týsdagur 1. mai 2018síða 4
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 2. mai 2018 · Nr. 49
4
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Fara eisini at framleiða surimi
Tað er ikki soleiðis, at surimiverkætlanin á Tvøroyri fór upp í royk
saman við herviliga eldinum í fjør summar
Vilmund Jacobsen
Jákup Jacobsen, stjóri í Varðanum,
sigur, at tá Varðin Pelagic á Tvøroyri
hevur fingið høvuðsframleiðsluna,
sum er makrelur, upp at koyra aft
ur, verður farið at hyggja upp á
surimiverkætlanina.
- Tað er ikki soleiðis, at surimi
verkætlanin fór í eldinum á Tvør
oyri. Nú vit byggja virkið upp aftur,
verður pláss gjørt til surimivirkið
innan karmarnar av nýggja virk
inum.
Jákup Jacobsen vísir á, at áður
varð virkið ætlað at verða í bygn
inginum, har landingarmiðstøðin á
Tvøroyri var áður, men tann bygn
ingurin varð rivin niður eftir elds
brunan.
- Eg havi vónir um, at surimi
virksemið hjá Varðanum Pelagic so
smátt kann byrja seint í heyst, tá
skipini fara aftur á svartkjaftaveiði,
helst í november ella desember.
- Surimiverkætlanin er framveg
is aktuell á Tvøroyri, leggur Jákup
Jacobsen aftrat.
Varðin Pelagic fær nú
ein betri virkisbygning
- Vit hava valt ein byggihátt, sum er munandi
tryggari enn tann, sum var áður. Hetta hevur
verið eitt meira kompliserað arbeiði, men vit
fáa eisini ein nógv betri bygning, sigur Bogi
Jacobsen, stjóri í Varðanum Pelagic
Vilmund Jacobsen
Arbeiðið at byggja Varðan Pelagic
á Tvøroyri gongur sína gongd, og
fyrst í juni mánaði verður verk
smiðjan ætlandi royndarkoyrd - í
fyrstu syfti við smáum nøgdum av
fiski, helst svartkjafti.
Tá so makrelvertíðin byrjar síðst
í august, verður klárt at fara undir
framleiðslu.
Stór avbjóðing
Tað verður eitt ár hin 9. juni í ár,
síðan framleiðsluvirkið hjá Varð
anum Pelagic á Tvøroyri brendi í
grund. Eftir herviliga eldin, stóðu
frystigoymslan og skrivstovubygn
inurin eftir.
Bogi Jacobsen, stjóri í Varðanum
Pelagic, heldur, at arbeiðið at byggja
virkið upp aftur eftir umstøðunum
hevur gingið væl, tí tað er ein stór
avbjóðing at byggja eitt so stórt
virki upp aftur á vetrardegi.
Í fyrsta lagi er tað byggivirkið
hjá feðgunum báðum, Thormanni
og Mortan Thormanni Vang, Sp/f
MTV-Byggivirki, sum hevur bygt
7.500 fermetra stóra virkið á Tvør
oyri uppaftur.
Men, í samlaðu verkætlanini eru
nógvir ymiskir veitarar, bæði stórir
og smáir.
Bogi Jacobsen vísir á, at tá teir
sóu, at virkið ikki fór at klára at
taka ímóti fiski aftur longu fyrst í
hesum árinum, valdi felagið nakrar
øðrvísi loysnir, sum hann eisini
segði við KvF um vikuskiftið.
- Hetta eru loysnir sum gera,
at virkið er vorðið betri, men tær
taka longri tíð at fremja. So, vit fáa
eitt nógv betri virki nú, sum eisini
kemur at framleiða ymiskar aðrar
vørur, ið vit ikki hava framleitt
áður.
Stjórin vísir á, at ein byggiháttur
er valdur, sum er munandi tryggari
enn tann, sum var áður.
- Vit hava brúkt ógvuliga nógv
betong, og ein partur av bygning
inum er í trimum hæddum. Hetta
hevur verið eitt meira kompliserað
arbeiði, sigur Bogi Jacobsen.
Laga seg til lóggávu
Nú nógvur svartkjaftur er landaður
í Føroyum, samstundis sum kravið
hjá Fiskimálaráðnum hevur verið,
at allur fiskurin skal landast í Før
oyum, hava skip stundum eisini
bíðað eftir landingartørni hjá Havs
brún í Fuglafirði.
Um dagarnar kom so Fiskimála
ráðið við einari fráboðan um, at
landsstýrismaðurin, Høgni Hoy
dal, tekur kravið aftur um, at allur
svartkjaftur skal landast um før
oyskan bryggjukant.
Sambært uppskoti, sum er sent
til hoyringar, verður kravið um
landing í Føroyum tikið av fram til
14. juni í ár at rokna.
- Fiskiskapurin eftir svartkjafti
er nú í føroyskum sjógvi, so vænt
ast kann, at túrarnir hjá skipunum
verða stytri samanborið við túrar á
longri farleið. Við góðum fiskiskapi
fer hetta at leggja enn størri trýst
á móttøkuna á landi, sigur lands
stýrismaðurin.
Tíð til tillaging
Bogi Jacobsen vísir á, at tað fer at
taka tíð hjá vinnuni at tillaga seg
nýggju lóggávuna.
- Tað fer helst at taka nøkur ár,
áðrenn vinnan hevur tillagað seg til
broyttu umstøðurnar, sigur hann.
Stjórin á Varðanum Pelagic sig
ur, at tað nyttar einki at biðja fiskin
bíða, tí fiskast má, meðan fiskur er,
og so er heldur neyðugt at finna
loysnir, so tingini bera til.
- Tað vil altíð vera soleiðis, at
longri tú bíðar, verri verður góðsk
an, og í síðsta enda gongur tað út
yvir útflutningsvirði. Tað er altíð
ein fyrimunur at royna at framleiða
so skjótt og fekst sum til ber, leggur
Bogi Jacobsen aftrat.
Ætlanin hjá Varðanum Pelagic er at virka surimi úr svartkjafti
- Ein byggiháttur er valdur, sum er munandi tryggari enn tann, sum var áður, sigur stjórin í Varðanum Pelagic
Stjórin, Bogi Jacobsen,
heldur, at arbeiðið at byggja
nýggja virkið upp aftur eftir
umstøðunum hevur gingið væl