mánadagur 30. apríl 2018síða 4
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 30. apríl 2018 · Nr. 48
4
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
POLITIKKUR
Fyrrverandi
landsstýrismaðurin
við fiskivinnumálum,
Jacob Vestergaard,
er stak illa nøgdur
við niðurstøðuna hjá
kanningarstjóranum,
sum kannaði
Høgna Hoydal,
landsstýrismann
Árni Gregersen
Niðurstøðan hjá kanningarstjóran
um, Kristinu Samuelsen, sum kann
aði Høgna Hoydal, landsstýris
mann, hevur sett kílar í politisku
skipanini.
Meðan Høgni Hoydal, lands
stýrismaður, og samgongan sum
heild taka niðurstøðuna til eftir
tektar, so er andstøðan í øðini.
Fyrst og fremst er tað Jacob
Vestergaard, Fólkaflokkurin, fyrr
verandi landsstýrismaður við fiski-
vinnumálum, sum er ónøgdur við
niðurstøðuna hjá kanningarstjór
anum.
Í sambandi við, at kanningar
stjórin sigur, at landsstýrismaðurin
ikki gava sær far um, at hann var
kunnaður í telduposti, sigur Jacob
Vestergaard:
-Nú ber væl til hjá landsstýris
fólkum at siga ósatt og villeiða
Løgtingið, bara ein aftaná tykist
óvitandi.
Jacob Vestergaard vísir til, at tað
er vanligt í okkara rættarskipan,
at ein hevur skyldu at halda seg
kunnaðan um tað ein skal og tað,
at ein ikki veit um galdandi lógir
og reglur, ongantíð hevur kunnað
brúkast sum umbering.
- Í hesum føri bað Høgni Hoy
dal um at verða kunnaður um
allar umsóknir um flytan av veiði
loyvum. Høgni Hoydal bleiv kunn
aður. Í Løgtinginum latst hann
ikki at kenna til málið, og kanning
arstjórin kom til ta niðurstøðu, at
Høgni Hoydal ikki segði ósatt ella
villeiddi Løgtingið, tí hann ikki
hevði “givið sær far um” kunning
ina, sigur Jacob Vestergaard, ting
maður.
Var kunnaður
Í niðurstøðuni hjá Kristinu Samuel
sen, kanningarstjóra, stendur, at í
veruleikanum eru allar flytingar
av veiðuloyvum lógligar.
-Tað er løgið, at Løgtingsins Um
boðsmaður og kanningarstjórin
koma til so ymiskar niðurstøður.
Kann hetta hava nakað at gera,
hvør er landsstýrismaður, spyr
Jacob Vestergaard.
Tingmaður Fólkafloksins finst
eisini hvassliga at, at kanningar
stjórin tekur tað fyri góða vøru, tá
ið landsstýrismaðurin sigur, tá ið
hann var avhoyrdur, at hann ikki
gav sær far um hvat tað var sum
hendi.
Í meting sínari skrivar kanning
arstjórin, , at tað er onki, sum bendi
á, at tað ikki var rætt, tá ið Høgni
Hoydal, landsstýrismaður, upplýs
ir, at at hann einans var gjørdur
varugur við flyting frá línuskipi til
uppsjóvarskip.
“Hóast bæði landsstýrismaðurin
og aðalstjórin í fiskimálaráðnum
høvdu fingið fráboðan um, at
veiðuloyvið hjá “Helenu” var flutt
til “Slættaberg” í 2016, so tykist tó
greitt, at hvørgin av teimum góvu
sær far um, at talan va rum eina
flyting frá einum línuskipi yvir 110
tons til eitt uppsjóvarskip”, skrivar
kanningarstjórin.
Jacob Vestergaard, heldur, at
hóast kanningarstjórin stendur
við próvtilfarinum í hondunum,
velur hon at trúgva tí, sum Høgni
Hoydal sigur.
- Er nøkur orsøk til at savnað
próvtilfar, tá ein trýr fult og fast
Jacob Vestergaard:
ROT ER
KOMIÐ Í
SKIPANINA
Høgni Hoydal, landsstýrismaður, var fegin um niðurstøðuna hjá kanningarstjóranum.