Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-04-30, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 30. apríl 2018síða 20

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 30. apríl 2018 · Nr. 48 20 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 FÓTBÓLTUR FÓTBÓLTUR FRAMGONGD HJÁ BÁÐUM LIÐUM Felags fyri bæði B36 og KÍ er, at liðini eru í framgongd í mun til sama tíðarskeiðið í kappingini fyri einum ári síðani. KÍ hevur í ár trý stig fleiri enn teir høvdu eftir átta umfør í fjør, og B36 hevur heili sjey stig fleiri enn teir høvdu eftir átta umfør farna kappingarár. Í einum ferðmiklum, undirhaldandi og væl leiktum dysti, meldaði B36 seg sunnudagin inn í FM-stríðið í Betri- deildini, tá teir sum tað fyrsta liðið í landskappingini hetta kappingarárið megnaðu at vinna ímóti KÍ André Olsen Tað er langtsíðani at rómurin í B36- leguni hevur verið so stórur, sum hann var tað, tá dómarin, Kári á Høvdanum, bríkslaði fyri seinastu ferð í dystinum millum B36 og KÍ sunnu­dagin. Við at vinna 3-2 móti odda­liðnum, KÍ, meldaði B36 seg av álvara inn í oddastríðið hetta kappingarárið, har B36 nú bert hevur trý stig upp til KÍ og HB, ið liggja á deilda fyrsta plássinum í deild­ini. B36 venjarin, Jákup á Borg, segði eftir dystin, at hann hevði brúkt nógva orku í upplegginum til dystin uppá at greiða leikarunum frá, um týdn­ingin av dystinum móti KÍ sunnu­dagin. Vit vistu undan dystinum, at hesin dysturin hevði serliga stóran týdn­ing. Høvdu vit tapt, so hevði KÍ farið ov langt frá okkum, og tað kundi gjørt kappingarárið hjá okkum trupult. Eisini skuldu vit í dag prógva, at vit kláraðu at spæla við móti teimum ”stóru”. Og tað útførdu vit framúr væl. Hóast tað stóð eitt sindur á móti endanum, so arbeiddu mínir leikarar framúr væl í dag, og tað sæst eitt týðuligt nøgd­ semi á leikarunum nú eftir dystin, so eg eri fantastiska væl nøgdur, segði ein fegin Jákup á Borg eftir dyst­in. Ungir miðvallarar skaraðu framúr Í mun til vanligu uppstillingina hjá B36, vóru ávísar broytingar á B36 liðnum sunnudagin. Teir báð­ir sentralu miðvallararnir, Ró­ aldur Jakobsen og Eli Falkvard Niel­sen, ið vanliga altíð spæla á teimum báðu sentralu mið­vallar­ plássunum, sótu báðir uttanfyri við skaða, og ístaðinfyri teir báð­ ar, fingu blaðungu Magnus Holm Jacobsen og Erlendur Magnus­son møguleikan. Og ungu mið­vall­ ararnir tóku av álvara av møgu­ leikanum. Báðir mið­vall­ar­ar­nir vóru eyðsýndir gjøgnum all­an dystin, og vóru kanska høvuðs­or­ søkin til at B36 var so greitt oman­á leikliga ímóti KÍ. B36 venjar­in, Jákup á Borg, hevði eisini rósandi orð at bera unga mið­vallara­ parinum eftir dystin. Teir báðir ungu leikararnir á mið­vøllinum gjørdu tað framúr væl. Teir hava ikki nógvar royndir, men báðir tveir hava eitt øgiligt potentiale. Vit vita áðrenn hvussu nógvar metrar Erlendur klárar at rúma sum miðvallari í renniorku, og so loysir Magnus Holm Jacobsen eisini sína uppgávu framúr væl. Tá man hugsar um týdningin av dystinum, um hvussu nógvar áskoðarar vóru til staðar og annað, so eru bæði avrikini einki minni enn klassi, segði B36 venjarin, Jákup á Borg. Lukasz aftur í gamla lagnum Undan dystinum móti KÍ sunnudagin, hev­ur B36 venjarin, Jákup á Borg, havt pól­s­ka profilin, Lukasz Cieslewicz, á bonki­num í nakr­ar dyst­ir. Men sunnu­dag­ in var Lukasz Ciesle­ wicz aftur ímillum teir fyrstu 11 á liðnum hjá B36. Og ávirkanin av at hava byrja uttanfyri í nakrar dystir, hevur helst verið júst soleiðis, sum Jákup á Borg hevur havt ætlanir um áðrenn. Tí avrikið hjá Lukasz Cieslewicz var sunnudagin fram­ úr. Pólski úrmælingurin, sum hevur verið størsti profilur í før­ oyskum fótbólti seinastu nógvu árini, var aftur í gamla lagnum, og var dystaravgerandi. Og tá Lu­ kasz Cieslewicz rakar tílíkar dagar, er Lukasz Cieslewicz helst besti leikari í føroysku kappingini yvir­ høvur. Manglaðu neyðuga hepnið Hjá KÍ var ósigurin móti B36 sunnu­dagin tann fyrsti ósigurin í Betri-deildini hetta kappingarárið. KÍ miðvallarin, Jákup B. Andreasen, helt eftir dystin, at KÍ manglaði neyðuga hepnið til at fáa stig burtur­úr dystinum móti B36. Vit trýsta teir langt aftur í egnan 16-metur móti endanum, og hava fleiri innlegg og deyðbóltar, men vit mangla neyðuga hepnið í dag til at fáa avgerandi kjansirnar. Sum heild haldi eg eisini, at seinni hálvleikur hjá okkum var í lagi, men tað sá út til at vit fingu ein ordans kvøkk í fyrra hálvleiki, tá B36 skoraði tvey skjót mál. Vit hava tó vita, at vit helst komu at tapa onkran dyst hetta kappingarárið, og tað varð so í dag. So tað er sjálvandi erguligt at tapa tveir dystir á rað (Steypadysturin móti Suðringum eisini), men vit fara heilt víst at reisa okkum aftur komandi dyst móti Víkingi, segði KÍ miðvallarin, Jákup B. Andreasen eftir dystin. B36 kann fara allan vegin Sigurin hjá B36 sunnudagin ber við sær, at oddurin í Betri-deildini nú er tódnaður nógv. Bert fimm stig skilja fremsta plássið og fimta plássið, og ilt tykist vera at siga, hvør størsti favoritturin til FM- heitið í løtuni sær út til at vera. Men sum spælið hjá B36 var sunnudagin í mun til sterku mótstøðuna, prógvaði B36, at teir skulu takast í álvara í FM-stríðnum. Tað hóast at fleiri av stóru profilunum sótu uttanfyri við skaðum. Fótbóltur Dysturin hesa vikuna... B36 MELDAÐI SEG INN Í ODDASTRÍÐIÐ