Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-05-09, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 9. mai 2018síða 2

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Í blaðnum... Tórshavn Tórsgøta 1, 100 Tórshavn tel. 341800, post@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Tel. 341800 www.sosialurin.fo Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Blaðstjóri: Barbara Holm barbara@sosialurin.fo Fyritaksstjóri Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Stovnaður: 1927 Prent: Prentmiðstøðin Vilja fólk broytingar, so farið heldur upp í verandi flokkar enn at stovna nýggjar pro­test­flokkar Hóast tað ofta kann tykjast løgið at skilja, so eru fólk kring landið, sum vilja halda gongd í kjaki­num um høvuðsstaðin mót­vegis út­jað­ ar­a­num. Eisini í okkara lítla land­i, har tú upp á ein tíma kanst koyra kring alt meg­in­økið, sum higartil fevnir um alt landið utt­an Sandoy, Suðuroy og út­oyggj­ar. Tá Sandoyartunnilin eisini er veruleiki, so er bara Suðuroy eftir sum ein veruligur út­ jað­a­ri. Útoyggjarnar hava aðrar av­bjóð­ing­ar og skulu hava aðrar loysnir, enn út­jað­ar­in. Seinastu tíðina hevur ligið á ljóði, at fólk í Norð­oyggj­um hava í umbúna at stovna nýggja flokk, ein útjaðaraflokk. Upprunin til slík­an flokk byggir uttan iva á júst hes­ ar at­finn­ing­ar­nar, at Havnin fær alt og Norðoyggjar fáa einki. Tað kjakið lata vit liggja hesa­ferð. Men hyggja vit eftir, hvør ræð­ur í Før­oyum – ella hvør vinnur løg­tings­ val­ið, so eru tað flokk­ar­nir, sum vinna í høv­ uðs­staðnum, í Havn og á Argjum. Um vit sum eina roynd taka atkvøðurnar frá sein­asta løgtingsvali, trekkja atkvøður­ nar í Havn og á Arjgum frá, so sær politiska mynd­in heilt øðrvísi út. Um vit nýta at­kvøð­ ur­nar uttan fyri høvðusstaðin at býta ting­ sess­irnar eftir, so síggja vit, at Fólka­flokk­ur­in (22%) og Sambandsflokkurin (21) fáa hvør sín sess afturat, meðan Framsókn (4%) og Tjóð­ veldi (18%) missa hvør sín. Javnaðarflokkurin (25%), sum vann valið í Havn og á Arjgum, vann eis­ini nógv uttan fyri Havnina á seinasta løg­tings­valið, at hann hevði kortini fingið átta ting­sessir. Men hugsa vit okkum, at ein út­jað­ar­a­ flokk­ur í Norðoyggjum stillar upp til næsta løg­tings­val, so er vandi fyri, at hann fyrst og fremst tekur frá Fólkaflokinum, sum er nógv sterk­astur í flestu valstøðum í Norð­oyggj­um. Royndirnar vísa, at tað riggar illa við pro­ test­flokkum. Og nógvar atkvøður krevast. Til komandi val skulu um 1.000 atkøvøður fyri at koma á ting. Stóri spurningurin er, hví pol­it­isku flokk­ar­nir ikki duga betur at fáa boð­skapin út um einar javnari Føroyar kring alt landið. Er talan um vanbýti? Skulu vit býta øll virð­ini javnt? Og um so er, hví skulu vit gera tað og hvussu? Tað hevði verið áhugavert at vitað, hvør politiskur flokkur vil hvat, tá tað snýr seg um at stimbra øll búpláss í landinum – og um tað ber til at býta øll virði javnt millum allar Føroyar. Tað gongur væl í føroyska samfelagnum, og tað sæst aftur í lønargjaldingunum, sum eru støðugt høgar. Í apríl vóru 792 milliónir krónur goldnar í løn. Tað vísir nýggj uppgerð hjá Hagstovu Føroya. Menn fingu 481 milliónir krónur í løn, og kvinnur fingu 311 milliónir krónur. Í Suðurstreymoy vóru 336 milliónir krónur goldnar í løn í apríl. Í Eysturoy 170 milliónir og í Norðoyggjum 92 milliónir. Farið heldur upp í verandi flokkar 792 milliónir í lønum í apríl GONGUR VÆL Les eisini blaðið á telefonini Skrivaðu undir áðrenn hoyrings­ freistin var úti Jóhann Mortensen Tíðargrein síða 24 Endamálið var eisini at smugla brennivín Siðsøga síða 28 Oddagrein Eirikur Lindenskov ábyrgdarblaðstjóri Og hann fer kanska framvið nýggju politistøðini í Havn, segði hann í Fólkatinginum mikudagin Lars Løkke Rasmussen svaraði í vikuni ein­um spurningi frá Bjarna Hammer í Fólka­ting­i­num. Bjarni Hammer vil hava, at ætl­a­nin at umbyggja gamla bankabygningin í Hús­agøtu í Havn til politistøð. Hann heldur, at ein nýggj politistøð átti at verið bygd. Lars Løkke Rasmussen segði, at hann fekk ikki svarað, men vísti til lø­g­mál­a­ráð­ harr­an, sum umsitur løgregluna. Sam­stundis segði Løkke, at hann kendi væl økið við SMS og R. C. Effersøesgøtu, og nú hann ætlaði sær til Føroya í frítíð Kristi Himmalferðardag, kundi tað verða, at hann fór at seta seg eitt sindur inn í málið. Danski forsætisráðharrin hevur føroyska konu, Sólrun, sum er dóttir Bergljót Joensen, studentaskúlalærara úr Havn og Jákup Petersen, lækna úr Klaksvík. Hann vitjar javnan í Føroyum saman við familjuni. Lars Løkke heldur Kristi Himmalferðardag í Føroyum 11. MAI 2018 Donsku forsætisráðharrahjúni, Lars Løkke Rasmussen og føroyska kona hansara Sólrun