Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-05-08, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 8. mai 2018síða 4

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 9. mai 2018 · Nr. 52 4 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Tíðarhóskandi demensdeild má byggjast - Eitt størri heim gevur búfólkunum betri møguleika at knýta vinarlag við onnur búfólk, umframt at møguleiki eisini verður at skerma tey, ið ikki sita væl um sátt Vilmund Jacobsen Leiðarin fyri Nánd, sum er eldra­ samstarvið millum Eystur­komm­ unu og Fuglafjarðar kommunu, Kristina Toftegaard Larsen, ger í ársfrágreiðing fyri 2017 greitt, at kjallarin í Gøtubrá í Norðragøtu ikki er hóskandi til demensdeild. - Úrslitið av uttanhýsiskanning, ið Leiðsluhúsið hevur gjørt fyri okkum, staðfestir, at øll tey eftirspurdu eru samd um, at røktin á deildini er góð, meðan at fysisku karmarnir fyri deildina ikki eru hóskandi. Hon vísir á, at leiðslubólkurin hev­ur umrøtt spurningin um demens­avbjóðingina og metir, at fólk, ið eru rakt av ringum demens og hava tørv á støðugari hjáveru, eiga at verða á einari demensdeild. - Leiðslubólkurin er samdur við úrslitinum av kanningini um, at tørvur er á at byggja eina tíðar­ hósk­andi demensdeild við fleiri funk­tiónum, eitt nú dagtilhaldi og um­lætting. Kristina Toftegaard Larsen held­ur eins og leiðslubólkurin og nevnda kanning eisini vísir, at skila­best er at leggja eitt nýtt heim upp­at einum av verandi heimum, sum frammanundan eru smá, ósmid­lig og dýr at reka. - Serliga verður hugsað um arbeiðs­orku í mun til fíggjarorku. Men, eisini í mun til einsemi og tví­ støðu millum búfólk. Leiðarin í Nánd vísir á, at eitt størri heim gevur búfólkunum betri møguleika at knýta vinarlag við onnur búfólk, umframt at møgu­leiki eisini verður at skerma tey, ið ikki sita væl um sátt. Øll ársfrágreiðingin hjá Nánd kann lesast um heimasíðurnar hjá ávika­vist Fuglafjarðar kommunu og Eyst­urkommunu. Manglandi búpláss til demenssjúk fyllir nógv Í 2017 hevði Nánd, sum er eldrasamstarvið millum Eysturkommunu og Fuglafjarðar kommunu, tørv á 50 búplássum, men bert 40 vóru tøk, og tørvurin í økinum er sambært hagtølunum alsamt veksandi Vilmund Jacobsen Í sínari ársfrágreiðing um gongdina í Nánd, sum er eldrasamstarvið millum Eysturkommunu og Fugla­ fjarðar kommunu, sigur leiðarin, Kristina Toftegaard Larsen, at árið í fjør var merkt av ónøgd frá av­ varðandi vegna manglandi bú­pláss. - Serliga hava manglandi búpláss til borgarar við demsenssjúkum fylgt nógv, leggur hon aftrat. Leiðarin vísir á, at í 2017 hevði Nánd tilsamans 40 búpláss, harav 12 eru í Vesturstovu í Fuglafirði, men vegna umvæling vóru bú­ pláss­ini í Vesturstovu eitt langt tíðar­skeið bara 10. Í Gøtubráð, sum er í Norðragøtu, eru 15 búpláss, 10 á Giljagarði í Leirvík og so eru trý á tí tey rópa ERE. - Sum vit í Nánd hava víst á, er neyðugt skjótast gjørligt at økja um talið av búplássum, og serliga neyðugt er at byggja eitt nýtt demensheim, tá hetta er ein veks­andi avbjóðing, sigur Kristina Tofte­gaard Larsen.   Støðan broyttist Á vári í 2016 vísti tað seg, at Nánd hevði seks tøk búpláss. Men, í 2017 broyttist støðan munandi, og í okt­ ober í 2017 vóru sjey fólk tørvs­mett at hava tørv á búplássi. Leiðarin vísir á, at umframt hesi sjey, eru fleiri onnur, ið væntast at koma á bíðilista skjótt. Nánd hev­ ur tí kannað møguleikarnar fyri at leiga búpláss hjá øðrum eldra­ sam­størvum víða um, men hesi kunnu ikki ganga umbønini hjá Eyst­ur­kommunu og Fuglafjarðar kommunu á møti.  - Tey flestu siga seg hava tørv á sínum plássum sjálvi og kunnu tí ikki í fyrsta umfari leiga búpláss til Nánd. Kristina Toftegaard Larsen sig­ ur, at í 2017 hevði Nánd tørv á 50 búplássum, men bert 40 vóru tøk, og tørvurin í økinum er sambært hagtølunum alsamt veksandi. - Serliga hava manglandi búpláss til fólk við demenssjúkum fylgt nógv, sigur leiðarin í Nánd, Kristina Toftegaard Larsen