Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-04-24, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 24. apríl 2018síða 12

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 25. apríl 2018 · Nr. 47 12 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 TÍÐINDI ið væntar, at vínídnaðurin stendur frammanfyri sama skifti, ið bókaheimurin upp­ livdi fyri 20 árum síðan. Og tað gevur nógvar møguleikar. - Tað stóra skiftið, sum vit trúgva fer at henda, er tað sama, sum hendi við bók­um fyri 20 árum síðan. Tá fann brúkarin út av, at í staðin fyri at keypa eina bók í einum handli, so kundi við­komandi keypa hana á neti­num. Í handlinum kanst tú røra við bókina, men tú veit ikki, um hon er góð ella vánalig. Á netinum er úrvalið størri og allir hugsandi upp­ lýsingar eru tøkir, sigur Heini Zachariassen og heldur á. - Tann møguleikin hevur ikki verið tilstaðar í víni. Men nú hava vit ment eina app, ið ger at tú kanst fara online, síggja styrkitøl, ummælir o.s.fr., ið tú ikki kanst í fysiska handlinum. Eg trúgvi fólk fara brúka tann møgu­leikan. Tað er tað stóra skiftið, ið fer at koma, og tann bylgjan vilja vit vera við á, sigur Heini Zachariassen, ið upplýsir, at sum nú er, so verður einans umleið 7-8 pro­sent av vínsøluni í USA handlað á netinum. Torført at sleppa róðrinum Eftir átta ár í stjórasessinum í fyritøkuni, ið hann sjálvur stovnaði, hevur Heini Zachariassen nú latið róðr­ ið á skútuni yvir til Chris Tsakalakis. Heini Zacharias­ sen dylur ikki fyri, at tað var tungt at lata ein annar persón taka við leiðsluni av felag­num, men veit at tað er tað besta fyri framtíðina. - Hetta er torført, men eg má trúgva fult og fast upp á tann persónin, ið kemur inn. Eg havi ikki ráð at hava nakran iva um viðkomandi. Men sjálvt tá, er tað torført. Tað er torført fyri ein persón sum meg, ið er vanur at hava eina meining og seta ein kós, at nú skal eg halda munn, tí tað er ein annar, ið setur kósina. Men vit hava ein stjóra, ið eg havi álit á, og eg veit, at hann hvat veit, hvat hann ger, sigur Heini Zachariassen. Tað var í september mán­ að í fjør, at avgjørt varð at leita eftir einum nýggjum stjóra, og var tað ein avgerð, ið Heini Zachariassen stuðlaði og metti var neyðug. - Tað eru nakrir førleikar, ið krevjast, fyri at sita í einum kjallara og byggja eina fyritøku við 130 starvs­ fólk­um. Tað kann man sum stovnari gera, men at taka tað harfrá og byggja tað víðari til eina fyritøku við 1.000-2.000 fólkum, tá krevj­ ast aðrir førleikar og ein annar leiðsluháttur, sigur Heini Zachariassen. Heini Zachariassen er eisini sannførdur um, at í Chris Tsakalakis hevur hann funn­ið ein persón, ið hevur nakr­ar eginleikar og royndir, ið hann sjálvur ikki hevur. - Eitt eg havi lært í lívinum er, at um eg finni onkran, sum hevur gjørt tað fyrr, so verður tað lættari. Um eg skal gera tað, so skal eg læra tað, men um eg fái onkran, ið hevur roynt tað áður, so eru sannlíkindini fyri, at tað eydnast nógv størri, sigur Heini Zachariassen. Taki tað róligt Enn er Heini Zachariassen nógv knýttur at dagliga virk­seminum í fyritøkuni, men so líðandi sum nýggi stjór­in kemur meira inn í viðurskiftini, fær Heina Zachariassen betri tíð til onnur ting í lívinum. Men hvat ger ein persónur, ið hevur brúkt síðstu átta árini at miðsavna seg um at byggja Vivino upp? - Tað er gott at fáa tíð til onn­ur ting, aftaná at man hev­ur koyrt 200 km/t í átta ár við Vivino. Tá ið eg tosi við fólk í somu støðu, so mæla øll til, at eg ikki skal binda meg til nakað ávíst fyrsta ár­ið, hóast tilboðini eru nógv. Men eg fari at taka tað ró­ligt og finna út av, hvat eg hal­di vera áhugavert, sigur Hei­ni Zach­ aria­ssen og leggur aftur­at. - Mær dámar væl at byggja eina fyritøku upp frá grund­ini, men um nakrantíð eg fari at byggja eina stóra fyritøku sum Vivino aftur, tað ivist eg í. hallur@sosialurin.fo - Tað var sera trupult at loysa, tí talið av vínfløskum er óendaligt. Men vit løgdu alla okkara orku í at loysa trupulleikan og søgdu, at tað okkara app skal klára, er at kenna allar vínfløskur í verðini og geva øllum eitt styrkital