týsdagur 24. apríl 2018síða 10
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 25. apríl 2018 · Nr. 47
10
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
TÍÐINDI
Hallur av Rana
Tá
hoyvíkingurin
Heini
Zachariassen í síðsta mánaði
fór frá sum stjóri í fyritøkuni
Vivino, og handaði róðrið til
avloysaran Chris Tsakalakis,
var tað endin á enn einum
kapitli í ótrúligu søguni um
hvussu ein føroyingur og ein
dani, ið fyri átta árum síðan
absolutt einki kendu til vín
ella vínídnaðin, megnaðu at
byggja størstu vínappina í
heiminum og eru nú á gáttini
til at broyta allan ídnaðin.
Søgan um hvussu Heini
Zachariassen
og
Theis
Søndergaard vóru í villareiði,
tá ið teir skuldu keypa eina
fløsku av víni í einum handli,
tí møguleikarnir vóru nær
um óendaligir, meðan vitan
in var sera avmarkað, er søgd
og endurgivin eina ørgrynnu
av ferðum í alheims miðlum.
Vitjanin
í
handlinum
førdi í 2010 til menningina
av appini Vivino, ið hevur til
endamáls at veita brúkar
um alla neyðuga vitan í tele
fonini, tá tey standa í einum
handli og skulu keypa eina
fløsku av víni.
Tað er nógv sum bendir
á, at Heini Zachariassen
og Theis Søndergaard ikki
eru teir einastu, ið kenna til
kensluna av hjálparloysi, tá
møguleikarnir eru óendaligir
og vitanin er avmarkað, tí
átta ár eftir, at Vivino bleiv
sett á stovn, hevur appin 29
milliónir brúkara og leggjast
dagliga
20.000
brúkara
aftrat.
Bleiv størri enn
væntað
Hóast Heini Zachariassen
ikki longur er stjóri í felag
num, so heldur hann fram
í nevndini og sum Chief
Evangelist.
Tá
Sosialurin
tosar við hann ein mánað
eftir, at hann er farin frá
sum stjóri, viðgongur hann,
at sjálvt hann er eitt sindur
bilsin yvir hvussu stór fyri
tøkan er vorðin.
- Eg hugsi altíð altjóða, og
at tað eg geri skal gerast stórt
altjóða. Men eg skal erligt
viðganga, at eg hevði ikki
væntað, at vit fóru at blíva
so dominerandi á altjóða
marknaðinum. Vit koma at
broyta ídnaðin fullkomiliga,
sigur Heini Zachariassen.
Hugskotið við Vivino er
ein metingarskipan, ið gevur
brúkaranum møguleikan at
geva eitt styrkital og skriva
eitt ummæli um øll vín í
heiminum. Tá ein brúk
ari so skal keypa eina vín
fløsku, kann viðkomandi
skanna hana við telefonini
og við tað sama síggja
hvat aðrir brúkaran meta
um vínfløskuna. Og við 29
milliónum
brúkarum
og
9.408.300 vínum í skipanini
er tænastan vorðin tann
fremsta í heiminum.
- Okkara metingarskipan
er tað, ið fer at stýra ídnaðin.
Teir gomlu, sum meta um
vín, fara meira ella minna
at hvørva, meðan okkara
metingarskipan verður tann
týdningarmesta
fyri
vín
framleiðarar. Tað eru ikki
allir, ið vita tað enn, men
soleiðis verður tað heilt vist
í framtíðini, sigur Heðin
Zachariassen avgjørdur.
Men
hóast
Heini
Zachariassen hugsaði stórt,
tá hann stovnaði Vivino, so
viðgongur hann gjarna, at
veruleikin hevur yvirhálað
hansara egnu dreymar.
- At broyta vínídnaðin
fullkomiliga, tá ið man er
uppvaksin í einum lítlum
fiskivinnusamfelag í Norður
atlantshavinum, er eitt sind
ur løgið. So nei, hetta hevði
eg ikki ordiliga væntað. Eg
hevði væntað, at kundi tjena
eitt sindur pengar upp á
hetta, men eg hevði als ikki
væntað, at tað bleiv so vilt.
Eri nokk so krevjandi
Heini Zachariassen er føddur
og uppvaksin í Hoyvík, men
flutti sum ungur til Dan
markar at lesa. Hann tók
eina HA útbúgving í tí, ið
nú er Syddansk Universitet.
Tað var longu undir
útbúgvingini, at hann
kom hann í samband
við
persónar,
ið
blivu
avgerandi
fyri
hansara
víðari lívsleið.
- Eg hevði
fingist eitt sind
ur
við
trygd
í
einum
lítl
um felag, ið eg
hevði við einum
øðrum. Ein dagin
tók Mortan Lund
so fatur á mær og
bað meg koma og
arbeiða við sær. Vit báðir og
Theis Søndergaard byrjaðu
so antivirus fyritøkuna Bull
Guard saman, greiðir Heini
Zachariassen frá.
Heini Zachariassen ar
beiddi í BullGuard fram til
2008 og hansara tilknýti til
felagið fekk ein enda í 2010, tá
ið hann seldi síni partabrøv
í felagnum. Felagið er enn
til í dag og starvast eini
100 fólk í fyritøkuni. Men
hóast
fyritøkan
er
væl
koyrandi í dag, so koma
stóru dreymarnir hjá Heina
Zachariassen til sjóndar, tá
hann ikki roknar sína tíð har
sum væl eydnaða.
- Tað var fínt nokk, men
tað var ikki ein stór success.
Tað haldi eg ikki, men eg
eri nokk so krevjandi, sigur
Heini Zachariassen.
Tíðin var røtt
Tað var um sama mundi tá
Heini Zachariassen seldi
- At broyta vínídnaðin fullkomiliga, tá ið man er uppvaksin í einum lítlum fiskivinnusamfelag
í Norðuratlantshavinum, er eitt sindur løgið. So nei, hetta hevði eg ikki ordiliga væntað.
Eg hevði væntað, at kundi tjena eitt sindur pengar upp á hetta, men eg hevði als ikki
væntað, at tað bleiv so vilt. Tað sigur Heini Zachariassen, sum í síðstu mánað fór frá sum
stjóri í Vivino, aftaná hann hevur ment hana til eina førandi altjóða fyritøku
HEINI BROYTTI
Eg hugsi altíð altjóða,
og at tað eg geri skal
gerast stórt altjóða. Men
eg skal erligt viðganga,
at eg hevði ikki væntað,
at vit fóru at blíva so
dominerandi á altjóða
marknaðinum