týsdagur 9. november 2004síða 28
‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 214 - 9. november 2004
55
Tað var Ingibjørg
Hansen úr Mikladali,
sum vann í finalu-
songkappingini,
Nósabarnaprix 2004,
sum var í SMS
leygarkvøldið. Við
sanginum, Crazy, hjá
Patsy Cline, bergtók
hon áhoyrararnar og
hevði avgjørt sigurin
uppibornan
NÓSABARNAPRIX
Rúna Sivertsen
runa@sosialurin.fo
Framúrskarandi væl og
sum fødd til at standa á
einum palli, framførdi 13
ára gamla Ingibjørg Hansen
úr Mikladali sangin, Crazy,
hjá Patsy Cline.
Við reinu og djúpu rødd
síni, kann henda evnaríka
gentan avgjørt blíva til
nakað innan songverðina.
Umframt at hava eina vakra
og sterka rødd, so liggur
eisini serstakliga væl fyri
hjá henni at upptraðka.
Hetta var fyrstu ferð, at
Ingibjørg verluliga hevur
roynt seg á einum palli.
– Mær hevur altíð dámt
væl at sungið, og onkuntið
havi eg, saman við onkrari
vinkonu, sungið í avhalds-
húsinum í Mikladali, sigur
hon.
Høvuðsvinningurin í ár
var ein gávukekkur upp á
10.000 krónur. Peningin
ætlar Ingibjørg sær at fyri
fyrst at seta inn.
Spurd, um hon fer at
satsa upp á eina songkarri-
eru, sigur hon, at tað kundi
hon væl hugsað sær.
– Men tað kemur tíðin at
visa, svarar hon skilagott
og róliga.
Ingibjørg gongur í 7.
flokki í skúlanum í Mikla-
dali, har hon býr saman við
mammu síni, Hildibjørg.
Nummar tvey í Nósa-
barnaprix 2004 gjødist 11
ára gamla Barbara Petersen
úr Havn. Hon fekk ein
gávukekk upp á 3.000
krónur. Triðja plássið vann
13
ára
gamla
Sharon
Zachariasen av Argjum,
sum fekk 1500 krónur fyri
sítt avrik.
Finalan í Nósabarnaprix
var á Torginum í SMS leyg-
arkvøldið, og var tiltakið
sera væleydnað við undir-
haldi og skemti frá Kára,
Angelu, klovninum Hanni-
bal og Babyjames. Bæði
børn og vaksin stuttleikaðu
sær óført og fingu veruliga
nakað fyri peningin.
Høvuðsstuðulin til tiltak-
ið er Føroya Banki, síðani
koma SMS og Burger
King.
Tað eru teir báðir, Mark
Joensen og James Olsen,
sum skipa fyri Nósa-
barnaprix kappingunum.
Ung songstjørna
úr Mikladali
Hóast hon bert er 13
ára gomul, so syngur
og upptraðkar hon
sum ein vandur
sangari. Ingibjørg
Hansen úr Mikladali
er sum fødd til at
standa á einum palli.
Framúrskarandi væl
framførdi hon song sín
til Nósabarnaprix-
finaluna og vann sær
eitt trygt fyrsta pláss
55
54
Nr. 214 - 9. november 2004
Hebron, Argir
Mikukvøldið verður einki
møti í Hebron vegna
samfelagsstevnuna, sum
byrjar við bønarmøti í
Ebenezer mikukvøldið kl. 20.
www.hebron.fo
Frá Ebenezer
Týsdagin kl. 17 Frítíðar-
arbeiði fyri børn 9 ár og eldri,
kl. 19.30 Sangvenjing – Ebe-
nezerkórið, kl. 21 Sangvenj-
ing – Ungdómskórið.
Mikudag kl. 16.45 Sang-
venjing – yngra barnakórið,
kl. 17.30 Awana fyri børn í 1.-
4. flokki.
Samfelagsmøti í Ebenezer
10.-14. november 2004
Kl. 20 Samfelagsstevnan
byrjar við bønarmøti.
Hósdag kl. 10 Uppbyggingar-
møti, kl. 17 Sangvenjing –
eldra barnakórið, kl. 20
Evangel. møti.
Meinigheitshúsið
Týskvøldið kl. 20 Bíbliutími,
Opinberingin kap. 18, 1-20.
Mikukvøldið kl. 19 venur
Meinigheitskórið.
Hósdagin kl. 16-17 venur
Gentukórið, 8 ár og eldri, kl.
20 Ungdómsmøti.
Fríggjadagin kl. 19.30-21.30
Juniorhugni, frá 5. flokki.
Sunnudagin kl. 14 Sunnu-
dagsskúli, kl. 18 Møti v/ Rolf
Gunnar Heitmann, aðalskriv-
ara í Norsku Ísraelsmissión-
ini.
KFUM og KFUK í Havn
Týsdagin kl. 17 í KFUK:
Várgleði fyri børn.
Filadelfia
Landavegur 22
Í morgin kl. 17 Bøn fyri
býnum og Ísrael, kl. 19 Delli.
Fríggjadagin kl. 20 Ungdóms-
møti.
Leygardagin kl. 17 Landsbøn.
Sunnudagin kl. 11 Morgun-
møti v/ Rúna Rasmussen, kl.
11.50 Sunnudagsskúli og
ABC v/ Onnu Guttesen, evnið
er: Umsorgan 2. partur, kl. 18
Møti v/ Magna Christiansen.
Mánadagin kl. 20 Bønar-
skúlin.
Um tær tørvar persónliga
samrøðu og/ella forbøn ring
211067.
www.filadelfia.fo
Frelsunarherurin,
Tórshavn
Mikudagin kl. 15 Bønar-
fundur, Barnarøddir venja kl.
17.30. Mennirnir samlast kl.
19.30.
Hósdag kl. 20 Heimaforbund-
ið.
Fríggjadag til sunnudag vera
vikuskiftisfundir har major
Njál Djurhuus talar. Øll eru
vælkomin.
Tórshavnar Hvítu-
sunnusamkoma
Yviri við Strond
Sunnudagin kl. 11.00: Morg-
unmøti og kl. 18.00: Evangel-
iskt møti. Øll eru vælkomin.
Saron, Vestmanna
Onki bønarmøti verður í
kvøld.
Miðvágs missiónshús
Sunnudagin kl. 14 Sunnu-
dagsskúli, kl. 18 Møti við
Bjørn Akselsen. Innsavnan til
húsið. Missiónsvikan byrjar
mikudagin 10. november.
Hjartaliga vælkomin.
Norðskála kirkja
Katekismusgudstænastan,
sum skuldi vera í kvøld kl. 20
er avlýst vegna kommunu-
valið.
Frá Kongshavnar
Kvinnufelag
Malena Arnholdsdóttir heldur
almennan fyrilestur um ar-
beiðið hjá Javna mikukvøldið
10. november kl. 20.
Keldan, Skálafirði
Leygarkvøldið kl. 21 Awake
við Maibritt og Kaj Otto
Sunnudagin kl. 17: Møti við
Osbjørn og Egil. Manskórið
syngur. Barnamøti kl. 17.
Vælkomin í Kelduna.
www.keldan.fo
Lívsins Orð, Saltangará
Mikukvøldið kl. 20 møta
»Húsbólkarnir«
1. Hjá Kaj og Dagunn Olsen,
Saltangará
2. Hjá Símun og Mariann
Holm, Saltangará
3. Hjá Jógvan Hendrik og
Kitty Johannesen, Rituvík.
Hósdagin møta Tim5 og
Liljur kl. 18.30.
Sunnudagin er møti kl. 10.30.
Mánadagin kl. 20 Ungdóms-
møti.
Soli Deo Gloria
Hósdagin kl. 20 Ungdóms-
møti.
Sunnudagin kl. 14 Sunnu-
dagsskúli, kl. 18 Møti v/ Pól
Jóhannes og Bodil Simonsen.
Øll eru vælkomin.
Aglow, Klaksvík
Møti verður á Soli Deo Gloria
leygarkvøldið 13. nov. kl. 20.
Møti er fyri bæði kvinnur og
menn.
KFUM & K, Klaksvík
Bønarløta verður hvørt kvøld
hesa vikuna kl. 19.
Mikukvøldið kl. 20 Bíbiltími
við Øssur Kjølbro, evnið:
Altarborðið.
Hóskvøldið kl. 20.30 Gospel-
kórið »Gleðið« venur.
Fríggjakvøldið kl. 22 Opið
hús.
Sunnudagin kl. 14 Sunnu-
dagsskúli, kl. 17.30 Bønar-
møti, kl. 18 Møti við Pól
Johannesen, kl. 21 Ung-
dómsmøti. Øll eru hjartaliga
vælkomin.
Betesda, Norðoyggjar
Sunnudag kl. 11 Minnismáltíð
Harrans,
kl. 12.30 Sunnudagsskúli,
kl. 18 Evangel. fundur.
Mánadag kl. 20 Bønarfundur.
Mikudag kl. 20 Uppbygging-
arfundur.
Hósdag kl. 21 Ungdóms-
fundur.
Missiónshúsið í Skopun
Mikukvøldið kl. 20 Bíbliu-
tími, Áps. kap. 15.
Hóskvøldið kl. 20 kemur Sjó-
manskvinnuringurin saman.
Mint verður á jólapakkarnar.
Verið hjartaliga vælkomin.
Evangel. fundir í DK
Samkoman Malta
Fríggjakv. 12. nov. kl. 19.30
Evangel. fundur í Sæddings
Center, Sædding, Esbjerg.
Leygarkvøldið kl. 19 verður
Evangel. fundur í Skole-
hjemmet, Søndarlandevej 28,
Sønderborg. Sunnumorgunin
kl. 10 bróta vit breyð á somu
adr.
Sunnukvøldið kl. 17 Evangel.
fundur í Standgårdsgade 4,
Vejle. Talarar: Símun av
Thorkilsheyggi, Símun Fuglø
og onnur. Eftir fundirnar
bjóða vit kaffi. Øll eru hjar-
taliga vælkomin.
Tilhaldið
í Tórsgøtu 21, tlf. 316491
Opið er mánadag 10.00-
18.00. Týsdag-fríggjadag kl.
10.00-17.00.
Drekkamunnur er at fáa
hvønn dag, eins og bløðini
eru til taks.
Mánadagin 8. november
kl. 10-10.30 Fimleikur, Sonja
Danielsen
kl. 10.30-17 Vit hugsa um
jólini
kl. 14-17 Kortspæl, telving,
landastrok, bobbspæl, dart og
onnur spøl. Møguleiki er at
koma sum gestur til døgurðan
miku- og fríggjadagin. Tilm.
tlf. 316491
kl. 14-17 Havnaprát, Birgar
Fridtleif Johannesen.
Komandi mánadagar kemur
Birgar at vitja Tilhaldið, at
kunna seg meira um
Havnina
Týsdagin 9. november
kl. 10.00–11.30: Vit syngja.
Benny og Flemming
Samuelsen.Vitjan av gestum
frá Fø. Fólkaháskúla.
kl. 15.00: Aldursbroytingar
við hoyrnini, Petur Ellefsen,
oyrnalækni
Mikudagin 10. november
kl. 10.00–13.00: Matgerð.
Anne Grethe Harlou
kl. 12.00: Døgurði
kl. 15.00 Vitja vatnverkið í
Villingadali.
Tilm. tlf. 316491
kl. 17.00–21.00: Opið hús
Hósdagin 11. november
kl. 10.00–10.30: Fimleikur,
Sonja Danielsen
kl. 11.00–11.45: Eingilskt
taluprát, Ásmundur Johanne-
sen
kl. 14.00–17.00: Telduprát,
Brandur Petersen
kl. 14.00–16.00: Boccia í
kjallaranum
Fríggjadagin 12. november
kl. 10.00–13.30: Matgerð,
Anne Grethe Harlou
kl. 12.00: Døgurði
kl. 13.00–17.00: Opið hús.
Tað er altíð ein krókur í Til-
haldinum – um tygum ikki
fáast við nakað ítriv. Vit
ynskja at øll skulu kenna seg
vælkomin.
Eldrahugni á Tvøroyri
Er á kafeteria í høllini í
Trongisvági hvønn onsdag í
ólíkaviku frá kl 15.00 til
18.00. Bilur fæst til staðið við
at ringja 371069 eftir kl. 13.
Tilhaldið Hugnin í Sandoy
er opið mánadag og mikudag
frá kl. 14 til 17. Báðar
dagarnar er drekkamuður at
fáa. Bløðini eru eisini til taks.
Øll eru hjartaliga vælkomin.
Mánadagin 8. nov.
Upplestur
Mikudagin 10. nov.
Boccia í Missiónshúsinum
Dagtilhaldið Fløvi
– í kvinnufelagshúsinum á
Glyvrum. Tlf. 448279. Allir
pensionistar eru hjartaliga
vælkomnir. Opið mánadag til
fríggjadag kl. 15-18.
Mánadagin 8. november
Fimleikur
Týsdagin 9. november:
Vit spæla Boccia
Mikudagin 10. november:
Vit gera bomm
Hósdagin 11. november:
Myndaveving fyri áhugað v/
Rannvu Gøte.
Fríggjadagin 12. november:
OPIÐ HÚS.
Hvønn dag ein góður drekka-
muður at fáa. Bløðini eru
altíð til taks. Somuleiðis kort
og spøl. Tú ert vælkomin at
hava títt egna handarbeiði
við. Andakt verður lisin hvønn
dag.
Evangeliska Røddin,
Odense
Føroyska sendingin frá
Odense Radio hoyrist hvønn
mikudag kl. 16.40, danska tíð,
á FM 107,1 MHz.
Ørkin í Reykjavík
Møti hvørt sunnukvøldið kl.
20.30.
Malta, Hirtshals
Sunnudag: Kl. 11: Breyðbrót-
ing. Kl. 18: Evangeliskur
fundur. Mikukvøld kl. 20:
Bønar- og uppbyggingarmøti.
Øll eru hjartaliga vælkomin
til hesi møti. Eftir fundirnar
bjóða vit ein drekkamunn.
Eliaskirkjan
Møti er hvørt leygarkvøldið
kl. 19 í kjallaranum í Elias-
kirkjuni á Vesterbro Torv,
Vesterbrogade 49. Inngongd
undir stóru trappuni. 5 min. at
ganga frá Hovedbanegården,
2 min. frá Føroyahúsinum.
Bussarnir 1, 6, 14, 16, 28 og
550S steðga nærhendis.
Sunnudagsskúli er í Elias-
kirkjuni hvønn sunnudag kl.
14 í kjallaranum og kl. 11 í
barnarúminum á Oyrasunds-
kollegiinum, Dalslandsgade 8
á Amager. Øll eru vælkomin.
Nærri fæst at vita frá Atla
Rasmussen, tlf. 32969995 ella
Róa Rasmussen tlf. 32886480.
E-mail: ek_fo@get2net.dk
Dagtilhaldið í Vági
er hvønn týsdag og tórsdag
frá kl. 15 til 18. Øll eru
vælkomin.
Vágs Pensionistafelag
Vágs Pensionistafelag – fel-
agið fyri pensionistar í Suður-
oyar sunnaru helvt – hevur
limafund kl. 19.00 hvønn
seinasta mánadag í hvørjum
mánaða. Ymiskt áhugavert er
á hvørjum fundi, har tú eisini
fært drekkamunn við bollum
og køkum. Fundirnir verða
hildnir í hugnaligu hølunum
hjá Vágs Matmøðrafelag.
Allir pensionistar og øll
oman fyri 60 ár eru væl-
komin.
Gerst limur í Vágs
pensionistafelag.
Spælistovan
í meinigheitshúsinum
er opin mána-, týs- og hósdag
kl. 9-12 fyri foreldur við børn-
um, sum ikki hava ansing.
Reyði Krossur Føroya
Sorgarlinjan svarar mánadag,
mikudag og fríggjadag kl.
19.00-21.00 á tlf. 319630.
Kennir tú føroying í Keyp-
mannahavn, ið hevur tørv á
vitjan ert tú vælkomin at seta
teg í samband við Reyða
Kross Føroya, Bryggjubakki
10, 100 Tórsh.
tlf. 319630/61 655400.
AA-fundir í Havn
Tinghúsvegur 37
Mánadag: kl. 20.00–21.00
Týsdag: kl. 20.00–21.00 Stóri
bókafundur
Mikudag: kl. 20.00–21.00
Stiga- og siðafundur
Hósdag: kl. 20.00–21.00
Fríggjadag: kl. 20.00–21.00
og kl. 22.30–23.30
Leygardag: Opin fundur
kl. 09-10, kl. 17.00–18.00 og
kl. 22.30-23.30
Sunnudag: kl. 11.00–12.00.
Heimasíða:
http://heima.olivant.fo/~aa-fo/
Føroya Heimavirkisfelag
Postadressa: J. Paturssonar-
gøta 24, 100 Tórshavn.
Formaður: Óluva Vilhelmsen.
T-postur: fhf@craft.fo
Heimasíða: www.craft.fo
Tlf. 322686 / 319629
NA (Anomymir
narkomanar)
Tinghúsvegur 37
NA-Fundur hvørt sunnukvøld
kl. 20.00 til 21.00 á Tinghús-
vegnum 37.
Al-Anon
Fundur fyri avvarðandi at
alkoholikarum er hvørt hós-
kvøld kl. 20 og sunnudag kl.
17. Síðsta sunnudag í mán-
aðinum er opin speakarafun-
dur í Al-Anon, Tinghúsvegur
37.
AA-fundur í Eysturoy
Á Toftum hvønn týsdag kl. 20
í húsinum norðanfyri skúlan.
Á Glyvrum hvønn fríggjadag
kl. 20 í Hvítaskúla. (gamla
læraraíbúðin).
AA-fundir í Vágum
Í gamla skúla í Sandavági
hvørt hóskvøld kl. 19.00 og
sunnudag kl. 16.00 (á loftin-
um, inngongd niðanfyri).
Al-Anon í Vágum
Fundur fyri avvarðandi hjá
alkoholikarum er hvørt týs-
kvøld kl. 19.30 í Gamla skúla
í Sandavági.
AA í Vági
AA fundir verða í Undirhús-
inum onsdag og leygardag kl.
19.00.
AA-Suðuroy
AA-fundirnir í gomlu lækna-
miðstøðini á Tvøroyri eru
fríggjakvøld kl. 19 og sunnu-
dag kl. 15.
Hvønn sunnudag síðst í mán-
aðinum – opin fundur kl. 15.
Blái Krossur – Glyvrar
bjóðar til eftirviðgerðarfund
hvørt mánakvøld kl. 19 í
hølunum hjá Bláa Krossi á
Glyvrum.
Blái Krossur – Eiði
bjóðar til eftirviðgerð í Losj-
uni á Eiði annaðhvørt týs-
kvøld kl. 20. Meira fæst at
vita á tlf. 315575.
Fyribyrgingarráðið
Argjaboðagøta 7 · 160 Argir
postrúm 135 · 110 Tórshavn
tlf. 315155 · fax 320272
Teldupostadr.:
fyribyrg@fyribyrg.fo
heimasíða: fyribyrg.fo
Náttarravnarnir í
Tórshavn
Tín stuðul ger mun! Blív
limur ella gang ein
royndartúr.
Ringið: Ella 316261, Tone
261165, Hans Jákup 778170,
Guðrið 314607. Arni 222552
Lymfødemfelagið
Box 2113, FO 165 Argir
Felagið hevur ikki fasta
skrivstovutíð. Samband fæst
við felagið á tlf. 448454, Fía í
Túni, ella tlf. 313424, Arnhild
Johannesen.
Heilafelagið
Íslandsvegur 10 · tlf. 317373
T-post: heilaf@post.olivant.fo
Nærri upplýsingar, eisini við
ráðgeving, finst á
heimasíðuni: www.mbf.fo
undir »Um MBF«.
TILTØK
Prógv
Anna Borg Dahl, úr Vági, hevur á Københavns Universitet
lokið prógv sum løgfrøðingur.
Gullbrúdleyp
Tann 4. desember hava hjúnini Hansa og Benjamin
(Benni) Joensen í Klaksvík gullbrúdleyp. Dagurin verður
hildin í Skálanum frá kl. 16.00. Øll eru vælkomin.
Silvurbrúdleyp
11. november hava hjúnini Klara og Torfinn Hansen,
Leirvík, silvurbrúdleyp. Vælkomst verður í heiminum 13.
november kl. 19.00.
24. november hava Andrea og Thorleif Isaksen, Søldar-
fjørður, verið gift í 25 ár. Dagurin verður hildin 27. nov. kl.
19 í Bygdarhúsinum í Leirvík. Tey, ið ynskja at halda
dagin saman við silvurbrúðarparinum kunnu boða frá
innan 17. november á tlf. 441687 ella 211687.
Brúdleyp
4. desember giftast í prestagarðinum á Brekku í Klaksvík,
Mary Ziska og Heri Henriksen, bæði úr Klaksvík. Veitslan
verður á Hotel Norð kl. 19.00. Tey, ið vilja gleða brúðar-
parið við at koma í veitslu, verða biðin um at siga frá á tlf.
459016, 223016 ella 262387 í seinasta lagi 25. november.
Leygardagin 1. januar 2005 kl. 15.00 giftast í Evangelii-
húsinum í Tórshavn, Annika Jørgensen, Sørvágur og
Magni Reinert, Tórshavn. Veitslan verður í bygdarhúsin-
um í Miðvági kl. 19.00. Tey, ið ynskja at gleða brúðarpar-
ið við at koma til teirra stóra dag, verða biðin um at tekna
seg á tlf. 212480, 216185 ella 220145 áðrenn 5. desember.
C
M
Y
K
54
Týsdagin
09.11. kl. 2200
Mikudagin
10.11. kl. 2200
Hósdagin
11.11. kl. 2200
Týsdagin
09.11. kl. 1930
Mikudagin
10.11. kl. 1930
Hósdagin
11.11. kl. 1930
– Seinasta sýning
HAVNAR BIO
✰
Tlf. 3119 56
✰
www.bio.fo
Týsdagin
09.11. kl. 1945
Týsdagin
09.11. kl. 2230
Mikudagin
10.11. kl. 1945
Mikudagin
10.11. kl. 2230
Hósdagin
11.11. kl. 1945
Hósdagin
11.11. kl. 2230
KOMANDI FILMAR
Frumsýning – Billettprísur 55,- kr.
Fríggjadagin 12.11. kl. 1615
Fríggjadagin 12.11. kl. 1845
Frumsýning
Fríggjadagin 12.11. kl. 2115
Fríggjadagin 12.11. kl. 2300