Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-04-24, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 24. apríl 2018síða 14

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 25. apríl 2018 · Nr. 47 14 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 TÍÐINDI Í gjár vóru 100 ár síðani fyrsta løgtingsvalið, har bæði kvinnur og menn sluppu at velja. Valið var 24. apríl í 1918 Eirikur Lindenskov 24. apríl í 1918 var løgtingsval – sum sam­stundis var fyrsta løg­tings­valið síðani grund­ lóg­ar­broyt­ing­ina í 1915, sum loyvdu kvinnum í danska kong­a­ríkinum velja á fólka­ tings­val­um og kvinn­um í Før­oy­um velja á løg­tings­val­ um. Tí við grund­lóg­ar­broyt­ ing­ini 5. juni í 1915 fingu kvinn­ur­nar valrætt. Fyrsta grundlógin er frá 5. juni í 1849, og báðar broyt­ ing­a­r­nar, sum eru gjørdar í grund­lóg­ini, eru samtyktar 5. juni, sum tí hevur verið grund­lóg­ar­dag­ur tríggjar ferð­ir. Við 111 atkøvðum fyri og ein­ari ímóti samtykti Fólka­ting­ið at geva kvinnum val­rætt 5. juni í 1915. Seinni hend­an dagin skrivaði Krist­ i­an 10. kongur undir nýggju grund­lógina. Í 1953 hendi tann broyting í grund­lógini, at kvinnulig arva­fylgja varð samtykt fyri danska monarkiið. Hetta til tess at Margreta prin­sessa skuldi kunna taka við trún­ uni eftir pápa sín. Tað kundi hon ikki sambært gomlu grundlógini, og tí hevði syst­ kin­a­barn hennara og javn­ ald­urin, Ingolf, verið kongur í dag, um grundarbroytingin ikki varð samtykt í 1955. Tá var tvey­kam­ars­skip­ an­ini eisini avtikin – við fólka­tingi og lands­tingi. Lands­tingið varð nið­urlagt. Fyri broyt­ing­ina hevði Før­ oy­ar eitt fólka­tings­um­boð og eitt lands­tings­um­boð, sum løgtingið valdi. Síð­ani 1953 hava Føroyar valt tvey fólkatingsumboð í stað­ in. Grøn­land gjørdist sam­ stund­is javn­settur partur av konga­rík­i­num. Fríðrikur 9. kongur skriv­ aði undir grundlógina frá 1953, eftir at hon varð sam­ tykt við fólkaatkvøðu. Á løgtingsvalinum í 1918 gjørd­ist Sjálvstýrisflokkurin størsti flok­k­ur við 11 løg­ tings­monn­um. Sam­bands­ flokk­ur­in fekk 9. Kortini fekk Sam­bands­flokk­ur­in fleiri at­kvøður, 2.950 (50,2%), með­an Sjálv­stýr­is­flokk­urin 100 ÁR SÍÐANI K FYRSTU FERÐ Á L Hóast tað í gjár vóru 100 ár síð­ ani, at kvinnur í Før­oy­um fyri fyrstu ferð sluppu á løg­ tings­val, so hava før­oy­i­ngar til­ sam­ans bara valt 25 kvinnur á ting. Og bara 14 kvinn­ur hava sitið í lands­stýr­ i­num. 6 kvinnur hava havt sæti á tingi sum eyka­ fólk fyri lands­ stýr­is­fólk Eirikur Lindenskov Tað var í 1916, at kvinnur fingu valrætt til Løgtingið. Fyrsta løgtingsvalið var tvey ár seinni, 24. apríl í 1918. Tað skuldu ganga 60 ár og 18 løg­ tings­val hjá føroyingum at venja seg so væl við tankan um, at kvinnur vórðu valdar í løg­tingið. Tað hendi á løgtings­val­ i­num 7. november í 1978, tá Jona Henriksen úr Javn­að­ar­ flokk­i­num og Karin Kjølbro úr Tjóð­veld­is­flokk­i­num vórðu vald­ar á ting í Suð­ur­ streym­oy­ar valdømi. Men Jona Henriksen hevði sitið á tingi valskeiðið framm­au­ndan. Hon stillaði upp til løgtingsvalið í 1974 og fekk við sínum 204 at­kvøð­ um næstflestar at­kvøð­ur á listanum hjá Javn­að­ar­flokk­ i­num í Suðurstreym. Ják­up Lindenskov varð aft­ur­vald­ ur við 477 atkvøðum, men tá hann helt fram í lands­stýr­ inum, tók Jona Henriksen sæti fyri hann í løgtinginum frá 1975 til løgtingsvalið í 1978. Fyrsta kvinna, sum hev­ ur møtt á tingi var Malla Samuelsen úr Sjálv­stýr­is­ flokk­i­num, sum kom inn nakr­ar dagar í 1964 sum eyka­ fólk fyri Marius Johannesen. Men tað er altso ikki fyrr enn í 1975, at ein kvinna, Jona Hen­riksen, hevur fast sæti í ting­sal­i­num. Í 1978 varð løgtings­val­lóg­ in broytt soleiðis, at talið av valdømisvaldum tingfólkum verður økt úr 20 upp í 27. Tal­ ið á eykamandatum verður sam­stund­is lækkað úr 10 nið­ur í 5. Eftir hetta varð tal­ ið av løgtingsfólkum altíð 32. Framm­an­undan var talið skift­andi. Tá lógin um eitt val­dømi kom í gildi í 2008, varð tingfólkatalið hækkað til 33. Broytingin í 1978 førdi við sær, at 8 valdømisvald fólk skuldi veljast í Suð­ur­streym­ oy. Og júst í Suðurstreymoy var møg­u­leikin størstur at fáa kvinn­ur valdar, tí hetta var fólka­rík­asta valdømi. Og soleiðis var longu í 1978, tá Jona Hendriksen varð vald sum nummar tvey hjá Javn­að­ar­flokkinum og Karin Kjøl­bro sum num­m­ar tvey hjá Tjóð­veld­is­flokk­i­ num. Í 1980 røkk Jona Hen­rik­ sen ikki øðrum plássi, tí tá varð hon yvirhálað av Jó­ann­ es Dalsgaard. Karin Kjølbro var einsamøll kvinna á tingi frá 1984 til 1988. Á løgtingsvalinum í 1988 verður Karin Kjølbro afturvald. Hesaferð hevur Tjóð­veld­is­flokk­ur­in tvær kvinnur í fremstu røð, tí á fyrsta pláss­ið verður Jóngerð Purk­hús vald. Og tá verður eis­ini Marita Petersen úr Javnaðarflokkinum vald. Tí eru tríggjar kvinnur í løg­ ting­i­num valskeiðið frá 1988 til 1990. Á valinum í 1990 verða tríggj­ar kvinnur valdar: Lis­ beth L. Petersen, Mar­ita Petersen og Helena Dam á Neystabø, allar úr Suð­ur­ streym­oy­ar valdømi. Í 1994 verða umframt tær tríggj­ar, sum vórðu vald­ar í 1990, eisini valdar Inge­borg Vinther fyri Verk­ a­mannafylkingina. Hon er vald í Suðuroy og Maria Han­ sen í Vestmanna. Nú eru fyri fyrstu ferð kvinnur valdar utt­an fyri Suðurstreym. Í 1998 minkar talið aftur nið­ur á tríggjar kvinnur, sum allar eru valdar í Suð­ur­ streym­oy: Annita á Fríðriks­ mørk, Lisbeth L. Petersen og Katr­in Dahl Jakobsen. Í 2002 verða aftur fýra kvinn­ur valdar – allar úr Suð­ur­streymoy: Annita á Fríðriks­mørk, Kristina Há­ foss, Katrin Dahl Jacobsen og Lis­beth L. Petersen. Í 2004 minkar talið niður á tríggj­ar: Lisbeth L. Petersen, Heidi Petersen, vald í Norð­ streym­oy, og Annita á Fríð­ riks­mørk. Eftir at Føroyar gjørdist eitt valdømi í 2008 fingu kvinn­ur frægari atgongd til løg­ting­ið, tí tá varð talið av kvinn­um meira enn tvífaldað til sjey kvinnur: Katrin Dahl Jac­obsen, Annika Olsen, Ann­ita á Fríðriksmrøk, Hel­ ena Dam á Neystabø, Rósa Sam­u­el­sen, Bjørt Samuelsen og Berg­tóra Høgnadóttir. Í 2011 øktist kvinnu­um­ boð­an­in aftur. Tá vóru 10 Hava bara valt 25 kvinn