Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-05-15, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 15. mai 2018síða 27

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

27 Mikudagur 22. oktober 2014 · Nr. 120 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mikudagur 16. mai 2018 · Nr. 55 Fuglafjarðar Kommuna Náms frøðingur til Barnalund í Fuglafirði Søkt verður eftir: • Einum námsfrøðingi at arbeiða 30 tímar um vikuna. Starvið er fyribils á vøggustovu. Hvørji eru vit: • Barnalund, er ein samansjóðaður dagstovnur ætlaður 60 børnum í aldrinum 0-6 ár. Stovnurin er skipaður í tvey hús,- við einari vøggustovu og einari barnagarðstovu í hvørjum húsi. Ein felagsgongd/-høll, við fjølbroyttum virksemismøguleikum, bindur húsini saman. Uttanumøkið hjá stovninum er stórt og endurspeglar í stóran mun uppruna lendið og bjóðar inn til ymiskar avbjóðingar. Vit sóknast eftir starvsfólki: • ið hevur umsorgan fyri børnunum. • ið bæði kann arbeiða sjálvstøðugt og í toymi. • ið er týðilig í samskifti og leggur dent á gott samstarv. • ið hevur arbeiðsroyndir, sum kunnu nýtast í dagliga arbeiðinum. • ið er eldhuga og konstruktivt. • ið sær møguleikar fram um mørk. • kunnleiki og royndir til Karlstad-modellið og Tekn til talu kann vera ein fyrimunur. Vit kunnu bjóða tær: • fjølbroyttar arbeiðsuppgávur. • eitt starv, har tú kanst nýta tínar dygdir, hava ávirkan og samstundis menna teg sjálvan. • sernámsfrøðiliga ráðgeving. • møguleika at tilogna tær vitan og kunnleika til Karlstad-modellið og tekn til talu. Setanartreytir: Løn eftir sáttmála millum Føroya pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið. Um námsfrøðingur ikki søkir, kann starvið verða fyribils sett við hjálparfólki. Nærri fæst at vita um stovnin og um starvið við at venda sær til leiðaran í Barnalund Leilu H. Hansen á tlf. 238031. Umsókn saman við prógvi og møguligum viðmæli/- um, skal sendast til býráðsskrivstovuna: Ennivegur 38, 530 Fuglafjørður ella umvegis teldupost á info@ fuglafjordur.fo, í seinasta lagi mánadagin 11. juni 2018 kl. 12.00. Fuglafjarðar kommuna Ennivegur 38, 530 Fuglafjørður info@fuglafjordur.fo UMHVØRVISGÓÐKENNING Umhvørvisstovan hevur hin 19.04.2018, sambært løgtingslóg um umhvørvisvernd, góðkent: Skjótivøllin hjá Eysturskot í Leirvík. Góðkenningin er almenn og kann síggjast á Umhvørvisstovuni og á www.us.fo. Avgerðin kann kærast til landsstýrismannin í umhvørvismálum. Møgulig kæra skal innan 4 vikur sendast til: Umhvørvisstovan, Traðagøta 38, FO-165 Argir ella til us@us.fo Útskiftingarnevndin fyri Kvívík hevur á fundi 27. mars 2018 viðgjørt kæruna um góðsku- metingina av jørðini. Nevndin staðfesti góðskumetingina, ið var løgd fram á útskift- ingarfundi í Glæmuni í Kvívík 8. februar 2018 við hesum broytingum: Kunngerð frá útskiftingarnevndini fyri Kvívík matr.nr. 148a lutur nr. 737 broyttur til 30 % matr.nr. 173a lutur nr. 1002 broyttur til 30 % matr.nr. 234a lutur nr. 1250 broyttur til ovara helvt óvelt 30 % og niðara helvt velt 60. matr.nr. 424 lutur nr. 688 broyttur til 0 % matr.nr. 421 lutur nr. 987 broyttur til 0 % Eftir §51 í lóg nr. 147 frá 27. mars 1939 um útskifting við seinni broytingum verður góðskumetingin latin til serskilda ákæru. Kort og eigaralistar liggja frammi á kommunu- skrivstovuni í Kvívík og á Umhvørvisstovuni. Dagførd metkort eru at finna á kortal.fo. Kærufreistin er 3. mánaðir frá 14. mai 2018 at rokna. Møguligar kærur skulu vera skrivligar og stílast til Yvirútskiftingar- nevndina, Sorinskrivarin, C. Pløjensgøta 1, postboks 28, 110 Tórshavn. Kærur skulu vera Sorinskrivaranum í hendi í seinasta lagi tann 14. august 2018. Eigarar hava møguliga at seta fram ynski um hvar teir vilja hava sína jørð lagda. Eisini hava eigarar møguleika at seta fram ynski um broyting av garðahaldi. Ynskini skulu sendast til Útskiftingarnevndina innan 3. september 2018, Traðagøta 38, postboks 2048, 165 Argir ella á us@us.fo Arnold Thomassen, útsk. form. Umhvørvisstovan, Traðagøta 38 Postboks 2048, 165 Argir, tel 342400 us@us.fo · www.us.fo Frá Kollafjarðar Arbeiðarafelag Áður lýsti aðalfundur felagsins verður leygardagin 19. Mars kl. 16:00 í húsum felagnum. Skrá sambært viðtøkum felagsins. Nevndin av.fo Stuðul til uppi­ haldspening fyri fyrra hálvár 2018 ­ umsóknarfreist Umsókn um stuðul til uppihaldspening fyri fyrra hálvár 2018 saman við kvittanum fyri goldnum barna- ella hjúnafelagagjøldum, skal vera Almannaverkinum í hendi í seinasta lagi 5. Juni 2018. Kvittanir skulu eisini vísa, til hvønn barna- ella hjúnafelagagjøld eru goldin. Um goldið er til TAKS, er ikki neyðugt at lata inn kvittanir. Sambært lóg um stuðul til uppihaldspening verður stuðulin útgoldin seinast í juni og desembur. Umsóknir móttiknar aftan á 5. juni 2018 kunnu ikki væntast at verða avgreiddar fyrr enn í desembur 2018. Verður søkt fyrstu ferð, skal avrit av gjaldsavgerð um barna- ella hjúnafelagagjald frá Ríkisumboðnum ella samsvarandi útlendskum myndugleika sendast inn saman við umsóknini. Stuðul verður ikki veittur, um bert er álagt at gjalda kr. 12.996 árliga. Stuðul verður tí ikki veittur umsøkjara, sum bert rindar vanligt barnagjald til eitt barn. Umsóknarbløð kunnu heintast á heimasíðuni hjá Almannaverkinum. Á heimasíðuni hjá Almannaverkinum undir familja og børn er meira at lesa um stuðulin. Freist fyri stuðli 2017 Fyri at fáa stuðul til upphæddir goldnar í 2017, skal umsókn vera latin inn í seinasta lagi 1. juli 2018. Verður umsóknin latin inn seinni, fellur rætturin til stuðul av goldnum upphæddum 2017 burtur. Frávik kann ikki gerast frá freistini. Tað er tí sera umráðandi, at umsóknin verður latin inn rættstundis”