týsdagur 1. mai 2018síða 56
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
SOSIALURIN MAI 2018
24
k
v
i
n
n
u
b
l
a
ð
i
ð
NORÐOYGGJAR: VIÐ DRAGANUM
UNDIR KALLINUM
Ein ferð sum eg var síðsta summar, ið mær
dámdi ótrúliga væl, var ferðin við Draganum.
Tað var ein ótrúliga spennandi túrur.
Dragin er eitt gamal træskip, ið rullar
illa. Vit sigldu norð eftir Kalsoyarfjørð og
síðan norðurum um Kallin, áðrenn vit sigldu
suður gjøgnum Djúpini aftur. Tað helt eg var
ordiliga spennandi. Hetta var nokk størsta
ferðaupplivingin hjá mær í fjør.
Hædd skal takast fyri, at slíkir túrar
einans verða gjørdir, tá ið veðrið er til vildar
og nokk fólk eru við.
SUÐUROY: LISTAKVINNAN Í VÁGI
Ruth Smith savnið í Vági er eitt ótrúliga
spennandi savn at vitja. Tað er ikki altíð opið,
men um man setur seg í samband við Visit
Suðuroy, so kemur eitt frásøgufólk og letur
upp fyri tær. Eitt starvsfólk í Visit Suðuroy
vísti mær runt og tað var ótrúligt, ið hon
dugdi væl at greiða frá øllum í savninum.
Hon dugdi so væl og hevði so nógv upp á
hjarta, at eg hevði kunna verið har inni ein
heilan dag.
Um man ikki hevur verið har áður, so
klárar man ikki at ímynda sær, at tað er eitt
so stórt savn við bara einari listakvinnu. Man
fær eina heilt aðra virðing fyri listakvinnuni
enn man hevði. Eg hevði stóra virðing fyri
henni áðrenn, og virðingin gjørdist bara
størri.
Tá man kortini vitjar á Ruth Smith
savninum, so kann man eisini leggja leiðina
framvið eitt annað savn við síðuna av við
gomlum skipum og sluppum. Tað er ein
maður, ið ger sluppir og seglskip í minnum
modellum. Tað er stuttligt at síggja og hann
dugir væl at greiða frá.
Eg kann eisini viðmæla kolanámið
í Hvalba. Tað er ikki eitt stað til teirra,
Sissal viðmælir Føroyar
SISSAL KRISTIANSEN, SUM Í FJØR SAMSKIPAÐI FERÐIST
Í EGNUM LANDI OG HEVUR DRÚGVAR ROYNDIR INNAN
FERÐAVINNUNA, GEVUR OKKUM HER NØKUR GÓÐ BOÐ
UPP Á SPENNANDI FERÐAUPPLIVINGAR Í EGNUM LANDI
Framhald á síðu 26