Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-05-01, síða 42
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 1. mai 2018síða 42

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

SOSIALURIN MAI 2018 10 k v i n n u b l a ð i ð DIY BIRITA BLACK ER ÚR KLAKSVÍK, HAR HON LIVIR SAMAN VIÐ SÍNUM LÍVSKÆRLEIKA, ODDURI OG BØRNUNUM, ARCHIA OG VITALIU. BIRITU HEVUR ALTÍÐ DÁMAÐ SERA VÆL AT TAKAST VIÐ TAD KREATIVA, AT LATA HUGFLOGIÐ REIKA OG SKAPA. HON HEVUR VERIÐ VIÐ Í FLEIRI KREATIVUM VERKÆTLANUM ÁÐUR, HAR Í MILLUM QUEEN AGNAS HJÁ MIRIAM OG JANUS. RUNDAR HYLLAR Nú rund spegl, rundir vásar o.a eru at síggja allastaðni, fekk eg hug at gera rundar hyllar. Borg í Klaksvík vóru so vinarlig at stuðla síðuni og við góðari hjálp frá pápa mínum, var hettar úrslitið. Træði vit hava brúkt er laminera fura 19mm, 60cm x 3. Aðrenn vit fóru úr handlinum, lántu vit eina múrara balju at tekna rundingar eftir á træði. Hyllar: Tekna eina linju tvørtur um miðjuna á rundinginum og brúka so ein av hinum rundinginum at tekna hyllarnar við, eitt sindur av fríðhondstekning má til, fyri at fáa tað at passa. Eg vildi ikki hava hyllarnar at standa ov langt út úr, sjálvt um tað sjálvandi eisini ber til. Vit settu so eitt merkið í, 15 cm út frá miðjuni og hildu okkum so til tað. Hyllin til tann hálva rundingin, liggur omaná plátuna (19mm), so tann hyllin er 17 cm í djúbd. Brúka hina hylluna at tekna eftir og legg 2 cm afturat. Pussa hyllarnar væl eftir kantinum. Samanseting: Tann heili rundingurin: so er at finna miðuna á rundinginum og tekna ein linju tvørtur um. Borða so 3 hol eftir linjuni, koyr so snikkara lím eftir linjuni og set hylluna (15cm) á. Borða so aftanifrá har tey 3 holini eru, vit brúktu 3x35mm skrúðir til tað. Tann hálvi rundingurin: líma eftir kantinum, legg hylluna (17cm) oman á og borða tvær skrúðir niður á. Til at hanga upp, brúktu vit 4x50mm skrúðir, tvær til hvørja og plaseraðu tær beint undir hyllarnar, so tað ikki sást. Ein serllig tøkk til Borg fyri at stuðla síðuni og til mín raska pápa. Rundingar: Vit brúktu stikksæð at skera rundingarnar út, ein heilan runding og ein hálvan runding. Ùr triðju plátuni skuldu hyllarnar gerast. Pussa flaturnar væl. Fíggjað síðuna hevur