týsdagur 1. mai 2018síða 36
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
SOSIALURIN MAI 2018
4
k
v
i
n
n
u
b
l
a
ð
i
ð
ØÐRVÍSI MATUR Á GRILLINA
TAÐ STENDUR IKKI Á HJÁ TEIMUM FLESTU AT GRILLA EITT NÚ BÚFFAR, PYLSUR OG FISK. MEN OFTA
VERÐUR TAÐ SAMA GRILLAÐ Á HVØRJUM ÁRI, OG TAÐ KANN VERA TORFØRT AT FÁA HUGSKOT UM
ØÐRVÍSI MAT, TÁ KYNT VERÐUR UPP Í GRILLINI. HER ERU NAKRAR UPPSKRIFTIR, SUM KUNNU GEVA
NÝGGJAN ÍBLÁSTUR
GRILLAÐAR
NEYTALUNDIR Á SPJÓTI
TILFAR:
Seks grillspjót
700-800 gramm av
neytalundum
2 hvítleyksfet
1 lítið basilikumtyssi
1 lítið estragontyssi
1 lítið tyssi av persillu við breiðum blaði
1 súpuskeið av dijonsinopi
1 súpuskeið av sherryediki
6 súpuskeiðir av olivinolju
Neytalundir:
Sker neytalundirnar í stórar bitar og set teir á eitt spjót.
Kryddurtarlaki:
Sker hvítleyksfetini og kryddurtirnar smátt. Rør
hvítleyk og kryddurtir saman við dijonsinopi, ediki og
olivinolju. Koyr kjøtspjótini í ein plastposa saman við
kryddlakanum. Legg posan kalt, helst í eitt samdøgur.
Vend posanum nakrar ferðir, so kryddlakin fer inn í
kjøtið.
Grilla spjótini á einari heitari í grill í tríggjar til fýra
minuttir á hvørjari síðu.
GRILLAÐ GRØNMETISSPJÓT
TILFAR:
Seks træspjót
100 gramm av soppum
3 stórar tomatir
1 skvassj
1 reyðleyk
2 piparfruktir
Saft av einari hálvari lime
2 hvítleyksfet
4 súpuskeiðir av olivinolju
2 kvistar av rosmarinbløðum
Salt
Pipar
Olivinolja
Legg træspjótini í kalt vatn í ein hálvan tíma.
Vaska og sker grønmetið í stórar bitar. Set grønmetisbitarnar á spjótið, til
tað er fult.
LAKI:
Rør limesaft, hvítleyk, olivinolju, salt, pipar og rosmarin saman. Smyr
lakan á grønmetisspjótini.
Spjótini verða grillað í átta til tíggju minuttir. Ansa eftir, at grillin ikki er
ov heit, og at grønmetið ikki verður svart ella brennist.
GRILLAÐ MAIS
TILFAR:
3-4 heilar mais
3 súpuskeiðir av olivinolju
1 dl av róma
1 tsk av rivnum ingeferi
Fínmalið koriander
Chiliflakar
Oregano
Paprika
Fínmalið spísskumman
Salt og pipar
Smyr olivinolju á maisina. Maisin verður grillað í 10-12 minuttir, og hon skal
vendast ofta.
KRYDDSÓS:
Rør róma saman við ingiferi, limasaft og koriander. Lat standa í 10 minuttir.
Koyr rómablandingina oman á maisina og krydda við kili, oregano, paprika,
spísskumman, salti og pipari.
GRILLAÐ ANANAS OG MANGO
VIÐ VANILJUÍSI OG VAFLUM
TILFAR:
100 gramm av sukri
3 lime
1 lítið ananas
2 mangofruktir
Vaniljuís
VAFLUR:
250 gramm av hveitimjøli
3 súpuskeiðir av sukri
2 teskeiðir av bakipulvuri
1 knívsodd av salti
2 egg
3 ½ dl av mjólk
120 gramm av smeltaðum smøri
FRUKT:
Rív eina lime og pressa saftina
úr henni. Blanda saft, limeskal
og sukur. Flys ananasið og
sker tað í tjúkkar flísar. Flys
mangofruktirnar og sker tær í
fýra stór stykki. Legg fruktirnar í
limeblandingina í ein hálvan tíma.
VAFLUR:
Rør mjøl, sukur, bakipulvur og salt saman í einari skál. Píska eggini saman við mjólkini
og koyr eitt sindur í mjølið ísenn, til deiggið er bleytt. Rør síðani smørið í. Baka
vaflurnar í einum heitum vaflujarni.
Sker tvær lime í helvt og grilla tær saman við mangofruktini og ananasstykkjunum.
Grillaðu fruktirnar verða borðreiddar við heitum vaflum og vanlijuísi. Pressa saftina úr
teimum grillaðu limefruktunum og koyr saftina á ananasstykkini og mangofruktina.
HUGSKOT:
GRILLAÐ
GRØN
ASPARGUS
TILFAR:
Aspargus
Olivinolja
Salt
Pipar
Sker aspargusendan av. Vend
aspargusunum í olivinolju og
grilla tey á einari heitari grill.
Ansa eftir, at tey ikki verða grillað
so leingi, at tey verða bleyt.