Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-04-23, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 23. apríl 2018síða 2

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 23. apríl 2018 · Nr. 46 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Oddagrein Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ÓLUVÁ Í GONG KJAK SÍÐA 10 Ný­ skip­an ger mun á fólki TÍÐINDI SÍÐA 8 Ætla at reisa kross á Høganesi Tað ljóðar so tilforlátigt, tá for­mað­ ur Fólkafloksins biður um at fáa upp­skot til atkvøðugreiðslu í Løg­ ting­inum sum sigur, at pen­sjóns­ ald­ur­in ikki skal hækkast. Tað gjørdi fólkafloksformaðurin á ting­fund­i­num hós­kvøldið. Tað var ann­ars sjálv­ur løg­tings­for­mað­ ur­in­, sum legði eina bumbu und­ ir sam­gong­una við at leggja fram broy­t­ing­ar­upp­skot til pen­sjóns­ný­ skip­an­ina undir aðru viðgerð, sum segði, at pensjónsaldurin ikki skuldi hækka. Løgtingsformaðurin segði seg hava sagt frá á røttum stað. Sum fysioterapeutur sær hann, hvussu slitin fólk eru, tá tey eru 67 ár, og tí tók hann ikki undir við at hækka pensónsaldurin. Helst var tað bara spæl fyri galla­rí­num hjá løg­tings­for­mann­ i­num, tí nak­rar tímar seinni tók hann aftur uppskotið. Tiltikin tvørur sum løg­tings­ for­mað­ur­in er, so er hann neyvan bank­að­ur upp á pláss innanfloks – og hann hevði so slett ikki latið seg bank­að upp á pláss av einari kvinnu sum Kristinu Háfoss. Tí var tað uttan iva opp­ort­un­ isma hjá løgtingsformanninum, sum vil hava eftirmælið sum tann, ið ikki vildi hækka pensjónsaldurin, men var noyddur til tað av sínum sam­gong­u­feløgum, sum annars høvdu slitið samgonguna. Tá uppskotsstillari tekur upp­ skot aftur, so kann annar ting­ maður krevja málið aftur á ting­ borð, og tað gjørdi Jørgen Niclasen hetta kvøldið. Nú var tað formaður Fólkafloksins, sum vildi standa sum tann, ið til tað síðsta royndi at forða fyri, at pensjónsaldurin hækk­aði. Jørgen Niclsen var eisini for­ mað­ur í Fólkaflokkinum í 2012, tá Fólka­flokkurin vildi hækka pen­ sjóns­ald­urin upp í 70 ár alt fyri eitt og ikki yvir tíð, sum uppskotið er hesa­ferð. Øll vita, at pensjónsaldurin má hækka – bara tí at miðallivialdurin er hækk­að­ur eini 15 ár, síðani fólka­ pen­sjón­in varð samtykt í 1959. Men politikkur er svart/hvítur. Annaðhvørt ert tú fyri, ella ert tú ímóti. Úteftir í øllum førum. Andstøðan er ímóti at hækka pensjónsaldurin, tí at tað er samgongan, sum er komin við uppskotinum. Tað er altso um sjey ár og um 12 ár, at pensjónsaldurin hækkar við einum hálvum ári. Uttan iva verður hann skrúvaður enn longur upp. Øll vita, at tað er neyðugt. Og øll viðurkenna, at tað er neyðugt. Tí hevði tað eisini verið meira tignarligt, at alt Løgtingið tók eina felagsstøðu í slíkum málið, heldur enn at billa fólki inn, at onkur er betur enn annar í hesum máli. SPÆL FYRI GALLARÍNUM Tá IRF hevði aðalfund í gjár snúði stórur partur av kjak­i­ num seg um, at nevdar­lim­ir­ nir av sínum eintingum hava hækkað sínar egnu lønir. Lønin hjá nevnd­ar­for­ mann­i­num er hækkað úŕ 4.137 krónum um má­n­að­in til 7.640 krónur um mán­að­in. Samsýningin til næst­for­ mann­in er hækk­að úr 3.000 krón­um um mánaðin til 5.500 krónur um mánaðin og hjá ein­støku nevndarlimunum er sam­sýningin hækkað úr 2.000 krón­um um mánaðin til 4.400 kró­nur um mánaðin. Sambært Tórbjørn Jac­ obs­en, borgarstjóra í Runa­ víkar kommunu, so var einki argument fyri hesi løn­ar­ hækk­an framført á fundi­ num. – Tí mótmælti eg løn­ar­ vøkst­r­inum til nevndina við næst­an 100 prosetum. Nevnd­in er farin niður í kass­an av sínum eintingum utt­an at spyrja eigaran og að­ al­fund­in eftir, og umboðandi Run­a­víkar kommunu kravdi eg at fáa mómælið ført í fundarbókina, sigur Tór­ bjørn Jacobsen. Sambært Tórbjørn Jac­ob­ sen var juridiska tulkingin á fund­inum, at gingið er ikki ímóti viðtøkunum sam­sýn­ ing­ar­vøkstrinum við­víkj­ andi. IRF nevndarlimir tví­ fald­aðu sína egnum løn Lítið tignarligt at gera sær dælt av pensjónsaldrinum Nevndin hjá IRF hevur av sínum eintingum hækka sína egnu løn Hóast tað man vera sum at seta revin at ansa hønu­ num, tá Kristin Michelsen, løg­tings­maður, finst at fólki, sum møta illa upp – so er nak­að um tað, at lands­ stýr­is­fólk ikki møta serliga væl upp til tingfundir. Ein skjótgjøgnumgongd av gerð­a­bókini hjá løg­ting­ i­num vísir, at rík­is­um­boðs­ mað­ur­in er tann, sum møtir ringast upp til ting­fund­ir. Tað hevur heslt sínar or­ søkir, tí tingmálini, sum eru viðkoamndi fyri rík­is­ um­boð­ið, fækkast. Tann sum møtir best upp av lands­stýr­is­fólk­ u­num er løg­mað­ur, sum hevur verið burt­ur frá 11 tingfundum av teim­um 73, sum higartil eru skrá­settir. Rigmor Dam er lands­ stýr­is­kvinna, sum hevur verið mest burtur. Hon hevur verið burt­ur frá 25 tingfundum, sum svar­ar til eina fráveru upp á 34 prosent. Tað er vanligt, at lands­ stýr­is­fólk ikki møta eins væl upp til tingfundir, sum løg­tings­fólk. Løg­tings­for­ mað­urin segði á ting­fundi fríggjadagin, at hann fer at taka málið um upp­møt­ing­ ina hjá lands­stýr­is­fólki upp í for­mans­skap­inum. Landsstýrisfólk møta illa upp p Ríkisumboðsmaðurin 60 82,2 Rigmor Dam 25 34,2 Eyðgunn Samuelsen 22 30,1 Kristina Háfoss 21 28,8 Poul Michelsen 19 26,0 Sirið Stenberg 17 23,3 Høgni Hoydal 14 19,2 Henrik Old 13 17,8 Løgmaður 11 15,1 Ein skjót gjøgnumgongd av gerðabókini vísir, at ríkisumboðs­ mað­ur­in og landsstýrisfólk møta illa upp til tingfundir Tórshavn Tórsgøta 1, 100 Tórshavn tel. 341800, post@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Tel. 341800 www.sosialurin.fo Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Blaðstjóri: Barbara Holm barbara@sosialurin.fo Fyritaksstjóri Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Stovnaður: 1927 Prent: Prentmiðstøðin Navn burtur prosent