týsdagur 1. mai 2018síða 10
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 2. mai 2018 · Nr. 49
10
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Bróta
tøgnina í
Saltsiloini
Stuðulsgrunnurin hjá KRIS
fer at hava konsert í Salt
siloini á Tvøroyri leygar
kvøldið 12. mai kl. 19.00.
Átakið »Tøgnin er brotin«
fer at snúgva seg um, at
tvær kvinnur siga frá um
kynsliga ágangin, tær hava
upplivað í barnaárunum.
Onnur kvinnan greiðir frá
um, tá hon varð misbrúkt
av pápa sínum, meðan hin greiðir
frá hvussu dóttir hennara varð
misbrúkt innan samkomuna.
Eisini greiðir ein triðja kvinna
frá, tá hon, sum barn varð mis
brúkt av kvinnu og manni.
Durita Tausen heldur
fram sum forkvinna
Krabbameinsfelagið hevur havt
aðalfund
Á skránni á aðalfundinum hjá
Krabbameinsvelagnum var eisini
nevndarval. Fyri vali stóðu Magn
us Magnussen, Katrin Kalsberg
og Jóhan Poulsen. Tey vóru aft
urvald fyri eitt 2 ára skeið. Eisini
var val av tiltakslimum, fyri valið
stóðu Martin Joensen og Elmar
Ósa, sum vórðu afturvaldir.
Nevndin hevur skipað seg við
Duritu Tausen, sum forkvinnu,
Sonju Nielsen sum næstfor
kvinnu og kassameistara. Hini í
nevndini eru Magnus Magnus
sen, Johan Poulsen og Katrin
Kallsberg. Tiltakslimir eru Mart
in Joensen og Elmar Ósá.
Finnleif Mortensen við
málningaframsýning á
Strondum
Leygardagin 5. mai kl. 14.00 letur
forkunnug málningaframsýning
upp í bygdahúsinum á Strond
um. Tað er Finnleif Mortensen
sum sýnir fram. Málningafram
sýningin hevur fingið heitið
”Tankastrok”.
Málningaframsýningin verð
ur opin leygardagin 5. mai og
sunnudagin 6. mai.
Finnleif Mortensen er upp
vaksin á Argjum. Hansara fyrsta
framsýning var ólavsøkufram
sýningini í 1985, og síðani tá
hevur hann havt nógvar fram
sýningar bæði í Føroyum og
Danmark.
Málningaframsýningin ”Tanka
strok” samarbeiðir eisini við
Tjóðpall Føroya, sum spæla leik
in ”Mín fantastiska skilsmissa” á
Strondum leygardagin 5. mai kl.
18.00. Tey ið keypa atgongumerki
til leikin, fáa møguleika at vitja
framsýningina bæði áðrenn leik
in og í steðginum.
Framsýningin er opin soleiðis:
Leygardagin 5. mai kl. 14.00-18.00
+ í steðginum hjá ”Mín fantast
iska skilsmissa”.
Sunnudagin 6. mai kl. 14.00-18.00
Møguligt verður at keypa kaffi/
te við onkrum góðum afturvið
ímeðan framsýningin er, sam
skipa av StÍF.
Helgi Joensen
í Gamla
Seglhúsinum í
Klaksvík
Helgi Joensen, sum nú fer at sýna
fram í Gamla Seglhúsinum í Klaks
vík, er listhandverkari, víða gitin
fyri sítt sermerkta tinsmíð.
Gjøgnum árini hevur hann
leitað fram ymsar møguleikar og
gjørt alskyns royndir við hesum
serstaka metali, fingið tinið at
tala og gandað fram tær vakrastu
vondir Í alskyns íløtum, skálum,
stakum og øðrum brúkslutum,
relieffum og skulpturum – stund
um samansettum av fleiri staklut
um. Helgi hevur sýnt list sína fram
í týðandi listaskálum víða hvar um
lond.
Helgi Joensen er føddur í 1932.
Hann er sonur Óla Joensen úr
Klaksvík og Oliviu Joensen úr Mið
vági.
Helgi hevur eina systur, Dagmar,
sum er gift og býr í Norra. Óli og
Olivia bygdu sær hús á Ziskatrøð.
Tey ovastu húsini á Prestvegi.Óli
var skiparalærdur og førdi Fossa
nes, sum fórst undir Íslandi í 1938.
Olivia var fotografur og hevði
atelier við hús.
Eftir at hava mist mannin flutti
Olivia við børnunum til foreldur
síni, sum tá stóðu fyri sjómans
heiminum í Havn.
Hon arbeiddi sum fotografur í
Gamla Bókhandli og hjápti til á sjó
mansheiminum.
Soleiðis kom Helgi at búgva í
Havn mestu tíðina undir krígnum.
Mamman giftist uppaftur við
einum norskum sjómanni, Julius,og
tey fluttu øll til Norra eftir kríggið.
Helgi er útbúgvin verkfrøðingur
og arbeiddi fyrstu árini hjá Stav
angerflint, sum ger steintoy. Mitt í
70unum gjørdi hann saman við ein
um øðrum jólaplattar úr tini.
Í 80unum byrjaði hann fyri seg
sjálvan og hevur gjøgnum árini
havt framsýningar í fleiri stórbýum
í Evropa og USA. Helgi hevði í mong
ár verkstað og antikvitetshandil í
Stavanger. Nú hevur hann verkstað
í Norðjútlandi.
Í fjør var gjørt av, at Helgi
skuldi koma til Klaksvíkar og vísa
nøkur av verkum sínum fram í
Gamla Seglhúsinum. Men seint á
heysti móti vetri, mátti Helgi undir
skurviðgerð, sum ikki tók seg væl
upp.
Tað var so álvarsligt, at hann
misti fleiri førleikar. Seinastu mán
aðirnir eru farnir við at venja rødd
og limir.
Vit kunnu bert fegnast um, at
Helgi ikki settist aftur; men valdi
at at taka leiðina heim á klettarnar.
Framsýniningin
letur
upp
fríggjadagin 4. mai 2018 og hongur
uppi fram til Norðoyastevnu.
Fernisering verður kl. 16:00 og
kemur Bárður Jákupsson at røða.
Umframt lættari ábit og tón
leik verður eisini møguligt at hitta
listamannin sjálvan, siga fyrireikar
arnir, sum leggja afturat, at øll eru
hjartaliga vælkomin.
Á myndini frá vinstru: Sonja Nielsen, Johan Poulsen, Katrin
Kalssberg, Durita Tausen og Magnus Magnussen.