mikudagur 9. mai 2018síða 4
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 11. MAI 2018
SOSIALURIN 53
4
Vikan ið fór
Sæð á Facebook:
Fasti Gerðarætturin
hevur tikið avgerð um,
at Semingstovnurin
hevur heimild til at fara
undir seming millum
Kommunulæknafelagið
og Fíggjarmálaráðið um
nýggjan sáttmála.
792 milliónir vórðu goldnar
í lønum í apríl í ár, sambært
Hagstovuni.
Danski
uttanríkisráðharrin
Anders Samuelsen
vitjar í Føroyum í
hesum døgum. Eitt nú
hevur hann fundast
við Poul Michelsen um
uttanríkispolitisku
heimildarlógina og
annað.
Maurice Ross, venjarin
hjá Víkingi, breyt hondina
í vikuni. Hann smekkaði
til talvuna í hálvleikinum
millum Víking og
Suðuroyingar og breyt trý
bein í hondini.
Koks varð í vikuni valt
til at vera millum 50 tær
bestu matstovurnar í
Evropa
Kommunulæknar
MEST
NÝTTA
ORÐIÐ
HESA
VIKUNA
...uppá ein minutt
tons av fiski fóru
fyri tvær milliónir á
Fiskamarknaðinum
í vikuni
120
Kommunulæknarnir
og felag teirra eru í
andglettinum hesa
vikuna, nú samráðingar
eru um lønar og
arbeiðsviðurskiftunum
hjá læknunum.
Um orðið sigur Sprotin:
(lækn.) ein ið er lærdur í læknafrøði (við
almennum loyvi at gera læknaligt arbeiði), doktari
(2); sms. t.d. djóra-, eygna-, háls-, hjálpar-, húð-
, lands-, nerva-, oyrna-, ser-, skurð-, skúla-, tann-, yvir-
Onkur segði at arbeiðið á
Akursmørk er aftur steðga,
tí fornfrøðingar hava funnið
gummibein har norðri :)
Andøvsgul upp í ein strúk í vindi
av landsynningi, 8 til 13 m/s. At
byrja við yvirhøvur skýggjað og
turt, men seinni møguliga sól.
Hitin millum 5 og 10 stig.
Lot til andøvsgul av landsynningi
og eystri, 3 til 8 m/s. Fyri tað
mesta skýggjað og regn í
støðum. Hitin um 10 stig.
Gul til stívt andøvsgul av landsynningi
og eystri, 5 til 10 m/s. Eitt skifti
møguliga regn, annars samdrigið og
okkurt æl. Hitin millum 5 og 8 stig.
8-13 m/s
3-8 m/s
5-10 m/s
Aftur ein av halgidøgunum, sum vit eru
so fongd við um várarnar.
Tað er eisini fínt eftir ein langan vetur,
at arbeiðsstyrkin, sum rennur skjótari og
skjótari fær onkran slíkan frídag, men
viðhvørt haldi eg, at vit eru um at fara úr
sporinum.
Ikki tí vit halda hesar halgidagarnar og
skeivu frídagarnar, men meira tí, at sam
felagið eisini hevur góðtikið, at báðurmeg
in hesar halgi- og frídagar, ber eisini til at
halda frí.
Nú er Kristi Himmalferðardagur. Tað er
fínasta slag, men tað vísir seg, at hópur av
fólki eisini heldur frá hendan fríggjadagin,
so í veurleikanum er talan um eina mini
várfrítíð.
Onkur átti kanska at kanna, hvussu
nógv fer burtur ímillum í framleiðslu
hesar dagarnar, men hinvegin so er alt
so innrættað í dag, at frídagarnri skulu
haldast og helst er tað snilt, at summir av
teimum verða avviklaðir á hendan hátt.
Á arbeiðsmarknaðinum hevur tað
verið rættuliga buldrasligt í vetur og nú
er tíðin komin til kommunulæknarnar.
Teir hava boðað frá verkfalli einaferð,
men tað gekk ikki, tí semingsstovnurin
kom uppí.
Ikki tí læknarnir vildu hava tað, men tí
fíggjarmálaráðið fór í gerðarættin, sum so
avgjørdi, at læknasáttmálarnir eisini er ein
partur av kollektiva arbeiðsmarknaðinum
í Føroyum.
Nú verður so samráðst aftur, men lurt
ar tú eftir formanninum hjá kommunu
læknunum, so er tað ikki nýggi sáttmálin,
sum fyllir mest, men heldur tann sáttmálin,
sum tað almenna ikki hevur hildið higartil.
Á privata arbeiðsmarknaðinum sendi
semingsmaðurin arbeiðarafeløgini og
asrbeiðsgevararnar aftur til samráðing
arboðið.
Semingsstovnurin helt ikki, at
samráðingarnar higartil eru komnar
nakran veg og tí er ongin grund til at
semingsmenninir enn koma uppí tær
samráðingarnar.
Soleiðis eru summi ár.
Stríð eru um hvørt smáting, men tað
stuttliga er, at slíkt oftast hendir á, tá ið
tað gongur væl í samfelagnum sum heild.
Tá royna øll at gafla sær so stóran part av
samlaðu kakuni, sum til ber.
Eitt annað, sum hevur veriðá
breddanum hesa vikuna er ráðstevnan
Artic Hub í Norðurlandahúsinum.
Nógv fólk við áhuga fyri økinum innan
Artic Circle hava kjakast um framtíðina í
hesum økinum og hvussu framtíðin her
sær út..
Ein spennandi spurningur, sum
onkur annar eisini ehvur nevnt seinastu
dagarnar, er hvussu leingi vit klára okkum
við mati, skuldi tað hent, at Føroyar
gjørdust avbyrgdar frá umheiminum.
Havið er sjálvandi ríkt, men skulu vit
hava grønmeti og annað, so mugu vit til at
broyta hugburð og fara at framleiða meira
til okkum sjálvi.
Bara eplir innflyta vit í stóran stíl,
sjálvt um væl ber til at fáa tey at vaksa
her.
Jú, nógv er at gera sær tankar um og
nógv ber til at halda ráðstenur um. Men
soleiðis má tað helst vera. Tað
er tó ikki nokk – onkur
skal eisini ganga á
odda og gera mongu
góðu hugskotini
til veruleika.
Ája!
Árni Gregersen,
journalistur,
skrivar
Ája!
Visti tú?
At í februar
vóru 26.279
løntakarar í
Føroyum?
"Tey serligu børnini" í KVF. Halt kipp ein góð
og gevandi sending, sum er um føroysk børn
við Down Syndrom. Nøkur deilig mennisku,
sum ríka okkum - bæði sum fólk og tjóð