki,
at tá ið ein tíð er farin, so verður
farið undir aftur at pilka við rað
festinganrar.
Sjálvandi kann hetta vera skila
gott viðhvørt, sum tá ið umstøður
nar eru nógv broyttar frá tí raðfest
ingin var gjørd.
Men í hesum føri er talan um
valfepur.
Allar kringlutar gøtur verða
gingnar fyri at skeikla tað, sum
somu fólk hava samtykt fyri fáum
árum síðani. Hetta bert ofta fyri
at tryggja sær sjálvum atkvøður í
einum ávísum øki.
Tunnilsøðin hevur leikað í sein
astu tíðina og neyvan hevur nakar
í politisku skipanini í dag fult
yvirblikk yvir í hvørjari raðfylgju
tunnlarnir verða gjørdir.
Samgongan má fyrst og fremst
taka í egnan barm og fáa stýr uppá
raðfestingina. Landsstýrismaðurin
við samferðslumálum plagar at
bera skilagóður, men júst viðvíkj
andi tunnlunum sær út til at hann
letur seg trýsta.
Hetta er ikki sagt, tí at lokal
fólk royna at leggja trýst á. Tað er
ógvuliga væl skiljandi, tí tað gerst
alt lættari, tá ið vit eru sambundin
á ein tryggan hátt, men vit mugu
hugsa um, at vit ikki hava fíggjar
liga orku til at gera alt í senn.
Eysturoyar-og Sandoyartunnl
arnir fara at kosta tríggjar millj
ardir og uttan mun til, hvussu vit
royna at snúgva okkum og siga, at
pengarnir koma ikki úr landskass
anum, so eru tað somu krónurnar í
samfelagnum, sum skulu gjalda alt.
Men tíbetur hava vit politikarar,
sum skilja, at alt ikki kann gerast
í senn og at vit mugu raðfesta.
Eitt samfelag bestendur ikki bara
av tunnlum, men nógvum øðrum
greinum, sum eisini skulu brúka
pengar fyri at samfelagið hongur
saman.
Hjá okkum fer tíðin at ganga
undan hjá hesi samgonguni og vit
kulu í seinasta lagi hava val seint
næsta summar.
Hvørja ferð val nærkast, so
kemur fjáltur á tey fólkavaldu
og tey kenna, at tey mugu gera
okkurt, so veljarin fær eyga á, at
tey hava sitið á tingi í skjótt fýra
ár.
Tað er hesin fepurin, sum ofta
fær tingið at samtykkja mál, sum
ikki eru nóg væl viðgjørd.
Tað er eisini hetta, sum ofta fær
fólk í sjálvdrátt og meira hugsa um
seg sjálvi enn um tann flokk tey
umboða á tingi.
Hendan tingsetan hevur verið
rættuliga buldrut, men nógv er
kortini hent. Samgongan sjálv
hevur barst innanhýsis, men
hevur tó staðið saman úteftir.
Andstøðan hevur ikki fingið
nógv burturúr, men hon gleðir
seg uttan iva til eitt val. Okkara
fólkavaldu hava gjøgnum mong
ár valt at gera eina skipan, har
samgongan hevur valdið, meðani
andstøðanb so kann sita og hyggja
at og vóna at sleppa framat eftir
næsta val.
Ája!
Árni Gregersen,
journalistur,
skrivar