Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-05-09, síða 32
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 9. mai 2018síða 32

‹ fyrra síða allar 32 síður

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 11. MAI 2018 SOSIALURIN 53 32 Bíðar beint uttan fyri gáttina Høgni Djurhuus fekk Móðurmáls­ virðislønina 2012 Ø vundsjúka er sjúka, sum einki felag hev­ ur, hóast hon er heilt vanlig í Før­oy­um. Vanligari enn nógv­ ar sjúkur, sum hava sítt egna felag. Eing­in biður heldur fólk hugsa um hana, tá onkur fer til gravar. Har er lítið at gera, annað enn at billa sær inn, at frostbitna grasið er grøn­ari hesu megin hegnið. Tað er tað sjálvandi ikki, grasið, men terapi, heilafimleikur, kann fáa fólk at hugsa umaftur og um­ aft­urafturum. Hugsa seg um – aftur. Ein er tó, sum sleppur undan hasari sjúkuni, øvundsjúkuni. Tað er deyðin. Hann eiga vit øll á. Tú øvundar ongum, at deyðin bíðar. Tí hann bíðar eisini eftir tær og okkum øllum. Hann er altíð hesu megin garðin. Hann er tað einasta, sum øll eiga. Hvat so hendir aft­ aná, eru nógvar hugsanir um, ja, ella vitan. Hóast eing­in veit. Einasta, vit vita við full­ari vissu, er, at hann kem­ur, deyðin, so ella so. Kanska skuldi hann havt sítt egna felag við aðalfundi og nevnd og stuðli og øllum. Øvundsjúka kann ikki lekj­ast við heilivági. Tað kunnu nógvar aðrar sjúk­ur heldur ikki, men øvundsjúkan er øðrvísi á tann hátt, at eingin heili­vág­ur verður latin fyri hana. Hann verð­ur als ikki gjørd­ur, tann heili­vág­urin, hó­ast góð inn­tøku­kelda hevði verið. So har eru í hvussu so er eingi hjá­árin av heilivági. Sum eru av øllum øðrum heilivági. Hendan sjúkan er øðrvísi enn aðrar, tí so at siga øll hava hana. Øll eru vit øvundsjúk. Meira ella minni. Øvundsjúkan hevur fleiri heiti, sum hon krógvar seg aftanfyri. Tað vanligasta er misnøgd. Føroyingar eru misnøgdir við alt. Ikki so løgið, tí tess betri fólk hava tað, tess misnøgdari eru tey. Tað siga allar kanningar. Tað sigur veruleikin. Føroyar eru ikki við í altjóða kann­ingum, tí Føroyar telja ikki við í frælsa heiminum. Ein slík altjóða kanning sigur okkum, at danskarar eru lukkuligasta fólka­ slag í heiminum við sínum hygge. Eingin grenjar um alt sum dansk­ ar­ar, jú, bara føroyingar eru ídnari grenjarar. Ein rakar øvundsjúkan tó ikki, virusverjan er ov sterk. Deyðin er undantikin. Tú hoyrir ongan siga: eg øvundi tær, at tú skalt doyggja. Einki er so ítøkiligt sum deyðin. Hann er har. Hjá nøkrum eitt enda­ligt punktum, hjá øðrum eitt komma á leiðini, tí tey skulu víðari út í allar ævir. Deyðin er bara ein stutt­ur steðgur á ævigu leiðini. So hjá teimum ger einki, um tey doyggja, tí tey doyggja ikki. Løgið annars, at vit vita so lítið um hann, deyðan, ella um tað, sum hendir aftaná. Tey flestu liva tó, sum var hann ikki til, deyðin. Onkur snýtir deyðan, síggja vit viðhvørt skrivað. Stokkut gleði, tí hann kann ikki snýtast, lump­ast. Hann er heimsins besti poker­spæl­ ari. Situr altíð við tí rætta essinum at langa á lívsins borð. Og so hevur tú tapt, sama hvørji kort, tú hevur, ella eg havi. Deyði! Hvar er nú broddur tín?, syngja tey og spyrja tey. Hann er her, er stutta og avgjørda svarið. Onkur granskar uttan iva í tí, at fólk noyðast ikki at doyggja. Tey skulu liva í allar ævir. At liva í allar ævir er einki nýtt. Nógv eru, sum bíða eftir tí – at liva í allar ævir – men ikki hesu megin, hinumegin. Tað hava tey væntað og glett seg til í ævir, ikki allar tó, tær koma, og gleða seg enn. Men onkur granskar, um vit ikki kunnu liva í allar ævir uttan at doyggja ímillum. Í allar ævir her á jørð. Hvør vil tað? Never mind. Eina ferð fer tað at eydnast. Og so fara fólk at siga, sum tey altíð hava sagt og siga og fara at siga: alt var betri fyrr. Tá doyðu fólk. Høgni Djurhuus Fleiri keypa Gekk tá vinningurin er komin á 2 milliónir T á hyggjarar fríggja­ dagin setast við sjón­ varps­skíggjan at spæla Gekk er vinningurin á heili 2,2 milliónir krónur. So høg­ ur hevur hann bara verið eina ferð áður, og var tað 15. apríl 2016, tá Peter Johansen vann størstu upphæddina nakrantíð í Gekk­ inum. Sum vera man, so er áhugin stór­ur fyri at spæla Gekk nú vinn­ ingurin er fleiri milliónir. Hag­ tølini fyri søluna í síðstu viku, tá Gekkurin var 2 milliónir krónur, vísa ein stóran vøkstur samanborið við undanfarnu viku. - Sølan gjørdi eitt lop í síðstu viku og vórðu umleið 34.200 seðl­ ar seldir. Tað tykist vera eitt ella annað psykologiskt við, at man nú er komin upp á tvær milli­ónir krónur, sigur Jákupa Mikkelsen, fyrisitingarleiðari í Kring­varp­in­ um. Fyri tveimum vikum síðan blivu umleið 27.900 gekkseðlar seldir, og er talan sostatt um ein vøkstur á umleið 6.300 seðlar upp á eina viku. Sølan av Gekkum hevði annars verið rímiliga støðug síðan Gekkurin kom upp á 1,5 milliónir krónur fyri fýra vikum síðan, tá 27.000 seðlar blivu seldir. Tað er tó enn langt á mál til metið fyri selda Gekkar. Tað er umleið 49.000 seðlar og bleiv tað sett, tá Gekkurin var nýggjur og flest allir føroyingar spældu Gekk.