Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-05-08, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 8. mai 2018síða 14

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 9. mai 2018 · Nr. 52 14 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 TÍÐARGREIN Helena Dam á Neystabø, formaður Javnaðarfloksins á tingi Sambandsflokkurin og Fólka­flokkurin megnaðu ikki at fremja eina pensjóns­ ný­skip­an. Tað hava teir prógv­að við sjeytumma seymi. Tvørturímóti var ætlan teirra í 2012 at hækka pen­sjóns­aldurin upp í 70 ár í einum høggi. Heldur enn at við­ganga tað, so bera tey av og á fram misvísandi tíð­ indi um avleiðingarnar av pensjónsnýskipanini, sum varð samtykt við einum stór­ um meiriluta. Og tað er spell. Pen­sjónsnýskipanin vend­ir rætt, og tað eru vit í Javn­að­ar­flokkin sera feg­in um. Allir verandi pen­sjón­ ist­ar fáa umleið 1.000 krón­ ur meira at liva fyri hvønn mánað eftir skatt. Við nýggju skipan­ini, sum verður gald­ andi fyri tey, sum blíva pen­sjón­istar eftir 1. januar 2020, fáa allir lág- og meðal­ lønt­ir pen­sjón­ist­ar millum 1.000 og 2.300 krónur meira at liva fyri um mánaðin. Allir verandi pensjónistar fáa altso meiri keypiorku við pensjónsnýskipanini, og sama er galdandi fyri lág- og miðallønt eftir nýggju skipan­ini. Hesar broytingar verða millum annað gjørdar fyri ávikavist verandi og komandi pensjonistar: Verandi pensjónistar: • Allir verandi pen­sjon­ istar varðveita grund­ upp­hæddina, júst sum hon er í dag. • Útgjaldið úr Sam­halds­ fasta hækkar, soleiðis at verandi pensjonistar fáa umleið 1.000 krónur meira at liva fyri um mán­aðin aftaná skatt. • Mótrokning millum hjún verður gjørd valfrí. • Allar pensjónsveitingar verða prístalshækkaðar • Ert tú pensjónistur í dag er broytingin so­statt, at útgjaldið úr Sam­halds­ fasta fer at hækka. Komandi pensjónistar: • Allir lág- og meðalløntir pensjónistar fáa millum 1.000 og 2.300 krónur meira at liva fyri hvønn mán­að. • Mótrokning millum hjún verður strikað • Komandi pensjónistar varð­veita eisini grund­ upp­hæddina. Hon verður prístalshækkað og verður framvegis skatta­frí. • Allar pensjónsveitingar verða prístalshækkaðar • Pensjónsaldurin hækk­ ar eitt hálvt ár í 2025 og eitt hálvt ár í 2030, tá pensjónsaldurin verð­ur 68 ár. Møguleiki verð­ ur eisini fyri at fram­ skunda ella útseta pen­ sjón­ina eftir tørvi. • Fyri komandi pen­sjón­ istar verður eisini tann broyting gjørd, at tey, sum for­vinna mest, verða mót­rokn­að laga­ ligt í allari fólka­pen­ sjón­ini. Men tað eru bara tey hægst løntu, sum koma at fáa minni í fólka­pensjón. Hetta eru til dømis bankastjórar, yvir­læknar og vit politik­ar­ar. Tað er ikki meir enn rímiligt. Hugaligari hjá pensjónistum at arbeiða Tað verða sostatt ikki tey veikastu, sum fíggja ágóð­ ar­nar í pensjóns­ný­skipan­ini - tvørturímóti. Mót­rokningin hjá komandi pen­sjónistum verður so mikið lagalig, at tað verður bæði hugaligari og fyri­munar­ligari hjá teimum allarflestu at arbeiða eftir pensjónsaldur - samanborið við í dag. Ikki fyrr enn pen­ sjónisturin hevur aðra inn­ tøku á umleið 20.000 kr. um mánaðin umframt grund­ upp­hædd, viðbót og Sam­ halds­fasta verður pen­sjónin lægri, enn hon er í dag. Keypiorkan minkar ikki! Sjálvandi minkar keypiorkan ikki, tá ið pensjónisturin fær millum 1.000 og 2.300 krónur meira um mánaðin at liva fyri eftir skatt – tað sigur seg sjálvt! Keypiorkan og inn­ tøku­grundarlagið hjá pen­sjónistum minkar heldur ikki í framtíðini. Tí pensjónsveitingarnar - bæði grundupphædd og við­bøtur - fara at hækka við prís­ tals- og lønarhækkingum á hvørjum ári. Tað er júst eitt av frambrotunum við pen­ sjóns­ný­skipanini, at allar veit­ingar verða prís­tals­ hækk­aðar. Tað hava tær ikki verið í mong ár, og tí er virðið av bæði grundupphædd og viðbót minkað. Grundupphæddin verður varðveitt – og hon verður skattafrí! Tað stutta av tí langa er, at allir pensjónistar hava fram­ vegis rætt til grund­upp­ hædd og hon er fram­vegis skattafrí. Allir pen­sjónistar fáa eisini Samhaldsfasta – uttan mun til aðrar inn­ tøkur. Og útgjaldið úr Sam­ halds­fasta hækkar í 2018 og 2019 við tilsamans umleið 1.000 kr. eftir skatt hjá øllum pensjónistum. Útgjaldið úr Sam­halds­ fasta verður tí 5.635 kr. um mánaðin samanborið við 4.025 kr í dag. Tvungna eftirlønaruppsparingin betri fyri tey lágløntu Undanfarna samgonga sam­ tykti tvungna eftir­løn, sum brandskattar pen­sjóns­inn­ gjøldini við 40%. Hetta hava vit broytt, so at láglønt koma at rinda ein lægri pen­sjóns­ skatt. Tað tryggjar, at tey lægstløntu fáa eitt frægari avkast av tvungnu eftir­ lønar­upp­sparingini. Enn eitt dømi um at nýskipanin er neyðug. Eftirlønargjald verður rindað av almannaveitingum Pensjónsnýskipanin tryggj­ ar harumframt, at eftir­ lønar­gjald frameftir verður rindað av øllum al­manna­ veit­ingunum, sum t.d. verða veittar einum borgara í sambandi við sjúku, barns­ burð ella arbeiðsloysi. Sostatt verða nógv av teimum, sum vórðu sett uttanfyri av undan­farnu samgongu og eftir­lønarlóg teirra, fevnd av skilagóðari lóggávu. Eisini her síggja vit, at pensjónnýskipanin tekur hond um tey við lágum inntøkum. Er pensjónsnýskipanin óneyðug? Partar av andstøðuni siga, at pensjónsnýskipanin er óneyðug – men er hon nú tað? Eru 1.000 krónur meira um mánaðin eftir skatt óneyð­ugar? Kanska hjá onkr­um. Men hjá einum pen­ sjon­isti, sum einans hevur fólkapensjón og Sam­halds­ fasta at liva fyri, so muna 1.000 krónur meira í útgjaldi um mánaðin nógv. Er tað óneyðugt, at tey, sum eru niðurslitin á arbeiðs­marknaðinum sum 64 ára gomul, í framtíðini sleppa frá við eftirløn uttan stór­vegis hóvasták? Nei. Tað eru nógv, sum verða fegin um henda nýggja møgu­ leikan. Tað tryggjar smid­ lig­heit – og virðing fyri, at tað eru borgarar, sum eftir eitt langt og strævið lív á arbeiðsmarknaðinum, veru­ liga hava tørv á at fara frá. Er tað óneyðugt, at tey, sum vilja vera longri á arbeiðs­marknaðinum, sleppa tað, og harafturat kunnu fáa eina hægri fólkapensjón, tá ið tey fara á pensjón? At tey kunnu útseta sína pensjóns við fíggjarligum fyrimuni? Og er tað óneyðugt at strika mótrokningina mill­ um hjún? Nei tað haldi eg ikki. At nýskipanin so eisini yvir eitt áramál styrkir samlaða búskapin, er so bara ein ískoytis ágóði, sum vit eisini fegnast um. Pensjónsnýskipanin er neyðug. Hon er neyðug, tí hon er við til at tryggja okkara elstu borgarum ta væl­ferð, sum tey hava uppi­ bor­ið. Tað hevur verið drúgt at koma fram til hesa semju – og vit fara framhaldandi at kunna um hana kring land­ið og ikki minst at lurta eftir øllum sjónarmiðum frá borgar­um, um tað skuldi verið okkurt, sum skal fáast at virka enn betri. Allir verandi pensjónistar fáa meira at liva fyri Seinastu tíðina hava andstøðuflokkar javnan borið fram misvísandi tíðindi um pensjónsnýskipanina, sum júst er samtykt. Tí meti eg, at tað hevur týdning at kunna væl og virðiliga um, hvørjar broytingar nýskipanin hevur við sær. Tí tað er ongin orsøk at stúra. Allir verandi pensjónistar fáa meira at liva fyri, og øll lág- og meðallønt fáa meira við nýggju skipanini, sum kemur í gildi í 2020