týsdagur 15. mai 2018síða 6
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 16. mai 2018 · Nr. 55
6
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ongin skattaumlegging
í hesum valskeiðnum
Álitið frá skattakommissiónini liggur í eini skuffu – og ongin umlegging hendir í hesum valskeiðnum
Árni Gregersen
GREINING: 1. desember í fjør kom
skattakommisiónin, sum lands
stýriskvinnan við fíggjarmálum,
Kristina Háfossi, Tjóðveldi, setti,
við einum álitið.
Álitið mælir til fleiri skatta
umleggingar og mælir til at hetta
verður fyrireikað til at seta í gildi
1.januar næsta ár.
Men enn er sjalvt fyrireiking
ararbeiðið og støðutakan til tilmæl
ini í álitinum, ikki byrjað. Og sum
svilst, so kemur heldur onki útspæl,
so broytingar og umleggingar
kunnu gerast til komandi fíggjarár.
Orsøkirnar
eru
helst
fleiri,
men tá ið Løgtingið kemur saman
aftur á ólavsøku ferður farið undir
seinastu tingsetuna í hesum val
skeiðnumn og tá er ikki vanligt, at
stórar lógarbroytingar verða gjørd
ar. Og als ikki í lógum, sum raka
einstaka borgaran, so nógv, sum
tilmælini í álitinum gera.
Skattakommisiónin sigur, at
skipanin við inntøkuskatti og mvg
riggar ómetaliga væl í Føroyum – ja
í veruleikanum munandi betur enn
í flestu grannalondum okkara.
Skipanin við inntøkuskatti virk
ar væl og smidliga í Føroyum.
Føroyska
afturhaldsskipanin,
sum er týðandi partur av innkrevj
ingini av inntøkuskatti, er helst
millum mest framkomnu og smid
ligastu afturhaldsskipanir í heimin
um.
Í fleiri av grannalondum okkara,
eru tað arbeiðsgevararnir, sum aft
urhalda
inntøkuskattinum
hjá
løntakarunum. Hetta ger, at tað
almenna av og á missir skattainn
tøkur, til dømis tá ið fyritøkur fara
av knóranum.
Føroyska skipanin virkar. Tað
vísa skattaeftirstøðurnar, sum eru
munandi minni í Føroyum enn í
Danmark og sammett við Danmark
kostar skattainkrevjingin munandi
minni í Føroyum.
Eisini skipanin við meirvirðis
gjaldið í Føroyum og saman við
inntøkuskattsaskipanini og skatta
nevndin mælir tí til, at bert smáar
broytingar verða gjørdar á hesum
øki.
Ov fáir møguleikar troyttir
Tá tað er sagt, so er ein onnur nið
urstøða hjá nevndini, at luftfalsliga
fáar skatta- og inntøkukeldur verða
troyttar. Tey siga, at skattagrundar
lagið væl kann breiðkast nakað.
Álitið sigur, at føroyska skatta
trýstið í persónliga skattinum
er at kalla ájavnt við tað í øðrum
framkomnum londum, sum hava
almennar vælferðarskipanir, sum
kunnu samanberast við okkara.
Ymisku sløgini av skattum og
avgjøldum ávirka atferðina hjá tí
einstaka og fyritøkum á ymiskan
hátt.
Tvey sera týðandi krøv eru til
eina góða skattaskipan. Hesi eru,
at samansetingin av skattum og
avgjøldum ávirkar atferð og av
gerðir sum minst, og at hon sam
stundis minkar ójavnan í inntøku
og nýtslumøguleikum millum fólk.
Nevndin skrivar í álitinum, at
størsti fyrimunurin við at breiðka
skattagrundarlagið,
soleiðis
at
fleiri ymisk sløg av skattum eru í
skattaskipanini, er, at skatturin á
hvørt einstakt skattaslagið kann
vera lægri, og harvið ávirkar hvørt
skattaslag eisini avgerðir og atferð
sum minst.
Nýtslugjøld
eru
vanligari
í
summum øðrum framkomnum
londum, men vælferðartænastur
eru í høvuðsheitum skattafíggjaðar
í øllum londunum í Evropa.
Nýtslugjøld á endabrúkaran av
almennum tænastum eru ikki mill
um stóru inntøkukeldurnar hjá tí
almenna í nøkrum av framkomnu
londunum, sum vit vanliga sam
meta okkum við.
Ein stórur vansi við vælferðar
brúkaragjøldum er, at tey ofta hava
sera stóran sosialan ójavna við sær.
amanumtikið
eru
vansarnir
við brúkaragjøldum somikið álv
arsamir, at tað er óhugsandi, at
brúkaragjøld kunnu gerast ein
týðandi inntøkukelda til fígging av
almennum vælferðartænastum í
Føroyum ella í øðrum framkomn
um londum.
Lækka inntøkuskattin
Hóast vit ikki hava eitt serliga høgt
persónskattatrýst í Føroyum, so
mælir nevndin kortini til at lækka
hendan skattin. Hon mælir eisini
til, at marginalskattirnir á lág- og
miðalinntøkum verða lækkaðir.
Føroyar eru eitt lítið land, og
umsitingarliga orkan er avmarkað.
Skattanevndin heldur tað tí
neyvan vera skilagott hjá okkum at
seta í verk eina fløkta og torskilda
avgjaldsskipan við ymiskum av
gjøldum á útlát av ymiskum loft
evnum.
Kostnaðurin av eini tílíkari
skipan, millum annað umsiting
arligi kostnaðurin, hevði sannlíkt
verið væl størri enn vinningurin.
Skattanevndin mælir heldur til
at seta í verk jøvn og einføld avgjøld
á nøgdirnar av brennievni, sum
verða innfluttar til landið ella sum
verða keyptar av endabrúkarum.
Ein tílík skipan er lættari at
umsita og rakar helst toluliga væl
veruliga kostnaðin av umhvørvis
dálking og útláti.
Samlaðu avgjøldini á bensin og
serstakliga diesel eru lág í Føroyum
sammett við í øðrum framkomnum
londum.
Skattanevndin mælir til at
hækka samlaðu avgjøldini (punkt
gjald og brennioljugjald tilsamans)
á bensin og diesel upp í 3,50 kr./l og
til at lækka vegskattin á dieselbilar
soleiðis, at vegskatturin verður hin
sami sum fyri bensinbilar. Hetta
merkir, at sonevnda útjavning
argjaldið í vegskattinum verður
strikað.
Nevndin torir ikki av álvara at
mæla til ognarskatt, tí til tess finst
ongin politiskur vilji í Føroyum.
Hinvegin verður mælt til eitt húsa
tænastugjald.
Skattanevndin mælir til, at eitt
húsatænastugjald verður álíknað á
allar privatpersónar, sum eiga eini
bústaðarhús ella íbúð.
Mælt verður til, at húsatænastu
gjaldið verður álíknað á hvørja bú
staðareind sær.
Húsatænastugjaldið kann sam
metast við eitt brúkaragjald, sum
skal fíggja part av útreiðslunum,
sum kommunurnar hava av at
veita ymiskar tænastur í sambandi
við hús og íbúðir.
Húsatænastugjaldið,
sum
skattanevndin mælir til at seta í
verk, fer kortini ikki at fíggja allar
útreiðslurnar, sum kommunurnar
í dag hava av at veita tænastur í
sambandi við hús og íbúðir.
Nevndin mælir til, at húsatæn
astugjaldið verður1000 krónur um
mánaðin fyri sethús og eitt sindur
minni fyri íbúðir.
Hetta er ein partur av tí, sum
nevndin mælir til, men sum nevnt
er onki veruligt fyrireikingararbeiði
til umleggingina farið í gongd.
Kristina Háfoss, landsstýriskvinna við fíggjarmálum, setti eina
nevnd at gera eitt álit um hvussu skatturin kann umleggast.
Skattanevndin mælir til at avjøld og punktgjøld til brennievni verður umlagt.
Valið nærkast, so ongar stórbroytingar verða gjørdar í hesum umfari.