mánadagur 30. apríl 2018síða 2
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 30. apríl 2018 · Nr. 48
2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Oddagrein
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
TÍÐINDI SÍÐA 8
Bret
land avger
príns á
hjýsu
TÍÐINDI SÍÐA 8
Nánd
nýtt
heilsu
tilboð
Eina millión og fimmhundraðtús
und krónur. Tað er fyribils rokning
in fyri royndina hjá 15 tingfólkum
at spenna bein fyri Høgna Hoydal
og Aksel V. Johannsen.
Latið okkum líka sláa fast, at tað
er í fínasta ordan, at tingskipanin
gevur møguleika at seta kanningar
stjóra at kanna, um landsstýrisfólk
røkja sínar uppgávur til fulnar.
Tað at tú hevur slíkt vald, tað
merkir ikki, at tú skalt misnýta
slíkt vald.
Men tað verður gjørt í heilum.
Hjá løgtingsfólki hevur tað
so stóran týdning at gera sínum
mótstøðufólki fortreð, at tey hava
einki problem við at brúka mill
iónir í fleng bara í vónini um at
fella – í hesum føri Høgna Hoydal
og kanska løgmann og helst lands
stýrissamgonguna við.
Tað var tann samlaða andstøðan
– uttan Kaj Leo Holm Johannesen,
ið sum tann einasti í andstøðuni
heldur hetta vera fjant og fjas við
hesum kanningunum, sum kravdi
at fáa hesa kanningina setta í verk.
Vit kunnu skjótt finna í minsta
lagi 1.500.000 endamál, sum hesar
1.500.000 krónurnar betur vóru
farnar til, enn til ein advokat, sum
í veruleikanum bara sigur »nei« til
skuldsetingarnar hjá andstøðuni.
Og tað besta av øllum er, at frá
greiðingini er ein boomerangur
serliga til Fólkaflokkin, sum hevur
umsitið Fiskimálaráðið mestu tíð
ina, har hendan siðvenjan er skapt,
sum Høgni Hoydal hevur arbeitt
eftir.
Men úrslitið var eftir øllum at
døma ikki »tað rætta«, nú tað fyri
liggur uttan at skaða ella hótta
landsstýrismannin.
Tað skal sigast, at tað ikki bara
er núverandi andstøða, sum krev
ur slíkar advokatkanningar. Tað er
upp á sítt pláss viðhvørt, at arbeiðs
hátturin hjá landsstýrisfólki verður
lagdur undir luppin. Men tá skaða
frøin soleiðis lýsir úr tingfólki, so
er tað als ikki í lagi. Og tað gjørdi
tað í hesum føri – og tað hevur tað
gjørt fyrr eisini. Tað er tó gott, at
politikararnir ikki eisini sleppa
at avgera úrslitið av kanningini,
soleiðis sum til dømis Jacob Vest
ergaard hevði hugsað sær hesaferð.
Veljarin eigur at seta sær spurn
ingin, um hann finnur seg í, at pol
ikkur er á so lágum støði. Tú kennir
tað í heilum so, at tú verður alsamt
býttari, meira tú lurtar. Og tá
skattgjaldarin skal rinda milliónir
í berari skaðafrøi, tá átti at verið
ovboðið.
Um politikarar ikki taka sær
aðrar partar fyri og uppføra seg
ordiligt, so verður galin endi við
demokratinum, tí hetta er ikki at
halda út, tað sær veljarin!
BRÚKA PENGAR Í ÓREINHEIT
At tað var rætt av løgmanni at
avlýsa setanina av ráðstevnu
hjá Pro Vita dýrabiðidag,
prógvar hesin víðgondi fostur
tøkuandstøðingurin sjálvur á
Facebook.
Undir vitjan síni í Føroyum
um vikuskiftið, er hann vorðin
varugur við, at landskona
hansara, Gro Harlem Brundt
land eisini vitjar í Føroyum.
Og Ludvig Nessa heldur
týðuliga ikki nógv um fyrr
verandi norsku forsætisráð
funna, sum fylti Norðurland
ahúsið í gjárkvøldið. Heilsanin
hon fær frá landsmanni sínum
er, at hon er ein mordari:
»For et sammentreff! Jeg
får visst mulighet til å treffe
landsmorderen Gro Harlem
Brundtland mens jeg er her på
Færøyene«.
Soleiðis skrivar hann orða
rætt á facebookvanga sín
um. Har skrivar hann eisini
soleiðis:
»Da jeg var ung, snakket
Gro Harlem Brundtland om
"celleklumper". Slik løy hun om
barnet i mors liv. Denne løgnen
har nå kostet mange hundre
tusen små nordmenn livet.
Hun er definitivt ikke lands
moderen. Landsmorderen er
en langt mer passende tittel.
Hun er lege og visste godt hva
hun gjorde. Man kan nest
en begynne å lure på, om det
kunne være en tilfeldighet, at
hun ble født på Hitlers 50 års«.
Løgið sjónarmið frá per
sóni, sum kallar seg kristið
fólk, og sum fegin stillar seg
í fremstu røð at vísa, hvussu
góð, rættvís, trúgvandi og
nógv betur tey eru, enn onnur
menniskju, ið ikki stilla seg á
geilarhorn at erpa sær av síni
trúgv. Lítið kristiligt er tað at
kalla Gro Harlem Brundtland
ein mordara.
Eitt er at stríðast fyri eini
søk. Men einki kristiligt er í at
døma onnur á slíkan hátt.
– So púra rætt gjørdi løg
maður. Tað hevði verið fúl
skomm at latið løgmann legi
timerað slíkt vrøvlhøvd!
Nessa kallar Gro Harlem
Brundtland fyri mordara
Tá skaðafrøin er drív
megin, so má tað enda galið
Ludvig Nessa varð í 1991 dømdur úr prestaembætinum, men
noktaði at flyta úr prestagarðinum. Løgreglan mátt fáa lása
smið og glarmeistara fyri at fáa atgongd til prestagarðin. Her
verður Ludvig Nessa borin út úr prestagarðinum av tveimum
løgreglumonnum
Mynd: Agnete Brun / NTB / Scanpix
1.mai-hald verður á Reyða
Torginum í Vestmanna, týs
dagin 1. mai kl. 16.00.
Røðarar verða tey trý:
Rakul í Gerðinum, forkvinna
í
Heilsurøktarafelagnum,,
Ingolf S. Olsen, løgtingsmað
ur, og Aksel V. Johannesen,
løgmaður
Fundarleiðari verður Páll
Hellu, formaður í Vestmanna
Arbeiðarafelag
Hetta er fimta árið, at
skipað verður fyri 1. mai-
haldi í Vestmanna, og eins og
til sera væleydnaða tiltakið
í fjør, eru tað aftur hesaferð
Vestmanna Arbeiðarafelag,
Norðstreymoyar Javnaðar
felag
og
Norðstreymoyar
Tjóðveldisfelag, ið hava tikið
seg. saman um at hátíðar
halda altjóða verkamanna
dagin.
Eisini í ár verður tað við
góðum tónleikaligum stuðli
frá Vestmanna Hornorkestri
undir leiðslu av Atla Peter
sen og tøkniligum stuðli frá
ungdómshúsinum Staðnum
við leiðaranum Paula Magn
ussen.
Aftaná røður og tónleik
bjóðar Vestmanna Arbeiðar
afelag drekkamunn og kak
ubita í felagshølunum beint
við Torgið.
Øll eru hjartaliga vælkom
in, siga fyrireikararnir, sum
eru Vestmanna Arbeiðara
felag, Norðstreymoyar Javn
aðarfelag og Norðstreymoyar
Tjóðveldisfelag.
1. maidagshald á
Reyða Torginum
Frá 1. mai-haldinum í fjør, har m.a. Jóanes Nielsen og
Barbara Gaardlykke Apol hildu røðu
Tórshavn Tórsgøta 1, 100 Tórshavn
tel. 341800, post@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja
tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá.
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Uppseting: Sosialurin
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
Ábyrgdarblaðstjóri:
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Blaðstjóri:
Barbara Holm
barbara@sosialurin.fo
Fyritaksstjóri
Jonhard Hammer
jonhard@sosialurin.fo
Marknaðardeild
lysing@sosialurin.fo
Stovnaður: 1927
Prent: Prentmiðstøðin