Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-05-08, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 8. mai 2018síða 24

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 9. mai 2018 · Nr. 52 24 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Ættargranskingarfelagið ÆTTARBANDIÐ Aðalfundur verður mikudagin 30. mai kl. 17.00 í MEGD húsinum, Íslandsvegur 10, Tórshavn Skrá: Sambært lógum felagsins Alment Sagt skal verða frá at góðkendi roknskapurin fyri 2017 liggur alment frammi á kommunuskrivstovuni frá í dag 09. mai 2018 til 24. mai 2018. Fuglafjarðar Býráð KUNNGERÐ um framløgu av serstakari byggisamtykt í Sjóvar kommunu Sambært grein 6 í løgtingslóg nr. 13 frá 21. mai 1954, við seinni broytingum, verður við hesum gjørt kunnugt, at uppskot til serstaka byggisamtykt fyri økini B5 og B6 á Strondum, eru løgd fram til alment eftirlit á kommunuskrivstovuni frá 3. mai til 15. juni 2018, og á heimasíðuni: www.sjovar.fo Møgulig mótmæli skulu verða kommunuskrivstovuni í hendi í seinasta lagi 15. juni 2018. Tøkk Hjartaliga takka vit tykkum øllum, sum sýndu samkenslu, tá okkara góði maður, pápi, verpápi, abbi og langabbi Christen F. Vestergaard f. 16.10.1936 – d. 05.10.2017 andaðist og varð jarðaður. Takk til Hera Joensen, prest fyri troystarrík orð í samband við jarðarferðina. Takk til sangarar, urguspælarar og gravarar. Takk til B6 og Sólsetur og takk fyri bakstur og til tykkum mongu, ið hugdu inn á gólvið. Takk fyri blómur og kransar. Takk til tykkum øll, ið fylgdu honum til hansara seinasta hvíldarstað. Familjurnar vegna Gunnvør, Annika, Sólrun og Helma TØKK Vit takka hjartaliga fyri sýnda samkenslu og hjálpsemi tá okkara góði maður, pápi, verfaðir, abbi og langabbi Friðjón S. Jacobsen f. 12.11.1941 – d. 13.01.2018 andaðist og var jarðaður. Familjunar vegna Annvør, Annika, Una og Bjarni Tøkk Hjartans tøkk fyri sýnda samkenslu, tá kæra mamma, vermamma, omma og langomma okkara Inger Bærentsen f. 22. januar 1928 - d. 30. mars 2018 andaðist og varð jarðað. Tøkk til Bergtórur Hjelm Bjarkhamar, prest, fyri troystarrík orð Í kirkjuni til jarðarferðina og Patrick de Neergaard, prest, fyri andakt á Eldrasambýlinum. Tøkk til Kirkjukórið Ljómur, fyri sangin í kirkjuni. Tøkk til kirkjutænarar, sangarar, berarar, gravarar og tykkum, sum bakaðu til ervið Tøkk til tykkum á Eldrasambýlinum, sum vóru um hana tey seinastu árini. Takk fyri blómur og kransar og tøkk til tykkum mongu, ið fylgdu Inger til hennara seinasta hvíldarstað. Familjuna vegna Klæmint, Ulla, Jákup og Elspa. Tøkk Hjartaliga takka vit øllum sum sýndu okkum samkenslu, tá maður mín, pápi okkara, verpápi, abbi, langabbi og oldurabbi Leiv Leivsgarð Mortensen f. 23 juli 1927, d. 14 apríl 2018 doyði og varð jarðaður Ein serlig tøkk til tykkum starvsfólk á Landssjúkrahúsinum , tykkum sum vitjaðu sjúkraleguna og á annan hátt vóru um okkum teir seinastu dagarnar Tøkk til tykkum øll, sum komu og fylgdu honum til ta sístu hvíluna, og vóru við til at bera sorg okkara. Hjartans takk til Marjun Bæk prest fyri góðan stuðul, sangarar og starvsfólk á Boganesheiminum Vegna tey avvarðandi Inga, Eyðfinnur og Jórun Tøkk Zacharias Jákup Nielsen f. 16.01.1966 – d 19.02.2018 Vit takka hjartaliga fyri sýnda samkenslu, tá okkara høgt elskaði maður, pápi, verpápi, abbi, sonur og beiggi, brádliga bleiv tikin frá okkum. Takk til tykkum øll, sum vitjaðu, ringdu, sendu heilsanir og góvu okkum eina hjálpandi hond. Tøkk til starvsfólk og prest á Landssjúkrahúsinum. Tøkk til Ingu Poulsen, prest, fyri góð og troystarrík orð og Martin Joensen fyri serstakliga góðan sang í kirkjuni. Tøkk til kirkjutænarar, gravarar, sangarar og berarar. Takk øll tit, ið stóðu fyri, hjálptu og bakaðu til ervið. Takk fyri blómur, kransar og peningagávur til børnini. Tøkk til tykkum mongu sum fylgdu Zachariasi til hansara seinasta hvíldarstað. Jóna, Jens Erik, Lis Elin og Marita v/fam., Agga, Martin, Eva Marita, Elspa og Petur Elias