týsdagur 24. apríl 2018síða 8
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 25. apríl 2018 · Nr. 47
8
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
TÍÐINDI
Staðfestingin
frá
menta
málaráðnum av, at Liljan
Weihe
framvegis
er
í
starvi sum tíðindaleiðari í
Kringvarpi Føroya, fekk í
gjár andstøðuna at seta eitt
misálitisuppskot fram móti
Rigmor Dam, landsstýris
kvinnu við mentamálum.
Teir
fýra
andstøðu
flokkarnir finnast at, at
endaliga
avgerðin
hjá
mentamálaráðnum
hevur
eina niðurstøðu, sum ger, at
tíðindaleiðarin framvegis er
í starvi í Kringvarpinum.
Andstøðan sigur, at van
lig praksis er, at eru formlig
mistøk gjørd í einari upp
søgn, so er vanligt, at málið
verður víst til nýggja viðgerð.
Í hesum føri er niðurstøðan
tó, at tíðindaleiðarin er sett
ur aftur í starv.
-Í veruleikanum er hetta
eitt mál um hvør er stjóri ella
leiðari á einum almennum
stovni, sigur Bárður á Steig
Nielsen, Sambandsflokkurin.
-Er tað stjórin á stovni
num ella er tað lands
stýrismaðurin, sum hevur
ovastu leiðsluna á stovni
num. Í hesum føri sær
tað út til, at tað er lands
stýriskvinnan,
sum
setir
seg yvir stjóranum og tekur
leiðsluavgerðir
í
Kring
varpinum, sigur hann.
Politiskt mál
Stríðið um avgerðina hjá
mentamálaráðnum blei eitt
stórmál í gjár. Longu frá
morgunstundini var greitt,
at andstøðan fór at leggja
eitt misálitisuppskot fram.
Tað broytti tingarbeiðið
beinanvegin, tí tá ið eitt upp
skot um misálit verður lagt
fram, so skal tað fáa viðgerð
beinanvegin og soleiðis bleiv
eisini í gjár.
Andstøðan hevur roynt
at sleppa eitt sindur framat,
men higartil eru ongi upp
skot frá andstøðuni sloppin
ígjøgnum skipanina. Sam
gonan hevur síni uppskot
og hevur fingið tey flestu
ígjøgnum við samgongu
atkvøðum.
Andstøðan roknaði held
ur ikki við at fáa nóg stóra
undirtøku í tinginum fyri
uppskotinum,
men
sum
Jørgen Niclassen, formaður
í Fólkaflokkinum, segði, so
helt andstøðan at neyðugt
var at tala at, tí avgerðin í
mentamálaráðnum brýtur
við galdandi praksis.
-Eitt er, at ráðið heldur,
at stjórin í hesum føri hevur
brúkt skeiva mannagongd,
men vanligt er, at tá ið slíkt
hendir, so verður stjórin
vanliga biðin um at viðgera
málið av nýggjum, sigur
Jørgen Niclassen.
Hann leggur afturat, at
í hesum føri hevur lands
stýriskvinnan tikið ræði av
stjóranum og sett tíðinda
leiðarin í starv.
Samgongan
Sum við so mongum øðr
um, so er ósemja millum
andstøðu og samgongu um,
hvør hevur ábyrgdina av tí
avgerð, sum er tikin.
Helena Dam á Neystabø,
Javnaðarflokkurin, vísti á,
at hetta er ein reint fyrisit
ingarlig avgerð, sum lands
stýriskvinnan onga ávirkan
hevur á.
-Landsstýriskvinnan
hevur ikki blandað seg í
hetta fyrisitingarliga málið,
men nú sigur andstøðan, at
tað burdi landsstýriskvinnan
havt gjørt. So tað er ikki lætt:
hevði hon havt lagt seg útí
málið, so hevði hon helst
verið skuldsett fyri at hava
blandað seg uppí eitt fyri
sitngarligt mál, segði Helena
Dam á Neystabø.
Umboð fyri hinar sam
gonguflokkarnar vardu, at
fyrisitingin í mentamála
ráðnum er sloppin at gera
eina niðurstøðu uttan polit
iska uppíblanding.
Hinvegin
heldur
and
støðan, at tað altíð er lands
stýrismaðurin, sum hevur
ábyrgd av tí, sum fer úr
einum aðalráði, tí lands
stýrismaðurin
er
ovasta
leiðslan.
Ingolf S. Olsen, Tjóðveldi,
vísti á, at avgerðin hevur við
sær, at støðan er tann sama,
sum hon var beint áðrenn
tíðindaleiðarin fekk sítt upp
sagnarskriv.
-So í veruleikanum kann
Krsingvarpsstjórin
hygg
ja at tí sum er komið frá
mentamálaráðnum
og
so avgera um hann sigur
tíðindaleiðarin
uppaftur
einaferð afturat, segði hann.
Orðaskiftið um misálitið
var drúgvt, men samgongan
stóð saman og uppskotið um
misálit fall.
Misálit á
Rigmor fall
í tinginum
Andstøðan reisti misálit á landsstýriskvinnuna
við mentamálum í sambandi við
leiðslustríðið í Kringvarpi Føroya
Rigmor Dam, landsstýriskvinna, fekk eitt misálitisuppskot móti sær í tinginum
Ingolf S. Olsen, Tjóðveldi, helt, at hetta vvar ein avgerð,
sum stjórin í Kringvarpinum kann fyrihalda seg til
Bárður á Steig Nielsen, Sambandsflokkurin, helt, at talan er
um at taka leiðslurættin frá einum stovnsleiðarav
í Kringvarpi Føroya, eigur at leiga stovnin og ikki mentamálaráðið, sigur andstøðn