hósdagur 19. apríl 2018síða 38
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VINNUBLAÐIÐ HJÁ MIÐLAHÚSINUM
14
apríl 2018
20
LØGTINGSLÓG UM ÚTLEIG
AN AV BÚSTØÐUM VARÐ
SETT Í GILDI Í 2010. BERT
SMÁVEGIS TILLAGINGAR
ERU GJØRDAR Í LÓGINI,
SÍÐANI HON VARÐ SETT Í
GILDI
– Nú leigulógin hevur nøkur ár á
baki, eins og vit hava fingið eitt al
ment bústaðafelag, vísa royndirnar,
at tørvur er á ávísum tillagingum í
lógini, sigur Eyðgunn Samuelsen,
landsstýriskvinna, í viðmerkingum
til uppskotið, sum hevur verið til
viðgerðar í trivnaðarnevndini og nú
skal til aðru viðgerð í Løgtinginum.
Sagt verður í viðmerkingum til
uppskotið, at tørvur er á at gera
smávegis ábøtur í verandi leigulóg
í mun til uppseting, at seta inn ávís
ingar ímillum greinar og at nágreina
ávísar orðingar soleiðis, at ivi ikki skal
standast um innihaldið í ásetingu
num. Eisini er tørvur á at snøgga um
málið í sjálvum lógartekstinum.
Í mun til innihaldið í verandi leigu
lóg hevur tað m.a. víst seg ópraktist
og óneyðugt at hava áseting um, at
standard leigusáttmáli og innflyting
arfrágreiðing skal setast í gildi við
kunngerð. Eisini hevur tað víst seg
ópraktiskt, at hesi eru í tveimum ym
iskum skjølum.
Reglurnar um, nær leigari er í mis
haldi, eru ikki nóg neyvar í verandi
leigulóg. Eisini manglar skilmark mill
um at ógilda og uppsiga eina leigu
avtalu vegna mishald.
Verandi reglur um, at ikki-vinnu
ligur útleigari bert kann siga leigu
málið upp, um hann sjálvur skal brúka
tað, verða mettar ov avmarkandi.
Mett verður, at hesar reglur vilja halda
útleigarum frá at leiga út, um vandi er
fyri, at eitt nú børn útleigarans fáa tørv
á leigubústaðnum.
Tá galdandi leigulóg í 2010 varð
sett í gildi, var leigumarknaðurin
rættiliga óskipaður og talan var ein
ans um privata útleigan. Nú vit eis
ini hava fingið skipaða almenna
útleigan umvegis Bústaðir, ið er al
menna bústaðafelagið, vísir tørvur
seg at vera á ávísum ásetingum í
mun til útleigan hjá almennum bú
staðafelagi.
Í hesum sambandi hevur verið
umrøtt, hvørt tørvur er á einari ser
stakari leigulóg bert fyri almenna
útleigan. Ein serstøk leigulóg bert
fyri almenna útleigan vildi í høvuðs
heitum havt neyvt sama innihald,
sum leigulógin fyri privata útleigan.
Mett verður tí, at tær serligu áseting
arar, ið fevna um almenna útleigan, í
løtuni kunnu rúmast innanfyri verandi
leigulóg. Tó kann tørvur seinni vísa
seg á serligari leigulóg fyri almenna
útleigan, so hvørt sum alsamt fleiri
viðurskifti skulu regulerast.
Í mun til reglur, ið bert snúgva
seg um almenna útleigan, er tørvur
á fleiri reglum í mun til serligar mál
bólkar, eitt nú til lesandi, til ungdóm
ar og til fólk yvir ávísan aldur, eitt nú
eldri enn 60 ár. Eisini verður mett, at
tørvur er á at áseta longri uppsagnar
freist fyri leigarar hjá Bústøðum, og at
hesi skulu flyta út úr leigumálinum 14
dagar innan, freistin er farin. Hetta tí
at leigan hjá Bústøðum er sett í mun
til veruligu útreiðslurnar av leigumál
inum. Bústaðir hevur ikki vinning av
leigumálunum. Skal umgangast, at
leigan hjá øllum leigarum hækkar fyri
at fevna um mistar inntøkur í sam
bandi við til- og fráflyting, verða mistu
leiguinntøkurnar tryggjaðar á henda
hátt og vil bert raka teir leigarar, ið
sjálvir siga upp og ikki teir leigarar, ið
verða búgvandi.
Harumframt er tørvur á at eftir
meta verandi ásetingar um, hvør
kann halda áfram í einum almennum
leigubústaði við deyða og samlívsslit
og undir hvørjum treytum.
Tørvur er á at veita heimild í lóg
fyri, at Almannaverkið kann ávísa
5. hvørja íbúð hjá Bústøðum til bú
staðasosial endamál og at seta
treytir fyri hesum. Hesi viðurskifti
verða í dag skipaði við avtalu. Tørv
ur er somuleiðis at veita heimild
fyri, at Almannaverkið kann rinda
fyri leiguinntøku frá tí degi, íbúð
in er tøk, og inntil leigarin flytur inn,
og at Almannaverkið kann rinda
endurgjald til almenna bústaðafel
agið, tá ið depositum ikki røkkur at
umvæla leigubústað, ið Almanna
verkið hevur ávíst.
Endamálið við ásetingini er at
veita Almannaverkinum ávísar heim
ildir, og mett verður, at ásetingarnar
hóska betur inn í leigulógina, enn í
forsorgarlógina, tí talan er um viður
skifti í sambandi við útleigan. Í Dan
mark er samsvarandi heimild í almen
boligloven.
Leigunevndin hevur víst á ávís
viðurskifti, ið hon metir eiga at betrast.
Eitt nú vísir Leigunevndin á, at hon í
sambandi við kæruviðgerð kemur
fram á leigubústaðir, ið ikki lúka
krøv til brunatrygd. Leigunevndin
heitir á myndugleikarnar um at gera
eina almenna skrá yvir góðkendar
leigubústaðir.
Tílík
skrá
krevur
heimild í lóg. Leigunevndin hevur
í sínum ársfrágreiðingum víst á,
at hon metir, at tørvur er á skrá
seting av leigubústøðum soleiðis, at
lætt er at síggja, hvar leigumál eru,
og um trupulleiki er við einstøku
leigumálunum. Hetta fyri at fyribyrgja,
at ein leigari fyri og annar eftir flytir
í sama leigumál, ið ikki er hóskandi
sum bústaður.
Í ársfrágreiðingini fyri 2016 skrivar
leigunevndin soleiðis:
»Leigunevndin hevur stundum
havt mál, har ivasamt er um bruna
trygd og brunaverja eru samsvarandi
galdandi lóggávu. Tí hevur leigu
nevndin viðgjørt, hvørji krøv kunnu
setast til ein leigubústað. Her verður
hugsað um, hvørji krøv kunnu setast
einum bústaði til at vera ein góð
kendur leigubústaður.
Hetta kann hava týdning t.d. fyri
at tryggja rýmingarleiðir tá boðað
verður frá eldi, ella tørvur er á hjálp.
Ein møguleiki fyri at tryggja, at ein
leigubústaðir uppfyllir treytirnar sum
leigubústaður, er eitt yvirlit yvir góð
kendar leigubústaðir. Á henda hátt
kann leigari fáa vissu fyri, at leigu
bústaðurin er góðkendur sum leigu
bústaður, og útleigari kann hinvegin
vísa á, at hansara leigumál eru góð
kend. Leigunevndin mælir tí til, at
reglur verða gjørdar um góðkenning
av leigubústøðum.«
Eisini hevur leigunevndin víst á
manglandi heimildir at taka mál upp
av sínum eintingum, bæði í sambandi
við, at leigunevndøin í sambandi við
sýn av leigubústøðum kemur fram á
ólóglig viðurskifti, ið ikki eru partur
av kæruni, og í mun til at viðgera
kærumál eftir, at kærari er fluttur út
úr leigumálinum.
Landsstýriskvinnan sigur í við
merkingunum, at endamálið við lóg
aruppskotinum er at dagføra leigu
lógina. Talan er bæði um at nágreina
verandi ásetingar, eins og at áseta
nýggjar reglur.
Verandi reglur, ið skulu nágrein
ast eru:
• Uppsagnarfreist hjá leigarum, ið
leiga frá almennum bústaðafelagi
• At útleigari kann siga upp leigumál
tá børn, stjúkbørn og fosturbørn
skulu nýta leigumálið
•
Leigusáttmáli
og
innflytingarfrágreiðing
skulu
ikki
longur ásetast í kunngerð og skulu
skrivast saman í eitt skjal
• Nær maki kann halda áfram í
leigumálinum og góðkenna uppsøgn
• Nær útleigari hevur atgongd
til leigubústaðin í sambandi við
uppsøgn
• Heimild hjá leigunevndini at
góðkenna uppsagnir og ógildanir av
leiguavtalum
• Rætting av málsligum og tekniskum
villum
Nýggjar reglur, ið skulu ásetast eru
m.a.:
• Nær leigari, ið leigar frá almennum
bústaðafelagi skal verða fluttur úr
leigumálinum
• Nær leigari er í mishaldi
• At leigunevndin kann viðgera kæru
um leigumál, ið ikki lýkur lógarásett
krøv til bústað eftir, at leigari er fluttur
úr leigubústaðnum
• At fastir partar av húskinum kunnu
halda áfram í leigubústaði, tá leigari
doyr ella flytur í vardan bústað
• At bert hjúnafelagi ella partur
í parlagi kann halda áfram í
leigubústaði, ið er ætlaður persónum
yvir ávísan aldur
• At leigunevndin við samtykki
leigarans kann taka mál upp um
leigumál, ið ikki lúka lógarásett krøv
til bústaðir
• Heimild hjá kommununum at gera
skrá yvir góðkendar leigubústaðir og
at sýna bústaðin í hesum sambandi
• At Almannaverkið fær lógarfestan
ávísingarrætt til 5. hvørja almenna
íbúð til bústaðarsosial endamál, og
at Almannaverkið í hesum sambandi
svarar fyri leiguinntøkum, inntil
leigarin tekur yvir leigumálið, og at
Almannaverkið svarar fyri skyldum
leigarans at lata leigumálið aftur í
sama standi, sum tað varð yvirtikið
• Heimild í mun til lestrarbústaðir og
ungdómsbústaðir, ið krevja serligar
reglur fyri ávísing og uppsøgn
• Heimild hjá útleigara at geva
ávaring ella at gera leiguavtaluna
treytaða í sambandi við mishald.
Eyðgunn Samuelsen: Tørvur
er á tillagingum í leigulógini
Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinna í almannamálum