Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-05-15, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 15. mai 2018síða 22

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 16. mai 2018 · Nr. 55 22 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 - Vit hava bundið okkum til at byggja tilsamans 38 íbúðir fyri Bústaðir á Berjabrekku í Havn, sigur stjórin í byggivirkinum Sp/F Buli Vilmund Jacobsen Byggivirkið Sp/F Bulur, sum húsast á Signabø, hevur gjørt avtalu við Bústaðir um, at fyritøkan skal byggja til­samans 38 leiguíbúðir á Berja­brekku í Havn. Talan verður um trý byggi­stig, har 12 íbúðir verða í fyrsta byggistigi, 16 í øðrum og 10 í triðja og seinasta, og tað verða íbúðirnar í triðja byggi­stigi, sum verða tær størstu. Stjórin í Sp/F Buli, Jákup Suni Joensen, sigur, at saml­ aða byggitíðin verður hálvt annað ár. - Sambært avtaluni verð­ ur byrjað at stoypa hin 1. sept­ember, men væl fyri ta tíð fara vit at rigga byggi­ plássið til. STARVSMARKNAÐUR Janus Thomsen nýggjur stjóri í Effo 38 ára gamli, Janus Thomsen, er settur sum nýggj­ur stjóri í føroyska orku­fel­agnum, Effo. Janus Thomsen hevur seinastu sjey árini verið stjóri í Trygd. Hann hev­ ur eisini verið stjóri í lívs­trygg­ingar­felagnum Nordik­Lív, umframt at hann hevur verið markn­ að­arleiðari og leiðari fyri samanløgdu Privat- og Vinnu­deildina hjá Trygd. Janus Thomsen er út­ búgv­in cand.merc. frá Cop­enhagen Business School við ser­grein í markn­ að­arføring, sam­skifti og leiðslu um­framt HA í bú­ skapi og teldu­frøði. Janus Thomsen tekur við stjóra­starv­inum í Effo hin 1. august í ár eftir Niels Juel Nattestad, sum eftir 22 ár takkar fyri seg í hesum starvi. vilmund@sosialurin.fo Ása Olsen er nú fyrisitingarleiðari Heilsuhjálparafelag Før­ oya hevur sett Ásu Ols­en í starv sum fyri­sit­ing­ar­ leið­ara hjá felagnum. Ása Olsen hevur eina breiða út­búgving innan almenna fyrisiting, rokn­ skap, leiðslu, lóg og sum heilsu­hjálpari. Hon hevur haraftrat drúgv­ar leiðsluroyndir sum rakstrar- og fíggj­ar­ leiðari innan fak­felags­ar­ beiði, sum leiðari innan al­menna fyrisiting og sein­astu seks árini sum aðal­skrivari í MEGD, har hon í tøttum samstarvi við starvsnevnd megin­fel­ ags­ins hevur havt dagligu um­sitingina av felagnum um hendi. Við sínum útbúgv­ing­ um og royndum hev­ur Ása Olsen stóran kunn­ leika til føroysku sam­ felagsskipanina og lóg­ ar­verkið, eins og hon hev­ur stóran kunnleika um arbeiðsøkið hjá heilsu­ hjálp­arum, umframt til heilsuútbúgvingina og lóg­arverkið innan út­ búgv­ingina. Sum fyrisitingarleiðari hjá Heilsuhjálparafelag Før­oya skal hon vera við til at flyta felagið enn long­ur fram á leið. vilmund@sosialurin.fo Christina Ravnsfjall skal menna barnafótbóltin Hin 1. juni byrjar 37 ára gamla Christina Ravns­ fjall í starvi hjá Fót­ bólts­sambandi Føroya. Enda­málið við starvinum verð­ur at fáa fleiri børn og ung at spæla og venja fót­bólt og at menna ”grass­ roots” fótbóltin sum heild í Føroyum, sum Fót­bólts­ sam­band Føroya tekur til. Christina Ravnsfjall er útbúgvin námsfrøðingur og motorikvegleiðari, og seinastu seks árini hevur hon verið venjari hjá nøkr­um av gentuliðunum hjá 07 Vestur. - Eg havi fleiri hugskot til, hvussu hetta starvið skal røkjast, og eg fari at gera mítt til, at FSF, sam­ an við feløgunum kring landið, fara at síggja ein vøkstur í talinum av børnum og ungum sum venja fótbólt, sigur Christ­ina Ravnsfjall við fsf.fo. Hon er ógvuliga spent til nýggju avbjóðingina, og hon ivast ikki í, at starvið hevur við sær nógvar fjøl­ broytt­ar og spenn­andi upp­ gávur. - Eg gleði meg at koma í gongd, sigur Christina Ravns­fjall. 25 umsøkjarar vóru til starvið hjá Fót­bólts­sam­ bandi Føroya. vilmund@sosialurin.fo ERT TÚ OKKARA NÝGGJA SØLUFÓLK? Vit søkja eftir einum sølufólki til okkara kundar í føroysku autovinnuni. Tú fært í samstarvi við sølustjóran ábyrgdina av søluni av okkara vørum og konseptum til bæði núverandi og nýggjar kundar. Sum sølufólk í autovinnuni vitjar tú m.a. persónbila- og lastbilaverkstaðir, plátusmiðir / autolakkerarar o.l. Hvussu er arbeiðið? Sum koyrandi sølufólk vitjar tú okkara kundar har tú: • mennir samstarvið við núverandi kundar • leitar upp nýggjar kundar og sýnir fram okkara vørur og konsept • ger ætlanir um tínar kundavitjanir • gert uppfylgjandi arbeiði við fyrispurningum, bílegging og tilboðum Hvør ert tú? Tú ert klárur til eina karrieru sum sølufólk hjá okkum um tú: • ert ágrýtin og áhaldin • ert álitisvekjandi og kanst skapa viðvarandi kundarelatiónir • ert søluorienteraður Søluroyndir er ikki ein treyt, men kann verða ein fyrimunur. Hvat bjóða vit tær? Vit bjóða tær eitt starv, sum er fjølbroytt við einum sjálvstøðugum gerandisdegi í einari professionellari fyritøku í vøkstri. Fyri at hjálpa tær til framgongd í starvinum hjálpa vit til við: • nágreiniligari introduktión og upplæring • leypandi praktiskari útbúgving, har tú mennir teg sum sølufólk • løn í mun til avrik eins og pensiónsskipan • firmabil, telda/teldil og fartelefon Vit síggja fram til at hoyra frá tær! Vit hava samrøðurnar mikudagin 23. mai og hósdagin 24. mai 2018 í Tórshavn. Samrøðan verður á donskum, tí luttøka er av fólki frá Würth Danmark. Vit skulu móttaka tína umsókn elektroniskt og á donskum. Sí meira á in.fo undir starvslýsingar. Umsóknarfreist: 17. mai 2018 Starvssetan: Sum skjótast Starvsøki: Føroyar Meira upplýsingar við at venda sær til: Claus V. Christensen, sølustjóri, 22 50 17. Sølufólk Leggur orku í íbúðarbygging