týsdagur 24. apríl 2018síða 2
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 25. apríl 2018 · Nr. 47
MIKUDAGSBLAÐIÐ
Oddagrein
Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov
Tað er ótrúligt, hvat løgtings
fólk kunnu finna upp á at
brúka tíð uppá
Í gjár vóru tað fýra andstøðuleið
arar, sum vildu hava landsstýris
kvinnuna í mentamálum, Rigmor
Dam, frá, tí umsiting hennara hevði
kolldømt eina uppsøgn í Kringvarpi
Føroya.
Í fýra tímar trúttaðu andstøðu
tingmenn, at her var talan um pol
itiska manipulatión. At tað var eitt
mál hjá landsstýriskvinnuni, at
uppsagdi tíðindaleiðarin í Kring
varpinum skuldi setast aftur, tí
hon hevði rætta politiska litin.
Tú kundi hildið, at hetta vóru
smádreingir sum klandraðust. Tí
tað ljóðar so. Men tað vóru menn
sum Jørgen Niclasen, Bárður Niel
sen, Bill Justinussen og Kári P. Høj
gaard. Allir fyrrverandi landsstýr
ismenn – og tveir teirra riknir úr
landsstýrinum eftir at misálit varð
reist á teir í Løgtinginum.
Misálit í Løgtinginum eru ofta
spæl fyri gallarínum. Tað var tað
eisini í gjár. Hesir fýra garparnir
vistu fullvæl, at málið ikki fór at
verða samtykt. So frægt stendur
samgongan saman – og andstøð
an stóð heldur ikki saman – tí fýra
andstøðuatkvøður vantaðu í.
Brikslið var øgiligt. Og skuldset
ingar fuku um oyrini um politiskar
setanir ymsa staðni í politisku
skipanini.
Tað er sum um, at hevur onkur
í samgonguni gjørt okkurt skeivt,
so forsvarar tað, at andstøðan eis
ini kann gera okkurt skeivt.
Løgið er tað kortini, at polit
ikarar kunnu hava so skiftandi
meiningar um tingini. Tá teir eru í
andsøðu meina teir eitt. Og tá teir
eru í samgongu meina teir nakað
annað.
At Mentamálaráðið er kæru
myndugleiki hjá starvsfólkum í
Kringvarpinum er ikki eitt mál,
sum landsstýriskvinnan í ment
amálum kann gera nakað við. Og
um Bjørn Kalsø ella Jógvan á Lakj
uni sótu har í dag, so høvdu teir
gjørt akkurát tað sama, sum Rig
mor Dam hevur gjørt – júst einki
at gera. At Jørgen Niclasen tosar
um eina »second opinion« er helst
bara tí, at hann hevur meira ilt av
Kringvarpinum og tíðindaleiðar
anum, sum hann dró so langt sum
í landsrættin fyri síðani at tapa og
standa við eini rokning upp fleiri
100.000 krónur.
Tað er í lagi at hava hugsanir um
viðurskifti – og tað er eisini í lagi,
um tú heldur, at kringvarpslógin
skal broytast. Men so er at gera
tingini í rættari raðfylgju og á
rætta stað.
Eitt orðaskifti um misáliti á
landsstýrisfólk – sum tú veitst
frammanundan bara er spæl fyri
gallarínum, er næstan altíð for
dummandi at hoyra uppá.
Tað var tað eisini týsdagin.
Misálitisuppskot eru næstan
altíð spæl fyri gallarínum
FORDUMMANDI ORÐASKIFTI
John
Anton til
minnis
MINNINGARORÐ
SÍÐA 39
Misálit
á Rigmor
Dam fall
TÍÐINDI SÍÐA 8
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Mikudagsblaðið verður borið ókeypis til hvørt húsarhald í Føroyum!
Í gjár bórust deyðsboðini
av Jørleif Kúrberg í Havn.
Hann doyði á Landssjúkr
ahúsinum
eftir
stutta
sjúkralegu.
Jørleif
var
sonur
Hannu og Martin Kúrberg,
og hann var ein kend býar
mynd í Havn. Øll mundu
kennast við tann altíð so
blídliga mannin.
Jørleif var lærari alla
sína tíð. Hóast ikki út
búgvin fólkaskúlalærari,
so
bleiv
lærarastarvið
kortini hansara lívsstarv.
Hann var lærari í Sankta
Frans skúla í Havn í ein
mansaldur – líka til hann
var kroystur úr starvi
eftir at privati Nonnu
skúlin gjørdist almennur
skúli. Tá slapp Jørleif ikki
at starvast har longur, tí
hann ikki hevði útbúgv
ingina. Men hann helt
fram sum lærari – tá við
Tekniska skúla í Havn.
Hondbóltur fylti nógv
hjá Jørleifi. Uppvaksin í
Losjuni var tað sjálvandi
Kyndli, hann spældi við og
helt við líka til tað síðsta.
Jørleif var ein opin og
útvendur
persónur
og
dugdi sera væl við fólki. Tí
var tað nátúrligt hjá hon
um at vera ferðaleiðari.
Hann hevði verið nógv hjá
ommunu úti á Reyni og
sitið undir hvørjum orði
har, og hann kendi gomlu
Havnina sum sín egna
buksulumma.
Kønur
í
máli, sum Jørleif var, lá tað
sera væl fyri hjá honum at
fanga áhugan hjá ferða
fólki.
Jørleif var giftur við
Thoru f. Bærentsen av
Tvøroyri. Tey eiga børnini
Randi og Hanus, sum eigur
børnini Kristian og Thoru.
Jarðarferðin verður úr
Vesturkirkjuni hósdagin
26. apríl kl. 14. Tey, ið vilja
minnast Jørleif, kunnu
lata Sjúklingahotellinum
Tórshavn eina gávu til
frama fyri trivnað hjá
sjúklingum og avvarðandi.
Konta í Danske Bank:
4400-311.311.4401.
Jørleif Kúrberg deyður
Leygardagin 28. apríl fyllir
Eyðun Johannessen, leik
stjóri, 80 ár.
– Hóskvøldið tann 26. apr
íl leggja vit bók fram, sum í
brotum lýsir lívið hjá manni
num, sum legði lunnar undir
nýggjan føroyskan sjónleik.
Bókin er eisini fyrsta sjón
leikarsøga okkara í brotum,
skrivar forlagið Sprotin.
Hesir báðir tættir hanga
sama sum krókur og lykkja,
so væl bregdaðir saman, at tú
fært valla tosa um annan utt
an eisini at tosa um hin.
Tá ið tikið verður saman
um, hevur so hesin spegilin,
ið Eyðun saman við øðrum
setti upp fyri okkum fyri
hálvari øld síðan, verið við til
at broyta nakað? Hevur hann
rúmkað okkum samfelagið?
Hevur hann fingið okkum at
pilka onkran fordómin niður?
Vit ætla at varpa ljós á
hetta hendingaríka lívið við
samrøðum, upplestri, kvøð
um, sangi og tónleiki.
– Komið oman á Reinsaríið
hóskvøldið tann 26. kl. 21 –
eftir Gekkin. Har verður nógv
gott fólk á palli, barrin er opin
og karamellur á borðinum,
skrivar Sprotin.
Eyðun Johannes
sen fyllir 80 ár
Tórshavn Tórsgøta 1, 100 Tórshavn
tel. 341800, post@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja
tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá.
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Uppseting: Sosialurin
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
Ábyrgdarblaðstjóri:
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Blaðstjóri:
Barbara Holm
barbara@sosialurin.fo
Fyritaksstjóri
Jonhard Hammer
jonhard@sosialurin.fo
Marknaðardeild
lysing@sosialurin.fo
Stovnaður: 1927
Prent: Prentmiðstøðin