mánadagur 14. mai 2018síða 2
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 14. mai 2018 · Nr. 54
2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Oddagrein
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
TÍÐINDI SÍÐA 6
Símin
Abraham
sen til
minnis
TÍÐINDI SÍÐA 8
Rudda
og planta í
Vágum
Tá spakin í dag verður settur í ar
beiðið at gera nýggjan tunnil til
Hvalbiar, er samstundis skjøtul
settur á endurnýggingina av teim
um gomlu tunlunum.
Hvalbiartunnilin var hin fyrsti
– og eins og tunlarnir norður um
Fjall á Borðoynni er hann als ikki
tíðarhóskandi. Hann er gjørdur
um sama mundið, sum landsstýrið
fór undir at byggja tann triðsíðsta
Smyril, sum tók einar seks-átta
bilar. Tann nýggi Smyril tekur 976
ferðafólk 200 bilar!
Tað er at fegnast um, at farleiðin
til Hvalbiar umsíðir verður dagførd.
Samstundis kunnu vit harmast um,
at farleiðin norður um Fjall ikki fyri
langari tíð síðani eru dagførd ella
fyri tað komin longur á leið. Tí tað
bæði átti og kundi hon verið komin.
Tí er tað sum at koma sum ketta
úr høvdatrog, nú politikarar koma
kropp á kroppi við eini loysn at
gera teir tunlarnar nú, samstundis
sum alt annað er í gongd. Ynskið
skilja øll, tað er bara at koyra ein
túr norð í Hvannasund og aftur, so
kenna øll trupulleikan.
Men tað er hendan trongin at
byggja nýtt, sum altíð troðkar dag
føringar og viðlíkahald burtur. Pol
itikarar vilja so fegnir byggja – og
ein grundaðan mistanka kunnu
vit ofta hava um, at teir eins fegnir
vilja byggja sær sjálvum minnis
varðar. Men smølu, vátu, myrku og
ótryggu tunlarnir eiga ikki at vera
brúktir í ein hálva øld, tað sigur seg
sjálvt.
Og hyggja vit í hagtølini, so
síggja vit, at í 1960'unum vóru sera
fáir bilar í Føroyum. Í 1960 vóru
persónbilarnir beint oman fyri 100
í tali. Tá vit koma til 1970 eru teir
farnir beint upp um 3.000. Í dag
eru væl oman fyri 20.000 bilar, og
at kalla øll yvir 18 ár koyra bil. So
tað sigur seg sjálvt, at krøvini eru
nøkur heilt onnur, enn tey vóru tá.
Annar
stórur
samferðslu
trupulleiki
eru
skipini
hjá
Strandferðsluni. Trupulleikin er
hin sami: Vantandi politiskur vilji
til viðlíkahald og dagføringar. Tað
er ikki tí, at vit ikki hava ráð.
Tá øll tingfólk kundu semjast
um at brúka 2 milliardir krónur til
tveir undirsjóvartunlar, so átti eis
ini at borið til at funnið semju um
at brúkt nakrar tíggjutals milliónir
upp á at endurnýggjað flotan hjá
Strandferðsluni. Størri er tann
trupulleikin ikki.
Sama er við vegunum kring
landið. Pengar mugu setast av til
viðlíkahald, tí vegir, sum verða
brúktir, teir slítast. Ja tað er stutt
ligari at byggja nýtt. Men verður
tað gamla ikki hildið so fellir tað í
órøkt.
EIN SPURNINGUR UM VILJA
Ein forvitnislig útgáva verð
ur hósdagin.
Eitt listaverk, sum sam
ansjóðar tað skrivaða orðið,
tónleik og filmslist til at
skapa eina heildarmynd, eitt
univers, ið nýtir Tórshavn
sum snúningsás og hevur
sera nýskapandi listaligar
dygdir.
Talan er um Silvurbók.
Silvurbók er eitt yrkinga
savn eftir Trygva Danielsen,
sum snýr seg um, hvussu tað
kennist at vera ein ungur
maður í Føroyum – serliga
í høvuðsstaðnum. Hon er
deild upp í tríggjar partar
og viðger m. a. kærleika,
sex, einsemi, trúgv, samfel
ag, sálarlív og nógv annað.
Bókin er, sum sæst á mynd
ini, hondteknað av høvund
anum sjálvum, og hvørt ein
tak er heilt serstakt.
Trygvi kallar yrkingarnar
orðasangir. Hetta hevur fleiri
frágreiðingar. Ein er, at tær
eru rútmiskar og musikalsk
ar. Teir tríggir partarnir eru
settir upp sum rørslur í eini
symfoni við preludium og
postludium í byrjan og enda.
Ein onnur frágreiðing er,
at bókin hongur saman við
tónleikaútgávuni
Silvur
plátu eftir Silvurdrong, sum
vann heiðurin "ársins nýggja
navn" til FMA 2018. ein tón
leikaplátu við 13 skeringum
av orðasongum, ið líkjast
hipphopp ella spoken word.
Aftur at tónleikaplátuni
verður eisini Geytavinnandi
filmurin 111 góðir dagar, sum
Trygvi hevur skrivað og leik
stjórnað. Hesi bæði verkini,
filmur og pláta, eru talgild
og fylgja við í bókini sum
ein download kota. Keyparin
fylgir leiðbeiningunum aft
ast í bókini og skrivar sína
kotu inn á leinkjuna, sum
stendur upplýst.
Sostatt sambindir verk
ætlanin skaldskap, tónleik
og filmslist, og tað føroyska
málið er altíð í miðdeplinum.
Tað verður vent, snarað og
lagt aftur at tónleiki og filmi
á ein hátt, sum føroyingar
ikki fyrr hava hoyrt ella sæð.
Hósdagin verður útgávu
tiltak kl. 15 í Gamla Bók
handli og kl. 17 í Rit og Rák.
Fríggjadagin kl. 16 verður
útgávutiltak í Tutl.
Leygardagin verður út
gávutiltak í Sirkus millum
kl. 20 og 23.
Silvurbók – serstøk útgáva
eftir Trygva Danielsen
Tað sum ikki verður hildið
viðlíka fellur í órøkt
Fríggjadagin 18.
mai fyllir Brita
á Váli Smith
í Havn 60 ár.
Brita er dóttir
Annu, f. Reinert,
úr Norðradali
og Líggjas á
Váli úr Svínoy
Anna og Líggjas settu búgv
í Klaksvík, har teirra fýra
børn vuksu upp: Jóannes,
Charlotta, Ólavur og Brita.
Familjan búði eitt tíðar
skeið í 60-unum í Havn, tá
Líggjas arbeiddi á Føroya
Gjaldstovu. Seinni fluttu
tey aftur til havnar.
Familjan á Váli er kend
fyri sín sang bæði sum ein
stakligar, í kóri og í ymiskum
bólkum.
Brita er gift Eli Smith í
Havn, sonur Napoleon og
Sigrun Smith. Brita og Eli
búgva í Børkugøtu og eiga
fýra børn: Napoleon, Líggjas
Anna og Sigrun.
Føðingardagurin verður
hildin fríggjadagin frá kl. 18
í Børkugøtu 27, har øll eru
vælkomin.
Brita á Váli
Smith 60 ár
Tórshavn Tórsgøta 1, 100 Tórshavn
tel. 341800, post@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja
tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá.
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Uppseting: Sosialurin
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
Ábyrgdarblaðstjóri:
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Blaðstjóri:
Barbara Holm
barbara@sosialurin.fo
Fyritaksstjóri
Jonhard Hammer
jonhard@sosialurin.fo
Marknaðardeild
lysing@sosialurin.fo
Stovnaður: 1927
Prent: Prentmiðstøðin