Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-05-03, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 3. mai 2018síða 6

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 4. MAI 2018 SOSIALURIN 50 6 MILDRIÐ JACOBSEN MILDRID@SOSIALURIN.FO F yri góðum hálvum øðrum ári síðani var Róðin Hentze ein maður sum flestu aðrir. Hann arbeiddi hvønn dag og var væl fyri. Hann kendi seg væl og helt seg hava góða heilsu, hóast hann hevði fingið at vita, at hann átti at farið til lækna, tí blóð­trýstið var ov høgt. Men Róð­in fór ikki til lækna. Hann kendi einki á sær og helt tað ikki vera neyðugt. Tá Róðin og unnustan fóru til songar mikukvøldið 2. november í 2016, hevði dagurin ikki verið øðrvísi enn so mangir aðrir. Róðin, sum arbeiddi hjá Landsverki, hevði verið til arbeiðis allan dagin. Hann minnist, at hann segði við unnustuna, at nú mátti hann heldur leggja seg, tí hann skuldi til arbeiðis morgunin eftir. Róðin Hentze visti ikki, at hann hevði longu havt sín síðsta ar­ beiðsdag. Nakrar tímar seinni fekk hann blóðtøpp og bløðing í heilan, og hóast hann sjálvur heldur, at hann er komin væl aftur fyri seg, verður hann ongantíð arbeiðsførur aftur. – Eg vaknaði tíðliga hós­morg­ unin 3. november. Klokkan var farin av fimm. Eg hevði so øgiliga ilt í høvdinum. Eg hevði fyrr havt ilt í høvdinum, men hetta var heilt øðrvísi. Eg kendi á mær, at okkurt var heilt galið. Eg vakti unn­ustuna og bað hana koyra meg á sjúkra­ húsið á Tvøroyri. Meira minnist eg ikki, greiðir Róðin Hentze frá. – Eg visti einki aftur til mín fyrr enn 13. desember. Tá var eg á Ríkis­sjúkrahúsinum. Hálvur annar mán­aði er fullkomiliga burtur úr minn­inum. Stóð um lív Róðin Hentze hevur fingið fortalt, at hann gekk sjálvur út í bilin, og at hann eisini gekk inn á sjúkrahúsið á Tvøroyri. Á sjúkrahúsinum staðfestu tey beinanvegin, at støðan var hættis­ lig. Boð vórðu send eftir tyrluni, men pulsurin var so óregluligur, at tað varð ikki hildið at vera ráði­ ligt hjá tyrluni at fara avstað við honum beinanvegin. – Mær er fortalt, at tað stóð so illa til, at teir kundu ikki senda meg við tyrluni alt fyri eitt. Men so mátti bara røkka ella støkka, og teir fóru avstað við mær, greiðir Róðin frá. Hann varð fluttur á Lands­ sjúkra­húsið, haðani hann beina­ veg­in varð sendur við sjúkrabili á flog­vøllin í Vágum. Flogfar bíðaði eftir honum, og tað tók bara fimm tímar, frá Róðin vaknaði við høvuðpínu í Suðuroy, til hann var á Ríkisssjúkrahúsinum í Keyp­ manna­havn. Fyrstu vikurnar á Ríkis­sjúkra­ hús­inum hevði hann ongantíð vitið. Familjan sat uppi yvir honum, og ikki fyrr enn ein lækni segði seg varnast, at Róðin hevði flutt høgru stórutá, og at tað var eitt gott tekin, fingu tey vón um, at hann fór at koma frá tí við lívinum. Tá hann raknaði við, dugdi hann ikki at tosa. Tungan var lam­in. Familjan hevur fortalt fyri hon­um, at hann kortini snakkaði alla tíð­ ina, men at tey skiltu ikki eitt orð. Sjálv­ur minnist hann einki fyrr enn tríggjar vikur eftir, at hann fekk vitið aftur. Tá vóru evnini at tosa í lagi aft­ ur, men øll høgra síða var lamin. Róð­in er ikki lámur, og tað var tí eis­ini torført hjá honum at brúka vinstra arm og vinstru hond. Ta fyrstu tíðina var hann sera ør­kymlaður, og kendi fólk skeivt við­hvørt. Eina løtu var hann púra klár­ur, og ta næstu løtuna var einki skil í tí, sum hann segði, greiðir hann frá. Eisini lætnaði hann meira enn 20 kilo, meðan hann lá á Ríkis­ sjúkra­húsinum. – Har vóru ongir vøddar eftir, sigur Róðin. Umhugsaði at beina fyri sær – Eg hugsaði einki, tá eg fekk at vita, hvussu støðan var. Eg bara græt og græt, greiðir Róðin frá. – Eg græt um, hvussu ræðuligt alt var. Eg græt um, at eg hevði keypt ferðaseðil við Norrønu og ikki slapp jólatúrin, sum eg hevði glett meg til. Eg græt um, at eg hevði lovað meg at gera okkurt fyri onnur, og nú kundi eg einki. Tað var eg øgiliga keddur um. Hann sigur, at hann toldi illa at vera einsamallur, og at hann græt illa, hvørja ferð unnustan fór av­ stað. Róðin sigur, at hann hevði eisini løt­ur, har hann hugsaði um at beina fyri sær. – Eg hugsaði um at taka lívið av mær. Eg hugsaði tankan fleiri ferðir. Tað er unnustuni hjá mær fyri at takka, at eg slepti teimum tonk­unum. – Hon bønaði og bað meg um ikki at fara frá sær. Hon segði við meg, at eg mátti verða verandi hjá henni. Tá setti eg mær fyri, at eg skuldi ikki sita í koyristóli. Hon fekk meg at stríðast, sigur Róðin, sum leggur afturat, at hendan tíðin hevur lært hann, at tað loysir seg at vera tvørur. Hálvan desember varð hann flutt­ur av Ríkissjúkrahúsinum á Lands­sjúkrahúsið, og uppvenjingin byrj­aði beinanvegin. Beint eftir nýggjár í fjør varð hann so fluttur á Suðuroyar sjúkrahús. Hørð venjing hvønn dag Róðin var íðin at venja frá fyrsta degi. Tá hann kom á sjúkrahúsið á Tvøroyri sat hann í rullistóli. Hvønn dag koyrdi hann runt og runt í rullistólinum. Hann koyrdi ferð á við tí fríska beininum. – Eg koyrdi fleiri tímar fyrrapart, til eg ikki orkaði meira. So fór eg deyða­troyttur í song at hvíla meg, og seinnapart fór eg upp aftur at koyra víðari í rullistólinum, greiðir Róðin Hentze frá. PERSÓNSSØGA Róðin Hentze: – Eg havi altíð havt hetta sinnalagið. Eg eri glaður, og eg eri tvørur. Tað kann eg ikki missa, tí so er einki eftir. Tað sigur 49 ára gamli sumbingurin Róðin Hentze, sum fyri hálvum øðrum ári síðani fekk blóðtøpp og bløðing í heilan. Høgra síða varð lamin, og hann fekk ikki tosað. Útlitini vóru ikki góð, men við treiskni hevur hann strítt seg á føtur aftur – Eg hugsaði einki, tá eg fekk at vita, hvussu støðan var. Eg bara græt og græt. – Eg hugsaði um at taka lívið av mær. Eg hugsaði tankan fleiri ferðir. Tað er unnustuni hjá mær fyri at takka, at eg slepti teimum tonkunum. TREISKNI ER M EINASTA VÁPN – Eg havi tað ikki gott. Eg føli meg sum eina ónyttu og eina byrðu. Eg byrjaði at arbeiða, tá eg var konfirmeraður. Í 35 ár havi eg arbeitt, men so er alt brádliga liðugt. Tað er ómetaliga tungt.