Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-05-01, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 1. mai 2018síða 6

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 2. mai 2018 · Nr. 49 6 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 POLITIKKUR 29 MÁL VÓRU ÁÐRENN TIN Bæði mál hjá samgonguni og hjá and­støðuni fingu ikki endaliga viðgerð áðrenn tingsetan endaði og fullu sostatt burtur Árni Gregersen Størsta málið, sum ikki kom aftur úr nevnd í hesi tingsetuni, var part­ur av lógini um fyrisiting av sjó­feingi. Talan er um lógina, sum skal áseta veiðugjald. Uppskotið bleiv lagt fram 3. november, men tað kom ongantíð aftur úr vinnu­nevnd­ini, hargar tað var beint í eftir 1.viðgerð. Í hesum førum er tað hent, at ongin semja fekst í vinnunevndini um at leggja uppskotið fram. Tað er soleiðis, at andstøðan í tinginum hevur meirlutan í vinnunevndini og tað eydnaðist ikki, at fáa gjørt eitt álit, sum tingið kundi taka støðu til. Uppskotið um veiðigjald skal tryggja, at landskassin fær gjald fyri tey rættindi, sum fiskivinnan fær at veiða av føroyskum fiska­kvotum. At uppskotið ikki kom framaftur kundi havt fingið álvarsligar av­leið­ ingar fyri fíggjarlógina, tí haðani kemur ein partur av inntøkunum. Men skipanin er gjørd soleiðis, at tá ið uppskot um fíggjarlóg verður lagt fram, so skulu eisini inn­tøku­lóg­ir leggj­ ast fram, so trygd er fyri, at lands­kassin fær sínar inn­tøk­ur. Tí legði landsstýrið eitt fyribils upp­ skot fyri tingið – sum bleiv sam­tykt – sum tryggjaði, at pengar koma í kassan fyri veiðirættindini. Av tí, at hetta bleiv gjørt, so fær landið inntøkurnar, sjálvt um lógin um veiðu­gjald ikki kom gjøgnum tingið í hesi tingsetuni. Politiskt er tað sjálvsagt ein ósig­ur fyri samgonguna, a tað ikki bar til at faa uppskotið samtykt, men í prsaksis fær tað neyvan nakr­ar avleiðingar. Tey súltaðu Sjálvandi eru fleiri orsøkir til at mál ikki koma aftur úr nevnd. Vanliga verður tað nevnt at súlta, tá ið ein nevnd ikki kemur við álitið í onkrum málið, men aðr­ar tíðir kunnu tað vera veruligar or­søkir. Hyggja vit eftir málunum hesa­ferð, so hevur landsstýrið fimm upp­skot, sum ikki komu aftur í ting­salin. Sonja Jógvansdóttir hevur eisini fimm mál, sum ikki komu gjøgnum myll­una hesaferð og tískil eru fallin burt­ur. Andstøðan hevur 19 mál,sum ikki eru viðgjørd. Summi av teim­um eru upp­skot til samtyktar, men har eru eis­ ini uppskot til lógir. Talið av málum, sum ikki eru við­ gjørd áðrenn tingsetan endar, eru ikki óvan­liga stór hesa ferð.Tað sum undrar mest er, at sjey av málunum vóru løgd fram í ting­in­um longu í 2017, men eru alt­so ikki kom­in aftur í tingið til enda­ liga við­gerð. Landsstýrið eigur trý av teim­um upp­skotunum og Sonja Jógv­ans­dóttir og andstøðan fýra av mál­unum.. Høgni Hoydal, landsstýrismaður Tingmál nummar 36: Høgni Hoydal, landsstýrismaður eigur tingmál nummar 36 í hesi tingsetuni. Tað er uppskotið um veiðugjald fyri rættindini at veiða av føroysku fiskikvotunum. Mál er súltað í vinnunevndini. Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinna Tingmál nummaar 21; Her er talan um eitt uppskot hjá Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinnu við almannamálum. Talan ef um viðbót til ávísar pensjonistar. Viðbótin skal eisini vera treytað av nettoinntøku Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinna Tingmál nummar 73 Hetta er eisini eitt uppskot hjá Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinnu. Her er talan um at byggja nýtt barnaheim í Havn. Uppskotið er fallið burtur.