Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-05-08, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 8. mai 2018síða 2

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 9. mai 2018 · Nr. 52 MIKUDAGSBLAÐIÐ Oddagrein Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov Onkuntíð undrast vit stórliga á tíð­ inda­flutningin í Kringvarpinum. Á middegi í gjár gjørdi redaktiónin í Kring­varp­inum ein brølara av teim­ um heilt stóru. Stjórin í einum privatum parta­ fel­ag slapp at siga soleiðis, um eitt ann­að privat partafelag: »Tá ið so einki er at heinta, so í mínari verð er tað faktisk tað, at Miðla­húsið - alt sum tað er - er í so stór­ari skuld, at flaggið stingur und­an. Nú fara vit eftir flagginum, sum er navnið Rás 2.« Talan var um Petur Jacobsen, stjóra á parta­fel­ag­num Sp/F R2 Net, sum eisini er nevnd­ar­for­ mað­ur í priv­atu útvarpsstøðini R7. Hann segði víðari við kring­varps­ journ­alist­in, at nú var einki eftir í Miðla­húsinum, uttan flaggið, sum var navnið Rás2, sum hann nú fór eftir. Síðani spyr mikrofonhaldarin í Kring­varp­inum, um »um hetta ikki kann gera enda á Miðlahúsinum«. »Jú«, svarar stórin á R7. Altso, nú hevur útvarpsmaðurin gjørt eina samrøðu við stjóran á R7, sum sigur tað, at »Miðlahúsið« skyld­ar so nógvar pengar, betalir ikki rokn­ingar, at har er næstan einki eftir. Ja, at Miðlahúsið í veru­ leika­num er við at fara á heysin. Halló Kringvarp Føroya! Hvar eru leiðreglurnar um góðan fjøl­ miðla­sið? Hvar er journalistiski in­te­gri­tet­urin? Øssur Winthereig skriv­aði 1. mai, »at í Kringvarpinum vita tey, hví tey eru til«. Hendan pá­standin og tíðindainnslagið hjá Sigmari Bláberg í tíðindunum á mid­degi í gjár lata vit standa eina løtu, so fólk kunnu hugsa um tað. Málið, sum Sigmar Bláberg mundi halda seg umrøða, snýr seg um eitt stríð um eina rokning, sum R2 Net og Sp/F Miðlavarpið, sum rak Rás2 til fyri umleið hálv­ um triðja ári síðani, eru ósamd um. Hend­an ósemja er endað í rætt­ i­num, har R2 Net fekk viðhald. Tað merk­ir, at Sp/F Miðlavarpið skal gjalda rokn­ingina. Ein máti at rinda rokn­ingina er, at virði hjá fel­ ag­num verða seld. Og so kann tað enda við, at R2 Net keypir virði úr fel­ag­num. Eitt er, at journalistar í Kring­ varp­i­num ikki kenna ella virða grund­reglurnar um journalistikk. Men hvar er leiðslan? Tað er ikki at undrast á, at fólk hvepp­ast við tíðindaflutningin í Kringvarpinum, tá hann byggir á ein­stakar útsagnir hjá fólki, sum slett yv­ir­høvur ikki kenna til tað, tey tosa um. Enn verri, tá journlisturin heldur ikki hevur peil­ing av tí, sum hann tosar um. Hesaferð gekk tað út yvir okkum. Nú er »Miðlahúsið« bara eitt hús í Havn. Sp/F Sosialurin stendur fyri rakstrinum av miðlunum, sum húsast í Miðlahúsinum. Kring­varp­ ið kundi hugt í roknskapin, sum er almennur, og sæð, hvussu stór skuldin er hjá Sp/F Sosialinum. Tað er ikki løgið, at fólk hveppast við tíðindini í KVF MIKROFONHALDARÍ Í KVF Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Mikudagsblaðið verður borið ókeypis til hvørt húsarhald í Føroyum! Tórshavn Tórsgøta 1, 100 Tórshavn tel. 341800, post@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Tel. 341800 www.sosialurin.fo Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Blaðstjóri: Barbara Holm barbara@sosialurin.fo Fyritaksstjóri Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Stovnaður: 1927 Prent: Prentmiðstøðin ERT TÚ OKKARA NÝGGJA SØLUFÓLK? Vit søkja eftir einum sølufólki til okkara kundar í føroysku autovinnuni. Tú fært í samstarvi við sølustjóran ábyrgdina av søluni av okkara vørum og konseptum til bæði núverandi og nýggjar kundar. Sum sølufólk í autovinnuni vitjar tú m.a. persónbila- og lastbilaverkstaðir, plátusmiðir / autolakkerarar o.l. Hvussu er arbeiðið? Sum koyrandi sølufólk vitjar tú okkara kundar har tú: • mennir samstarvið við núverandi kundar • leitar upp nýggjar kundar og sýnir fram okkara vørur og konsept • ger ætlanir um tínar kundavitjanir • gert uppfylgjandi arbeiði við fyrispurningum, bílegging og tilboðum Hvør ert tú? Tú ert klárur til eina karrieru sum sølufólk hjá okkum um tú: • ert ágrýtin og áhaldin • ert álitisvekjandi og kanst skapa viðvarandi kundarelatiónir • ert søluorienteraður Søluroyndir er ikki ein treyt, men kann verða ein fyrimunur. Hvat bjóða vit tær? Vit bjóða tær eitt starv, sum er fjølbroytt við einum sjálvstøðugum gerandisdegi í einari professionellari fyritøku í vøkstri. Fyri at hjálpa tær til framgongd í starvinum hjálpa vit til við: • nágreiniligari introduktión og upplæring • leypandi praktiskari útbúgving, har tú mennir teg sum sølufólk • løn í mun til avrik eins og pensiónsskipan • firmabil, telda/teldil og fartelefon Vit síggja fram til at hoyra frá tær! Vit hava samrøðurnar mikudagin 23. mai og hósdagin 24. mai 2018 í Tórshavn. Samrøðan verður á donskum, tí luttøka er av fólki frá Würth Danmark. Vit skulu móttaka tína umsókn elektroniskt og á donskum. Sí meira á in.fo undir starvslýsingar. Umsóknarfreist: 17. mai 2018 Starvssetan: Sum skjótast Starvsøki: Føroyar Meira upplýsingar við at venda sær til: Claus V. Christensen, sølustjóri, 22 50 17. Sølufólk Hósdag 10. mai: STONGT Fríggjadag 11. mai: Rivjasteik · Várrullur · Lasanja Leygardag 12. mai: Neytasteik Mánadag 14. mai: Fiskafrikadellur · Svínakambur Týsdag 15. mai: Hakkibúffur · Kókað neytakjøt Mikudag 16. mai: Stoktur fiskur · Kjøtfrikadellur MATSKRÁIN HESA VIKUNA Mán-frí: 9.00-16.30 & Ley: 9.00-14.00