Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-04-30, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 30. apríl 2018síða 18

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 30. apríl 2018 · Nr. 48 18 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Jóannes Hansen Kappingin er long, og øll lið eru við­ hvørt betri fyri og aðrar tíðir verri fyri. Soleiðis plagar at verða tikið til, og so verður lagt aftrat, at tað ræð­ur um at vera á rætta staðnum, tá ið tað av álvara verður farið und­ ir endaspurtin. Í botninum broytist lítið. 07 Vestur leingist framvegis eftir fyrsta sigrinum, og í løtuni sær tað svart út hjá teimum har vesturi. Burtur­sæð frá AB vunnu øll hini úr­tøku, sum tað kann roknast við fara at kappast um at sleppa undan niður­flyting. Hvussu tað verður við niður­ flyt­ingini valdast, hvussu tað fer at gangast hjá teimum, ið kappast fyri at flyta upp úr næstbestu deildini. Í løtuni sær tað út til, at tað bara eru næst­bestu liðini hjá KÍ og NSÍ, sum megna at bjóða AB og B68 av. Tað vil við øðrum orðum siga, at tað í hvussu so er verður eitt lið, sum fer at flyta upp – og kanska tvey. Í toppinum tóku tey bæði, sum eiga heimavøll í Gundadali, stór fet rætta vegin ígjár. At B36 vann 3-2 ímóti KÍ ber við sær, at nú hava øll tapt í hvussu so er einaferð. KÍ avrikið var ikki sann­førandi. Eftir tríggjar sigrar á útivølli á rað – ímóti HB, NSÍ og Suðringum – og heimasigur ímóti AB hevur tað ikki verið sann­før­ andi hjá klaksvíkingum. Nú hava teir ikki vunnið fulla úrtøku í trim­ um av fýra teimum seinastu ferð­ unum: javnleikur á Skála, haltandi og tepur sigur á EB/Streymi, steypa­tap í Trongisvági og tap í Gunda­dali í gjár. Við 3-2 sigrinum fekk B36 um endan, og um tað sunnudagin eydnast at vinna fulla úrtøku í Runa­vík verður B36 rættiliga við í kapp­ingini um fremsta plássið. Heimir og HB í hopla HB-07 Vestur 3-0 Fyri sættu ferð á rað fór HB av vøllinum við fullari úrtøku. Í fimm landskappingardystum er mál­ munurin 10-1, og flaggdagin endaði steypadysturin á Toftum við 4-0 sigri. HB venjarin var í gjár fegin um 3-0 sigurin, og hann var í stóran mun nøgdur við tað, sum hann hevði sæð, men heilt nøgdur var hann ikki: -Vit vóru ikki nóg nærlagdir í verju­partinum í fyrra hálvleiki. Ken Fagerberg megnaði at vinna teimum møguleikar, men hetta varð betri eftir steðgin, tá ið vit vóru raskir bæði í verju og álopi. Símun Samuelsen hevur verið væl fyri síðani kappingarbyrjan, og hann skoraði aftur hesa ferð. Vit vóru ikki heilt álvuligir við støðuna so leingi, sum tað bara var eitt mál á muni, men so avgjørdi Adrian Justinussen við at skora tvey mál, og Símun var við í upp­ spælinum. Serliga hugaligt var tað, tá ið frísparksstøðan, sum hjálp­arvenjarin Rasmus Nolsøe leygar­dagin vandi við Adriani og Magnusi Egilsson bar mál við sær, sigur Heimir Guðjónsson. HB venjarin heldur, at tað sær huga­ligt út: -Vit hava latið ov nógv mál fara ígjøgnum í tí, sum er farið av kappingini. Hugaligt er, at tað hevur gingið rætta vegin, og vit vóna, at tað framvegis fer at ganga rætta vegin. Vit arbeiða miðvíst og nógv, og tað líkist so spakuliga tí, sum vit ætla, at tað skal gera, sigur HB venjarin. Tað kennist sjálvandi tungt hjá 07 Vestur, at úrtøkan úr átta teim­ um fyrstu umførunum bara er eitt stig: -Vit spældu okkum til tríggjar stórar møguleikar í fyrra hálvleiki, men vit vunnu ikki úrtøku. Hóast teir skoraðu, so spældu vit okkum til tveir stórar møguleikar aftrat, men tíverri megnaðu vit ikki at skora. Tað er nógv framtíð í unga lið­num – sjey lokalir spælarar eru í miðal nítjan ár – men vit mangla roynd­irnar og tað, sum skal til, tá ið talan er um rutineraðar spælarar, sigur Pauli Poulsen venjari hjá 07 Vestur. Pauli Poulsen hevur ikki mist mótið: -Vit skulu arbeiða nógv og miðvíst, og tað skal ikki so nógv til. Um vit vinna tvey góð úrslit, so verður tað ikki so langt frá bjarg­ingini. Ken Fagerberg og Jón Kross­lá Poulsen hava verið skaða­ dar­vaðir, men nú vóna vit, at teir fara at koma fyri seg, og tað rokna vit við fer at hjálpa, sigur Pauli Poulsen. Suðringar argaðu Maurice Ross Víkingur – Suðringar 0-0 Í fjør vunnu Suðringar fram ímóti kappingarenda 3-2 í Sarpu­ gerði. Í gjár endaði tað mál­leyst. Í fjør skoraði Stefan Rado­sav­ lje­vic tvey mál í Sarpugerði. Í gjár hevði hann í fyrra hálvleiki tvær góð­ar royndir. Víkingarnir vóru sum runnir í stein, meðan Suðringarnir fegn­ aðust yvir at hava vunnið eitt stig ímóti meistarunum og fyrrverandi venjara­num hjá Suðringum Maurice Ross. -Síðstu løtuna hugsaði eg ikki annað enn møguleikan, at vit aftur skuldu missa á stokkinum so­ leiðis, sum vit gjørdu ímóti bæði B36 í Havn og HB í Trongisvági. Spælararnir hildu høvdið kalt, teir vóru fokuseraðir og vístu framúr hug­burð. Eg unni teimum so inni­ liga, at tað eydnaðist teimum at vin­na stig á útivølli ímóti meistara­ lið­num. Avrikið vísti, at tað gongur rætta vegin. Serliga væl gekk í fyrra hálvleiki. Eftir steðgin orkaðu vit ikki tað sama. Steypadysturin miku­dagin ímóti KÍ sat í beinunum, heldur Glenn Ståhl, venjari hjá Suðr­ingum. Víkinga venjarin var vónbrotin: -Vit spældu okkum til risa møgu­leikar – kanska seks ella sjey – og vit áttu at vunnið við trimum málum. Vit kiksaðu úr trimum og fýra metrum. Soleiðis hevur tað verið fleiri ferðir, og nú vóna vit, at tað fer at venda hjá okkum, sigur Maurice Ross. Stórir møguleikar og einki mál EB/Streymur – Skála 0-0 Málleysur javnleikur borgar ikki so ofta fyri serligum undirhaldi. Tað endaði 0-0 í Hólmanum á Eiði, har Skála var gestur. Tað var sera undirhaldandi, og tað vóru møgu­ leikar í báðum endum. -Vit ætla okkum at flyta longri upp á støðutalvuni. Tí er tað ikki nóg gott, tá ið tað ímóti Skála á heima­vølli endar javnt. Vit eru alt FÓTBÓLTUR HB, NSÍ og B36 tóku seg stór fet nærri toppinum, meðan Víkingur snávaði á heimavølli, og EB/Streymur og Skála spældu undirhaldandi málleysan javnleik NÚ ER GUNDA­ DALUR Á TINDINUM FRÓÐI ÓLASON OLSEN AB: Undarlig kensla, sum at spæla ímóti bgippotrýss. Vit SPÆLA fótbólt, eru enn einaferð betra fótbóltsliði, men fáa einki stig á kontoina. Drívið á dreingir, stigini skulu nokk koma. Frens forever. RÓGVI DAM EB/STREYMUR: Eg sá ikki dystin vegna arbeiði. Ikki gott nokk á Heimavølli. Men eitt stig er betur enn einki. Saman standa vit sterk. KRISTIAN JOENSEN KÍ: Lá ikki fyri at fara til dyst hesuferð, men at tapa í Gundadali er eingin katastrofa. Vit liggja enn nr 1 JAN BOLSTAD ANTONIUSSEN NSÍ: Ikki er tað pent. Men so leingi vit vinna dystir, so skíti eg á tað! Ein arbeiðssigur! Tá vit einaferð byrja at skora uppá kjansirnar, so vera vit ringir at steðga! Góðir! BJØRG OLSEN SKÁLA: Vit vóru nógv tað betra liði í dag, men tá man ikki skorar uppá møguleikarnar, so kann tað ikki blíva øðrvísi. 1 stig er 1 stig, og betri enn einki. Go Skála