týsdagur 1. mai 2018síða 46
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
SOSIALURIN MAI 2018
14
k
v
i
n
n
u
b
l
a
ð
i
ð
BÍLIGASTU ÍSARNIR
SMAKKA BEST
- Eg meini tað, hann smakkar akkurár sum
ísurin í Køkubúðini. Soleiðis plaga tey at taka
til her í Havn, tá kramarhúsísurin er serliga
góður.
Men
hvør
kramarhúsísur
í
høvuðsstaðnum er tann besti? Úrvalið er
stórt nokk. Tær fýra bensinstøðirnar og tær
báðar Activ-kioskirnar selja ís mest sum
allar sólarringin. Í miðbýnum er títtleikin á
sølustøðunum stórur, Mylnan liggur ovast í
gongugøtuni, Tórs cafe í Býarbókasavninum
og Eta í Vágsbotni, og í SMS kanst tú keypa ís
tvey støð, bæði í kioskini uttan fyri Miklagarð
og í Burger King.
Flaggdagin settu feðgarnir sær fyri, at
vit skuldu finna út av, hvør ísur mundi
vera tann besti í høvuðsstaðnum. Vit settu
okkum tó skjótt fyri, at vit kundu ikki eta
11 ísar, so Magn á Frælsinum, Fast á Argjum
og Kiosk Activ í Hornabø blivu soldaði frá.
Harumframt var kioskin í SMS ikki opin, so
hon fall eisini burtur.
Nú eru sjálvandi nógv viðurskifti, sum
spæla ein leiklut, tá ein slíkur kramarhúsísur
verður gjørdur. Onkuntíð tykist tað mest
sum tilvildarligt, hvussu stórur ísurin verður,
hvussu flótandi hann er ella hvussu nógv
drúss, tú fært. Tí verður ein slík kanning
altíð eitt sindur tilvildarlig, men er tað ikki
altíð soleiðis við slíkum kanningum? Alt í alt,
so skal úrslitið sjálvandi takast við fyrivarni,
sum ein løtumynd, og ikki sum ein ævigur
sannleiki.
Tað er sera ymiskt, hvussu nógv ymisku
støðini leggja fyri í royndini at selja tær ís,
umframt at tað er ein ávísur prísmunur. Í
Mylnuni hava tey als ikki ísvaflur, í Fast eru
bara trý sløg av drúss, meðan í Magn eru heili
níggju sløg av drússi. Støddin á einum lítlum
ísi er eisini ymisk. Í Mylnuni tekur tú ís sjálv,
meðan í Eta hava tey bara eina stødd.
Og hvør smakkar so júst sum tann
í Køkubúðini? Eg veit satt at siga ikki,
meg minnist meg ikki at hava etið ís úr
køkubúðini nakrantíð – og ivist stórliga í,
um nakar veruliga man minnast, júst hvussu
hann smakkaði. Flaggdagin var tað so í øllum
førum Kiosk Activ, sum hevði besta ísin.
Framhald á síðu 16
MAGN
Smakkur. Lítið av vaniljusmakki at
hóma, men mjúkur og góður fastleiki.
Stødd. Ein góð stødd. Ein kundi væl
ímynda sær, at ein lítil ísur var minni
enn hesin. Men tað bilar sjálvandi ikki.
Tilhoyr. Framúr gott úrvæl av
drússi til ísin, vel millum bleyta
ella harða vaflu ella bikar.
Prísur: 16 krónur + 5 krónur fyri
drúss. Fyri 10 krónur eyka kanst
tú keypa tær ein Magn ís, sum
kanska er luksusútgávan.
Fær rós fyri stórt úrval av drússi, men
fimm krónur fyri drúss er ov nógv.
EFFO
Smakkur: Góður vaniljusmakkur.
Fastur ísur, men kortini lættur at eta.
Stødd. Sum á Magn, so var støddin
góð. Eingin orsøk at føla seg snýttan.
Tilhoyr. Lítið í at velja. Fýra sløg av
drússi, men sjey sløg, um tú velur
at fáa ísin í bikari. Annars kanst
tú velja harða ella bleyta vaflu.
Prísur. 15 krónur + 3 krónur fyri drúss.
Góður ísur og góður prísur.
ETA
Smakkur: Góður vaniljusmakkur,
men kanska ið so harður ísur.
Stødd: Heilt nógvur ísur. Eta hevur
bara eina stødd og er hetta kanska
mest at líkna við stórar ísar aðrastaðni
Tilhoyr: Her haltar Eta langt aftanfyri.
Vel millum harða vaflu ella bikar
og millum tvey sløg av drússi.
Prísur: 17 krónur + 3 krónur fyri drúss.
Nógvur ísur, men ov lítið
úrval av tilhoyri.
6
STIG
8
STIG
6
STIG