mánadagur 7. mai 2018síða 20
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 7. mai 2018 · Nr. 51
20
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
FÓTBÓLTUR
FÓTBÓLTUR
FÆR STÓRT ÁLIT
Ein av B36-málskjúttunum hjá B36 var 19 ára gamli Hugin Samuelsen.
Hann er eitt óskrivað blað í føroysku kappingini, og hetta var fyrsta
mál hansara í Betrideildini. - Vónirnar at fáa eitt pláss á liðnum vóru
kanska ikki so øgiliga høgar áðrenn kappingarárið, men nú havi eg so
fingið møguleikan. Eg visti, at eg nokk einaferð skuldu fáa møguleikan
einaferð í ár, og tað er bara at royna at taka av, sigur Hugin.
B36 vann fimta sigurin á rað, tá ið teir í gjár vunnu 2-0
á útivølli ímóti einum NSÍ-liði, sum var uttan hugflog og
stríðsanda. NSÍ-venjarin viðgongur, at teir eru í einari
tungari løtu. - Vit mugu allir hyggja inneftir, sigur hann
Pætur Albinus, Runavík
Tveir av FM-biðlunum vóru bjóð
aðir upp til dans, tá ið vøllurin við
Løkin í Runavík í gjár legði graslíki
undir dystin ímillum NSÍ og B36.
Talan var um sera týðandi dyst.
Bæði liðini lógu undan dystinum
upp á lúr beint undir oddaliðunum,
men fyri tapandi liðið kundi tað fáa
tær fylgjur, at tað fyribils bleiv sett
av í avgjørda oddastríðnum, meðan
vinnarin fór at ota seg heilt upp at
tindinum.
B36, sum hevur týðandi leikarar
so sum Jónas Tór Næs og Róald
Jakobsen á skaðalistanum, hevði
ikki vunnið ein dyst við Løkin
síðani 2014. NSÍ, sum enn ikki reiði
liga hevur borðreitt við tí eyðkenda
góða NSÍ-spælinum, hevur mangan
víst seg at fella tá ið á stendur
ímóti felags toppliðnum, so sigast
má, at tað var stórt trýst á í báðum
legunum.
B36 omaná
Tað var eitt fitt lot eftir vøllinum
við Løkin, og í fyrra hálvleiki var
tað NSÍ, sum spældi ímóti lotinum.
Tað var ómetaliga lítið av glið á
spælinum hjá heimamonnunum,
har
kropsligu
stríðsmenninir,
Fróði Benjaminsen, Pól Jóhannus
Justinussen og Karl Løkin, vóru
stinnir í luftspælinum, men tó
ikki til nógva nyttu av tí at ungu
B36-miðvallararnir, Magnus Holm
Jacobsen og Erlendur Magnusson,
vóru knappir og vunnu flestu av
øðrum bóltunum, soleiðis at tað
títtari var B36, ið kundi seta álop í
gongd, og ikki NSÍ.
Tað kom eisini dátt við hjá NSÍ,
at liðformaðurin og toppskjúttin,
Klæmint A. Olsen, mátti av vølli
num eftir bara einum korteri, tí
hann týðiliga hevði ógvuliga ilt
í arminum eftir ein nærdyst við
Bjarna Petersen og Magnus Holm
Jacobsen.
Hetta tók luftina úr dystinum
eina løtu, og tað er ikki óhugsandi,
at tað ávirkaði NSÍ-ararnar at sígg
ja liðformannin fara av vøllinum í
slíkum standi.
B36 var vandameira liðið. Eina
ferð stóð stongin í vegin fyri havna
monnunum, men beint fyri hálv
leiksbríkslið eydnaðist tað.
Tað var Hugin Samuelsen, sum
var fyrstur á einum bólti, sum NSÍ-
málverjin, Tórður Thomsen, fór
púra skeivur av.
- Málverjin feilmetti bóltin og
tað bleiv til eitt trunkaspæl. Eg
fekk eina tá á bóltin, og umvegis
ein verjuleikara fór bólturin í
málið, greiðir 19 ára gamli Hugin
Samuelsen frá, sum tryggjaði B36
eina 1-0-hálvleiksleiðslu.
Hugin er tvíburðabróður Gilla
Samuelsen, sum er leigaður út frá
B36 til 07 Vestur, har hann hevur
gjørt nógv um seg og eisini kom
á máltalvuna í 2-1-tapinum hjá 07
Vesturi á Skála í gjár.
- Ikki klárir
Tað vóru einans
fýra
minuttir
farnir av seinna
hálvleiki,
tá
ið
B36 aftur vann
ein
annanbólt
á
miðvøllinum
og
setti
ferð
á
frameftir vøllinum.
NSÍ-verjan var ikki
í javnvág, og tann
aftur
væl
upplagdi
Meinhard E. Olsen sendi
ein frálíkan bólt inn um til
ein púra blankan Kaimar Saag –
estlendingurin sveik ikki, og so var
2-0 til B36.
Ein vildi hildið, at NSÍ nú fór at
leggja trýst á B36-málið tann síðsta
góða hálva tíman, men soleiðis var
als ikki. Okkurt hendinga inn
legg kom innfyri B36-málið, men
NSÍ-trýstið var púra óskipað og
tilvildarligt, og var B36 neyvari, so
bleiv úrslitið meira enn 2-0 til gest
irnar.
- Vit royndu at broyta nøkur
ting og at fáa tað eina málið, so vit
kundu fáa lív í dystin aftur, men eg
veit ikki, um vit vóru í nánd, segði
ein týðiliga argur NSÍ-venjari,
Sámal Erik Hentze, eftir dystin.
- Tað er ov lætt at skora ímóti
okkum. Hetta er ein tung løta vit
eru í, staðfesti hann.
S á m a l
Erik heldur, at NSÍ
verða revsaðir hart fyri tíðina.
Spurdur, um hann metir tað vera
óhepni, ella um teir hava nakað at
arbeiða við í verjupartinum, svarar
hann:
- Vit eru so ikki óhepnir. Vit eru
bara ikki klárir. Tað er ikki nakað,
sum eitur at vera óheppin í fótbólti.
Tað man vera okkurt, sum onkur
hevur
uppfunnið.
Annaðhvørt
ert tú dugnaligur, ella ert tú ikki
dugnaligur, og í løtuni eru vit ikki
dugnaligir, sigur Sámal Erik, ið nú
vil hava allar í leguni at taka sær
um reiggj.
- Tað er umráðandi, at vit allir
hy g g j a
inneftir.
Tað er har
tað er. Vit mugu
avrika. Vit kunnu
ikki bara snakka. Vit
mugu vísa í verki hvat vit eru
verdir, sigur Sámal Erik Hentze.
Í B36-leguni er lagið øðrvísi gott,
og ungi málskjúttin, Hugin Samuel
sen, fegnast um, at sigrarnir eru
fingnir í hús við eyðkendum stíli.
Tað er tað góða samanspælið,
sum B36 stendur fyri, ið hevur
riggað ótrúliga væl í seinastuni,
sigur hann og nevnir eisini hug
burðin sum eina orsøk til góðu
gongdina.
- Vit vilja vinna og koma 100%
inn til hvønn dyst. Tað ætla vit at
halda fast við og koyra á so leingi
vit kunnu, sigur hann.
albinus@sosialurin.fo
Fótbóltur
Dysturin
hesa vikuna...
B36 trumlar víðari:
NSÍ DRAGNAR
EFTIR LINLIGT
AVRIK