týsdagur 1. mai 2018síða 52
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
SOSIALURIN MAI 2018
20
k
v
i
n
n
u
b
l
a
ð
i
ð
Hallur av Rana
hallur@sosialurin.fo
Eitt kaffirák hevur seinastu árini gjørt
innrás í Norðurlondum har dentur hevur
verið lagdur á góðar og frískar rávørur
og nýggjar mátar at bryggja kaffi uppá.
Úrslitið er at tað í dag næstan er vorðið ein
vísind í sær sjálvum at bryggja ein góðan
kopp av kaffi.
Nógv eru tey eisini um boðið, ið
selja alskyns bønir og fína útgerð, ið
lova keyparanum gott kaffi. Men sjálvt
við teimum dýrastu maskinunum og
bestu
kaffibønunum,
so
eru
nøkur
grundleggjandi viðurskiftir, ið skulu vera
í lagi, um man ynskir at bryggja gott kaffi.
Danska brúkararáðið Tænk hevur gjørt
ein lista við seks ráðum til hvussu man
bryggjar tað besta kaffi heima við hús.
1: BRÚK EINANS FRÍSKT VATN
Vatnið sum verður brúkt í bryggingini
hevur stóran týdning fyri hvussu kaffi fer
at smakka. Vatn sum hevur staðið ov leingi
ella hevur verið hitað áðrenn hevur ein
flatan smakk.
Tað besta kaffi fæst við frískum og
køldum vatni. Við tí verða lit, lukt- og
smakkevnini betri sálda frá kaffinum.
2: HITIN
Hitin á vatninum skal vera millum 92 og 96
stig. Gert tú kaffi í eini stempulkanni, so
er best at bíða eina løtu eftir at vatnið er
kókað, áðrenn vatnið verður oyst yvir kaffi.
Tummilfingurreglan er, at vatnið má
ikki vera 100 stig, tí so verður kaffi skáldað
og missur smakkin.
3: KAFFI ER TÝDNINGARMIKIÐ
Tað ber ikki til at gera gott kaffi uttan góðar
kaffibønir. Kaffi verður ikki betri enn tær
bønir, ið verða brúktar til at bryggja tað
við. Ein leiðbeining er á flestu kaffiposum
um hvussu nógv kaffi skal brúkast til ein
kopp ella eina kannu.
Um eingin leiðbeining er á pakkanum, so
verður vanliga mælt til at nýta 7 gramm av
vanligum kaffi til 1,5 dl vatn ella 45 gramm
til ein litur av vatni.
Hvussu kaffi verður goymt heima við
hús hevur eisini eina ávirkan á hvussu tað
smakkar, tá tað verður bryggjað. Best er at
goyma tað í einum myrkum og svalligum
stað. Kaffi heldur sær ikki serliga væl og
skal tí helst drekkast innan nakrar fáar
vikur eftir, at tað er keypt. Tí verður mælt
til ikki at keypa størri mongdir av kaffi.
Um tú kortini keypir stórar mongdir av
kaffi, so er møguligt at goyma tað í einum
lufttættum frystiposa og leggja hann í
frystaran. Minst bara til at taka kaffi úr
frystaranum dagin áðrenn tað skal brúkast,
so tað fær rætta hita aftur, áðrenn tað
verður bryggjað.
4: TÍÐ
Hvussu leingi kaffi og vatnið eru í samband
við hvørt annað hevur týdning fyri
endaliga úrslitið. Tað besta er, um samband
er millum vatn og kaffi í millum fýra til seks
minuttir. Um tað er ov stutt, fær kaffi ein
flatan smakk og um tað er ov leingi, fær
kaffi ein beiskan smakk.
Kaffi
verður
serliga
vánaligt,
um
bryggitíðin er ov stutt og hitin ov lágur.
5: FILTRIÐ
Hvat filtur verður brúkt kann eisini ávirka
smakkin. Filtur gjørd av pappír geva
ein smakk frá sær. Eitt gull filtur kann
endurnýtast og skilur ikki tær luftkvomu
oljusløgini í kaffinum frá.
Filtur muga ikki vera ov tøtt. Um vatnið
rennur ov seint ígjøgnum filtrið, so verður
kaffi ov sterkt.
6: REINLEIKI
Nú er kaffi liðugt bryggjað, men tað eru
enn viðurskiftir, ið kunna oyðileggja góða
smakkin av kaffi. Um kannan, ið kaffi
verður koyrt í, ikki er rein, so kann tað geva
kaffinum ein beiskan smakk.
Um tú ynskir at gera fleiri koppar, ið
skulu drekkast yvir fleiri tímar, so er tað
betri at koyra kaffi í eina termokannu enn
at lata hana standa og hita í einum glasílati
á eini hitapannu.
Kanningar hjá Tænk vísa, at kaffi í
glaskannum, ið verður standandi á eini
hitaplátu, verður beiskt, meðan ongar
stórvegis broytingar eru í kaffismakkinum,
tá tað verður koyrt í termokannur.
Tann góði kaffikoppurin
TAÐ BER IKKI TIL AT GERA GOTT KAFFI UTTAN
GÓÐAR KAFFIBØNIR. KAFFI VERÐUR IKKI BETRI
ENN TÆR BØNIR, IÐ VERÐA BRÚKTAR TIL AT
BRYGGJA TAÐ VIÐ. TAÐ ER EITT AV RÁÐUNUM, IÐ
TÆNK GEVUR TIL TEIRRA, IÐ YNSKJA AT BRYGGJA
EIN GÓÐAN KOPP AV KAFFI HEIMA VIÐ HÚS