hósdagur 19. apríl 2018síða 46
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VINNUBLAÐIÐ HJÁ MIÐLAHÚSINUM
22
apríl 2018
20
Vest Pack er
heildarveitari
av pakkitilfari
- VIT ERU ALTÍÐ TIL REIÐAR TIL NÝGGJAR AVBJÓÐINGAR, SUM
KUNNU NØKTA TØRVIN HJÁ VIÐSKIFTAFÓLKI, OG SOLEIÐIS
HAVA VIT EISINI FRAMLEITT POSAR, SUM PASSA Í ÁVÍS RUSKÍLØT
- ANTIN TAÐ ER TIL EITT FLOGFAR Í LUFTINI HJÁ ATLANTSFLOGI
ELLA TIL EITT ARBEIÐSPLÁSS, SKÚLA ELLA STOVN, SIGUR
THOMAS B. THOMSEN, STJÓRI Í VEST PACK Í VESTMANNA
Vilmund Jacobsen
Vest Pack er ein av stóru fyritøkunum í Vest
manna, og stjóri er Thomas B. Thomsen. Í fyri
tøkuni starvast 22 fólk, og hetta er á leið sama
tal, sum verið hevur í fyritøkuni seinnu árini.
Fyritøkan, sum føroyingar og íslendingar
eiga í felag, er heildarveitari innan eitt nú alt
pakkitilfar.
Stórt og smátt
Vest Pack tekur sær bæði av stórum og smá
um uppgávum, eins og tey í Vestmanna altíð
eru klár við nýggjum vørum til viðskiftafólk og
fyritøkur.
- Vit eru eisini nýhugsandi, og vit taka fegin
ímóti nýggjum uppgávum og avbjóðingum, tí
okkum dámar nýhugsan.
Stjórin sigur, at størstu keypararnir í Føroy
um er vinnufyritøkur og serliga virkir og skip.
- Taka fyri størstu einstøku viðskiftakund
arnar í Føroyum, er talan serliga um tey stóru
uppsjóvarvirkini og verksmiðjuskip.
Thomas B. Thomsen sigur, at Vest Pack
eisini hevur stórar veitingar til ymiskar aðrar
vinnufyritøkur og handlar, har serliga svørtu
sekkirnir hjá fyritøkuni er sera væl umtóktir, tí
teir eru sterkir.
- Vit eru veitarar av beriposum til handlar
nar, eins og vit eru veitarar av posum og frysti
posum í mongum ymiskum støddum og skapi,
sigur hann.
Nær viðskiftafólkunum
Stjórin vísir á, at sjálvandi klárar Vest Pack ikki
at kappast við kinverjar um prís, og tí noyðist
fyritøkan í Vestmanna at leggja seg eftir dygd
ini.
Tað er eisini ein fyrimunur fyri heimamarkn
aðin og føroysku viðskiftafyritøkurnar sum
heild, at framleiðarin er í Føroyum - ella so nær
viðskiftafólkunum, sum tað yvirhøvur ber til.
- Vit eru altíð til reiðar til nýggjar avbjóðingar,
sum kunnu nøkta tørvin hjá viðskiftafólki, og
soleiðis hava vit eisini framleitt posar, sum
passa í ávís ruskíløt - antin tað er til eitt flogfar
í luftini hjá Atlantsflogi ella til eitt arbeiðspláss,
skúla ella stovn, sigur Thomas B. Thomsen.
Gongur væl
Tað hevur gingið væl hjá Vest Pack, og fyri
tøkan hevur økt munandi um sín umsetning.
- Ein stórur partur av vøkstrinum snýr seg
um keyp og sølu - ikki minst í útlandinum.
Stjórin vísir á, at hóast Vest Pack ikki fram
leiðir papp, er neyðugt hjá fyritøkuni sum
heildarveitari til vinnuna eisini at kunna bjóða
pappeskjur til ymiskar vørur og framleiðslur.
- Vit keypa pappeskjurnar, sum virkir og
skip eitt nú pakka sínar vørur í, men vit fram
leiða plastið, sum vørurnar verða lagdar í, eins
og vit framleiða etikettuna, sum fer á eskjuna.
Soleiðis er hetta á ymiskan hátt ein saman
tvinnan av framleiðslu, keypi og sølu, sigur
Thomas B. Thomsen.
Sterkari saman
Føroyski parturin av Vest Pack telur 50 pro
sent av ognarskapinum, og tað eru fimm før
oyingar, sum eiga henda partin, harav stjórin
er ein teirra.
Fýra av teimum, sum eiga í fyritøkuni, ar
beiða eisini hjá felagnum.
- Íslendska felagið, sum eigur hini 50 pro
sentini í Vest Pack, er fyritøkan Samhentir,
sum felagið í Vestmanna hevur samstarvað
við seinastu 20 árini.
Thomas B. Thomsen sigur, at feløgini bæði
vóru í somu bransju, og tey keyptu eisini frá
hvørjum øðrum, áðrenn íslendingar keyptu seg
inn í Vest Pack.
- Í dag er tað soleiðis, at Samhentir keypa
frá okkum, og vit keypa frá teimum. Í aðrar
mátar standa vit sterkari saman, tí størri
innkeyp gagnar sum oftast prísinum og
soleiðis eisini viðskiftafólkunum. Tað er sjálv
- Ein stórur partur av vøkstrinum hjá Vest Pack snýr seg um keyp og sølu - ikki minst í
útlandinum, sigur stjórin, Thomas B. Thomsen
22 fólk eru í starvi hjá Vest Pack, og fíggjarliga gongur fyritøkan væl, men neyðugt er at stríðast hvønn