týsdagur 24. apríl 2018síða 42
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 25. apríl 2018 · Nr. 47
42
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ragnar Nielsen
rakstrarleiðari
Runavíkar kommuna hev
ur sett 36 ára gamla oynd
firðingin, Ragnar Nielsen, í
starv sum rakstrarleiðara á
vegadeildini hjá kommun
uni. Deildin hevur ábyrgdina
av flestu verkmálum kring
um í kommununi og heldur
til á Lambareiði. Vegadeildin
er partur av teknisku deild
hjá kommununi.
Ragnar
Nielsen
lærdi
til maskinsmið hjá FJM í
Runavík, og síðan er hann
útbúgvin
byggifrøðingur
og kloakkmeistari. Hann
hevur eitt nú arbeitt hjá
ArtiCon og Renovent í Før
oyum, og uttanlands hevur
hann verið í starvi hjá Per
Aarsleff A/S.
Ragnar Nielsen byrjar í
nýggja starvinum á hin 1.
juni.
vilmund@sosialurin.fo
Nú styttist til tíðin
at søkja rennur út
Freistin at søkja lærupláss hjá ArtiCon rennur út týsdagin í næstu viku
Vilmund Jacobsen
Týsdagin hin 1. mai, sum
er týsdagurin í næstu viku,
skulu umsóknirnar til tey 10
læruplássini, sum ArtiCon
hevur bjóðað út, verða fel
agnum í hendi.
- Talan er um spennandi
yrkisútbúgvingar innan be
tong, jørð- og kloakk, timbur
og maskinsmíð.
ArtiCon, sum hevur gjørt
nógv burtur úr at bjóða hesi
læruplássini út, vísir á, at
ætlan felagsins er, at lærl
ingarnir, sum verða tiknir
inn, byrja 1. juni í ár - ella eftir
nærri avtalu.
- Hetta er ein útbúgving,
sum tú kanst brúka alt lívið.
Trivnaður og trygd
Ynskini hjá ArtiCon eru, at
næmingar søkja, sum hava
áhuga og ídni til verkligt
arbeiði.
- Tú eri liðug/-ur við 9. ella
10. flokk í fólkaskúlanum,
ella tú hevur eina miðnáms
útbúgving. Verður tú liðug/-
ur í summar, ert tú eisini
vælkomin at søkja.
ArtiCon ynskir starvsfel
agar, sum eru nærlagdir, álít
andi, duga væl at samstarva
og sum vilja náa einum dygd
argóðum úrsliti.
Eftir
lokna
útbúgving
hevur tú eina grundútbúgv
ing, sum letur nógvar hurðar
upp fyri framtíðar møguleik
um.
- Trivnaðurin og trygd
in hava sera stóran týdn
ing
í
Articon.
Tí
skipa
vit
fyri
serligum
lær
lingadøgum,
regluligum
lærlingasamrøðum
og
ymiskum trygdar- og trivn
aðartiltøkum í lærutíðini,
siga tey hjá ArtiCon.
Neyvari kunning
- Vil tú vita meira um, hvussu
tað er at vera lærlingur í
ArtiCon, er tú vælkomin at
seta teg í samband við Hera
Kjærbo, HR-leiðara, á telefon
286171. Hugaðir ungdómar
kunnu eisini senda umsókn
ina við lívsrensli og prógvum
til starv@articon.fo.
Og sum nevnt, er freistin
at søkja um lærupláss hjá
ArtiCon sett til 1. mai 2018.
STARVSMARKNAÐUR
Lissy gevst hjá
Sjóvar kommunu
Lissy Zachariassen hevur
havt sín seinasta arbeiðsdag
sum vaskikona í Stranda
skúla,
har
hon
hevur
starvast í næstan 40 ár.
Í Sjóvar kommunu siga
tey, at eingin hevur í nýggj
ari tíð verið so leingi í starvi
hjá kommununi sum Lissy.
Við ein drekkamunn á
lærarastovuni
í
Stranda
skúla var herfyri høvi til
ein drekkamunn, har borg
arstjórin,
Artur
Johan
sen, takkaði fyri trúgva og
drúgva tænastu og handaði
Lissy
Zachariassen
eina
gávu sum tøkk.
vilmund@sosialurin.fo
Starv sum
varaskúlastjóri/
deildarleiðari
í Skúlanum í
Eysturkommunu
Hevur tú áhuga og hegni at átaka tær leiðslustarv
í føroyska fólkaskúlanum og virka fyri alsamt at
menna skúlans arbeiði, so hevur tú møguleika at
søkja starvið sum varaskúlastjóri/deildarleiðari í
Skúlanum í Eysturkommunu.
Í Skúlanum í Eysturkommunu eru um 270
næmingar. Í skúlanum ganga næmingar úr 0.
til og við 7. flokk. Innskúlingin, 0. til 3. flokkur,
ganga í skúlanum í Leirvík, og miðdeildin, 4. til 7.
flokkur, ganga í skúlanum í Gøtu. Skúlin hevur
eisini eina serdeild til næmingar við serligum
tørvi.
Í skúlanum starvast 24 lærarar, 2 námsfrøðingar
og 3 námsfrøðiligir stuðlar.
Um starvið
Søkt verður eftir varaskúlastjóra/deildarleiðara,
sum undir ábyrgd og í samstarvi við skúlastjóran
skal taka lut í fyrisitingarligu og námsfrøðiligu
leiðsluni av virksemi skúlans. Harafturat skal
viðkomandi duga at samstarva, vera fyrikomandi
og fúsur at taka á seg uppgávur í samstarvi og
eftir fyriskipan skúlaleiðarans.
Førleikakrøv
Umsøkjarar skulu hava fólkaskúlalæraraútbúgving
og starvsroyndir í fólkaskúlanum. Harumframt
er tað ein fyrimunur, um umsøkjarar hava
leiðsluroyndir og leiðsluútbúgving.
Løn og setanarviðurskifti
Setanarøkið er undir Mentamálaráðnum og við
tænastu í Skúlanum í Eysturkommunu. Tann, ið
settur verður, eigur at tola broytingar starvinum
viðvíkjandi.
Starvið verður lønt í lønarflokki 33.1 sambært
avtalu millum Fíggjarmálaráðið og Føroya
Lærarafelag.
Undirvísingartalið verður ásett eftir galdandi
reglum.
Umsóknir
Umsóknir við c.v. og avrit av prógvum skulu verða
skúlastjóranum í hendi í seinasta lagi 7. mai kl.
18.00.
Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til
Fríðfinn Johnsson, skúlastjóra, á tlf. 730060. ella
fridfinnur.johnsson@skulin.fo
Skúlin í Eysturkommunu, Samognarbøur 4, 520
Leirvík og við Gjónna 4, 530 Gøta. Heimasíða:
www.skeyk.fo