Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-05-08, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 8. mai 2018síða 28

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 9. mai 2018 · Nr. 52 28 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Sandoy Seafood vantar 8-10 fólk - Vit hava arbeitt næstan hvønn dag til fyri tveimum vikum síðan, sigur virkisleiðarin á Sandoy Seafood, Martin Olsen, sum kundi hugsað sær eini 8-10 fólk aftrat, tá mest er at gera Vilmund Jacobsen Fyrri helmingur av januar er gjarna slakur á føroysku fiska­virkjunum, tá tað tek­ur sína tíð, áðrenn gongd kem­ur á aftur eftir jóla-og nýggj­árs­ høg­tíðina. Nøkur fá ísfiskaskip loysa gjarna í endanum av jól­un­ um, men tey flestu liggja báð­ar halgurnar. Tá skipini so loysa aftur, gongur gjarna ein vika ella stívliga tað, áðr­enn ísfiskaskipini landa fyrstu ferð í nýggja árinum. Martin Olsen, virkis­leið­ ari, sigur, at eftir at gongd kom á hjá Sandoy Seafood, tá komið varð nakað út í januar, hevur rættiliga støðugt fiska­ar­beiði verið í Skopun, bæði í januar, februar, mars og apríl. - Seinastu tvær vikurnar hevur tó aftur verið minni at gera, tí lutfalsliga lítil upsi hevur verið á marknaðinum. Virkisleiðarin sigur, at tá fiskur er, arbeiða tey gjarna bæði upsa og tosk í senn, og tá hugt verður yvir tað, sum farið er av hesum árinum, hev­ur framleiðslan á Sandoy Sea­food verið umleið helvt um helvt, upsi og toskur. - Vit hava eisini arbeitt nakað av frystum toski, men tá tað bara er frystur fiskur, eru færri fólk til arbeiðis á virkinum, sigur Martin Ol­ sen. Vanta 8-10 fólk Virkisleiðarin sigur, at Sand­ oy Seafood saktans kundi havt eini 8-10 fólk í fram­ leiðsl­uni aftrat. - Men, tað er trupult at fáa fatur í fleiri fólkum enn teimum, sum vit longu hava í fyritøkuni. Tá mest er at gera, og vit arbeiða bæði upsa og tosk, eru vit um­leið 60 fólk til arbeiðis á virk­in­ um. Herfyri lýsti Sandoy Sea­food eisini eftir mask­in­ manni, men virkisleiðarin held­ur, at tá tað er trup­ult at finna fólk til fiska­fram­leiðsl­ una, er tað neyvan lættari at finna fólk til maskinurnar. Hevur onkur hug at royna seg í fiskaframleiðsluni á Sand­oy Seafood, eru fólk væl­komin at ringja á tlf. 778816. STARVSMARKNAÐUR Søkt verður eftir summarferiuavloysarum til útiøkið, fak- og ófaklærd. Dámar tær væl at arbeiða við eldri fólki og at skapa teimum ein góðan og virkn­ an gerandisdag, er tað møguliga tær vit leita eftir. Søkt verður eftir Røktarfólki at arbeiða í skiftandi vaktum, summarið 2018. Arbeitt verður dag­, kvøld vakt og annaðhvørt vikuskifti. Størvini vera at byrja 01. juni 2018. Dentur verður lagdur á: • Førleika, hegni og áhuga í at veita heimabúgvandi borgarum heilsu­ stimbran og røkt. • Góð tvørfaklig samstarvsevni • Evni og áhuga í at vera kreativ og nýhugsandi í arbeiðinum • At vera jalig og fleksibul Vit kunnu bjóða • Eitt spennandi arbeiðspláss • Góðar arbeiðsumstøður og fjøl­ broytt ar avbjóðingar • Gott samstarv við onnur fakfólk Starvsetan og løn Starvið verður sett sambært sáttmála við avvarðandi fakfeløg. Um tú ynskir fleiri upplýsingar, ert tú vælkomin at ringja til Brynhild Restorff, deildarleiðara á Miðstøðini, á tlf. 730212. Umsóknir Umsóknir við prógvum, CV og øðrum, skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi 15 mai. Umsóknir skulu sendast til: Nánd – Oyran 2, 512 Norðragøta ella á teldupost: nand@eystur.fo Eysturkommuna og Fuglafjarðar kommuna hava skipað javnbjóðis samstarv um heimatænastu, eldrarøkt v.m., og tann 1. januar 2015 yvirtók samstarvið ábyrgdina av eldraøkinum í kommununum. Samstarvið hevur heitið Nánd. Dagliga umsitingin hjá Nánd er partur av umsitingini hjá Eysturkommunu. Samstarvið rekur trý sambýli, eitt dagtilhald fyri demens og eina deild, ið tekur sær av heima- og sjúkrarøkt. Sí meira um Nánd á: www.eystur.fo undir “eldri”. Alt á einum stað Vit útinna allar uppgávur í sambandi við eina jarðarferð frá byrjan til enda • Kistur • Sangir, blómur og kransar • Sangarar (í Tórshavn) • Ervi • Líkflutningur til og úr Føroyum • Líkbrenning (Kremering) Tel. 51 17 23 www.gravarhjalp.fo KUNNGERÐ um serstaka byggisamtykt fyri bygging av nýggjari kirkju á Glyvrum Við heimild í løgtingslóg nr. 13 frá 21. mai 1954 seinast broytt við løgtingslóg nr. 19 frá 18. mars 2013, verður við hesum boðað frá, at Runavíkar býráð á fundi 30.04-2018 hevur samtykt broytingar í Býarplaninum og Almennu byggisamtyktini fyri Runavíkar kommunu. Serstaka byggisamtyktin umfatar: Ásetingar og treytir fyri bygging av nýggjari kirkju á Glyvrum Serstaka byggisamtyktin er til skjals á Býráðsskrivstovuni í Saltangará í upplatingartíðini í tíðarskeiðnum frá 11. mai 2018 til 22. juni 2018. og á heimasíðuni www.runavik.fo Møgulig mótmæli og/ella broytingaruppskot skulu verða býráðnum í hendi í seinasta lagi 22. juni 2018. Runavíkar kommuna - Hevur onkur hug at royna seg í fiskaframleiðslu í Skopun, eru fólk vælkomin at ringja, sigur Martin Olsen, virkisleiðari