Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-05-01, síða 48
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 1. mai 2018síða 48

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

SOSIALURIN MAI 2018 16 k v i n n u b l a ð i ð TÓRS CAFÉ Smakkur: Smakkar sera lítið. Ísurin er eisini harður, ein má næstan bíta hann av. Stødd: Størri enn aðrir lítlir ísar í royndini, so nógvur ísur fyri pengarnar. Tilhoyr: Vel millum harða og bleyta vaflu ella bikar. Fýra sløg av drússi. Prísur: 20 krónur + 3 krónur fyri drúss Alt ov dýrt, serliga tá smakkurin ikki er betri enn tað sama. MYLNAN Smakkur: Hesin smakkar ikki væl. Ov nógv vatn at smakkinum, keðiligur fastleiki eisini. Stødd: Tað er sjálvtøka, so fá tær so nógv, sum rúmar í bikarið. Tilhoyr: Her er Mylnan í serflokki, tó at ein einans kann fáa ísin í bikar. Annars er sjálvtøka bæði av ísi, seks sløgum av drússi og 3 sløgum av sós omaná. Prísur: 20 krónur. Stórt rós fyri sjálvtøkuborðið, men ísurin smakkar kortini ikki væl. ACTIV Smakkur: Uttan iva besti smakkurin hendan dagin. Góður vaniljusmakkur av ísinum og mjúkur og deiligur at eta. Men haldið tykkum burtur frá jarðberjaísinum. Stødd: størri enn hinir smáu ísarnir, so eins og í Tórs café fær ein nógv fyri pengarnar. Tilhoyr: sjey ymisk sløg av drúss, bleyta ella harða vaflu ella bikar. Og sum einasta staðið selja tey eisini jarðberjaís, tó at hann ikki fær nakað gott skoðsmál frá testpanelinum. Prísur: 15 krónur + 4 krónur fyri drúss. Besti smakkur, bíligari ísur og stórt úrval. Kann valla blíva betri. BURGER KING Smakkur: Góður vaniljusmakkur, men ísurin er í harðara lagi. Stødd: Nøkunlunda á stødd við hinar ísarnar. Tilhoyr: Einans bikar og trý sløg av sós í at velja. Prísur: 18 krónur. Ísurin er góður og sjókulátasósin somuleiðis. BEST Í TEST 7 STIG 9 STIG 3 STIG 4 STIG