Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-05-15, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 15. mai 2018síða 2

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 16. mai 2018 · Nr. 55 MIKUDAGSBLAÐIÐ Oddagrein Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov Politikkur er nokso herligur. Tað fyrsta, sum undanfarna samgonga framdi, var tann sokallaða flat­ skatt­a­skip­anin, sum kortini ikki var so fløt. Men hon gjørdi tað, at høgar inn­tøkur spardu fleiri túsund krón­ur um mánaðin. Ein vælløntur pol­it­ik­ari spardi kanska einar 5-7.000 krón­ur. Tað skapti sum vera man øsing. Fólk gjørdu næstan uppreistur utt­an fyri Løgtingið teir myrku og vátu des­em­ber­dag­arnar í 2011, tá larm­að varð við blikkum og grýt­ um fyri at órógva tingfólkini. Endin varð, at vit fingu eina nýggja skattaskipan, sum í høvð­us­ hei­t­um hevði tað við sær, at skatt­ ur­in lækkaði nógv hjá teimum við høg­um inntøku. Harafturat varð pen­sjóns­inngjaldið skattað við inn­gjaldi við 40 prosentum. Áður var tað skattað við út­ gjaldi, sum í flestu førum var nógv lægri enn 40 prosent. Andstøðan var í øðini. Fakfeløg vóru í øðini. Her skuldi vend koma í. Tjóðveldi lovaði at rulla skatta­ skip­an­ina afturaftur til tað, sum hon hevði verið frammanundan. Men gakk. Tað bar ikki til kort­ ini. Tá so stórar broytingar verða framd­ar, so ber ikki til bara at venda aftur til tað gamla, verður sagt. Men fíggjarmálaráðfrúan setti eina skatta­kommisjón at kanna mál­ið. Tann frágreiðingin er liðug. Men tilmælini, sum hon mælir til at fremja, verða nú eftir øllum at døma útsett til næsta valskeið. Ognarskattin torir eingin at tosa hart um. Fíggjarmálaráðfrúan hev­ur fleiri ferðir avvíst, at sam­ gong­an yv­ir­høvur hugsar um at seta í gildi ogn­arskatt, sum vit kenna úr okk­ara grannalondum. Men skattkommisjónin hev­ur upp­skot um ein húsa- og íbúð­a­r­g­ jald upp á 1.000 krónur um mán­að­ in. Tað minnir nógv um ognarskatt, so tað fær valla nakra góða viðferð í pol­itisku skipanini. Skattaskipaninin við aftur­ halds­skip­anini og mvg-skipanin verða róst til skýggja, so har verða neyv­an framdar broytingar. Men greið tilmæli eru um at leggja størri avgjald á brennievni til bil­ar og at broyta vegskattin. Stutta niðurstøðan er, at pol­ it­isk­ar nýskipanir verða sjáld­an broytt­ar aftur. Sonevndi flat­skatt­ ur­in er komin fyri at vera, eins og for­skatt­ingin av pensjónunum. Somuleiðis er fiski­vinnu­ný­ skip­anini eisini komin fyri at vera. Tos­ið hjá andstøðuni um at broyta skip­an­anina aftur til tað gamla, verður sum við flatskattinum hjá Kristinu Háfoss. Er ein »nýskipan« framd, so verður hon ikki broytt aftur TAÐ VENDST IKKI AFTUR Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Mikudagsblaðið verður borið ókeypis til hvørt húsarhald í Føroyum! Tórshavn Tórsgøta 1, 100 Tórshavn tel. 341800, post@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Tel. 341800 www.sosialurin.fo Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Blaðstjóri: Barbara Holm barbara@sosialurin.fo Fyritaksstjóri Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Stovnaður: 1927 Prent: Prentmiðstøðin UM STARVIÐ Sum tíðindafólk hjá Sosialinum arbeiðir tú við at gera tilfar til ymisku miðlar okkara, Sosialin, in.fo, Rás2 tíðindi og videoupptøkur. Tú dekkar tað, sum hendir og er vakthundurin í samfelagnum. Tú verður partur av einin dynamiskari redaktión, sum arbeiðir við tíðindum at kalla allan sólarkringin. VIT VÆNTA: – At tú brennur fyri tíðindaflutningi – At tú hevur dirvið og áræði í tínum arbeiði. – At tú ert málsliga væl fyri – At tú hevur góðan telduførleika – At tú dugir og tímir at arbeiða sjálvstøðugt VIT BJÓÐA: – Eitt fjølbroytt og spennandi arbeiðspláss – Møguleika fyri í stóran mun skapa tín egna arbeiðsdag – Góðar starvsfelagar – Føroya bestu plasering – í Vágsbotni í Havn. LØN OG SETANARTREYTIR Talan er um fulltíðarstarv. Starvið verður lønt sambært avtalu. Hevur tú spurningar kanst tú ringja ella skriva teldupost til Eirik Lindenskov, ábyrgdarblaðstjóra á Sosialinum á 216409 og eirikur@sosialurin.fo ella til Barbaru Holm, blaðstjóra á 211126 og barbara@sosialurin.fo Umsóknir skulu sendast til eirikur@sosialurin.fo Sosialurin søkir eftir tíðindafólki Um Miðlahúsið Sosialurin, sum er komin út síðani 1927, kemur út tríggjar ferðir um vikuna, mándag, mikudag og fríggjadag. Mikudag verður Sosialurin borin í hvørt hús í landinum. Vikublaðið kemur út mánadag, tá tað verður borið í hvørt hús í landinum. Tíðindi á Rás2 verða send gerandisdagar klokkan 11, 12, 15, 16 og klokkan 17. Miðlahúsið hevur eisini drúgvastu roydir við tíðindum á internetinum, sum hevur verið ein nátúrligur partur av redaktiónini síðani 1997. Miðlahúsið eigur tíðindaportalin in.fo, sum telist millum Føroya størstu tíðindasíður. Í Miðlahúsinum starvast um 25 fólk. Starvslýsing Vágsbotnur Tel. 341800 www.sosialurin.fo – at byrja skjótast gjørligt í fulltíðarstarvi