Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-05-15, síða 29
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 15. mai 2018síða 29

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

29 Mikudagur 22. oktober 2014 · Nr. 120 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mikudagur 16. mai 2018 · Nr. 55 Menningarkvotur Við hesum verður alment lýst eftir umsóknum til menningarkvotu. Tøka nøgdin til menningarkvotur 2018 er: • Svartkjaftur: 41.912 tons • Makrelur: 8.749 tons • Norðhavssild: 7.510 tons Freistin at søkja er mánadagin 28. mai 2018 kl. 12. Umsóknir skulu sendast til Fiskimálaráðið, Yviri við Strond 15, postrúm 347, FO-110 Tórshavn ella um teldupost til fisk@fisk.fo. Ein umsókn um menningarkvotu skal sum minstamark hava hesar upplýsingar: 1. Umsóknin skal nágreiniliga lýsa eina menningarætlan. 2. Í hvørjum øki ella økjum í landinum verður menningarætlanin framd. 3. Nøgd av fiskaslagi ella fiskasløgum søkt verður um, eins og áramál. 4. Hvussu kann menningarætlanin skapa virðisøking, virksemi, arbeiðspláss, førleikamenning og inntøkur í ávísa økinum ella økjunum, sum ætlanin fevnir um. 5. Virkis- og fíggjarætlan. Harundir hvussu kvotan er ætlað at verða nýtt og virðisøkt frá veiðu til hagreiðing, virking, sølu, marknað. Menningarkvota kann latast fyri 1 ár, 2 ár, 3 ár ella 4 ár. Av samlaðu nøgdini fyri hvørt fiskaslag skal í minsta lagi ¼ av tonsunum latast fyri 1 ár. Metingarnevndin, ið viðger og ger niðurstøðu um umsóknirnar, kann seta seg í samband við umsøkjara við umbøn um fleiri upplýsingar ella annað tilfar enn tað, ið latið er við umsóknini. Menningarkvoturnar kunnu eftir umsókn játtast til persónar og feløg, ið lúka treytirnar um ognarviðurskifti og at vera heimahoyrandi í Føroyum, sambært nýggju lógini um fyrisiting av sjófeingi. Sí § 5, stk. 1 og §§ 6, 7 og 9 í løgtingslóg um fyrisiting av sjófeingi frá 18. desember 2018. Ásetingar um virkisøki, menningarkvotur, mannagongd/treytir og metingarnevnd eru lýstar í kunngerð nr. 74 frá 9. mai 2018. Nærri upplýsingar annars fáast við at venda sær til Fiskimálaráðið, til Hera Joensen, fíggjarleiðara, telefon 55 32 12 / t-post heri. joensen@fisk.fo ella Hans Ellefsen, ráðgeva, telefon 55 32 46 / t-post hans.ellefsen@fisk.fo Fiskimálaráðið Fiskimálaráðið er eitt av átta stjórnarráðum í landsfyrisitingini, ið veitir landsstýrinum ráð, tryggjar haldgott grundarlag og ger hugskot til veruleika. Í Fiskimálaráðnum starvast 16 starvsfólk. Umsitingarøkið fevnir um fiskivinnumál, fiskiveiðieftirlit, fiskirannsóknir og –gransking, inntøkutrygd fiskimanna, hvalamál, búnaðarmál, bjarging, tilbúgving og trygd. Alt á einum stað Vit útinna allar uppgávur í sambandi við eina jarðarferð frá byrjan til enda • Kistur • Sangir, blómur og kransar • Sangarar (í Tórshavn) • Ervi • Líkflutningur til og úr Føroyum • Líkbrenning (Kremering) Tel. 51 17 23 www.gravarhjalp.fo Tel. 320 320 · www.petri.fo Ókeypis kanning av protesum Nýgerð, umvælingar og eftirlit av tannprotesum Tað er ongantíð ov seint at fáa smílið aftur Sosialurin 341800 KUNNGERÐ Við heimild í §6 í løgtingslóg nr. 13 frá 21. mai 1954 um býarskipanir og byggisamtyktir við seinni broytingum, verður við hesum gjørt kunnugt, at Vága býráð á fundi tann 14. maj 2018 samtykti at broyta býarplanin fyri Vága kommunu fyri sethúsaøkið við Olivarsveg og Dagmarsgøtu í Miðvági soleiðis, at matr. nr. 128d, 190g og partur av matr. nr. 12c, 287, 295a og litra ‘am’ í Miðvági verða broytt til B5-øki: sethúsaøki - serstøk byggisamtykt. Tilfar, sum lýsir broytingina, liggur frammi til alment eftirlit á býráðsskrivstovuni í arbeiðstíðini frá mikudegnum tann 16. maj 2018 til hósdagin tann 06. juni 2018, báðir dagar íroknaðir. Møgulig broytingaruppskot ella mótmæli skulu skrivliga verða býráðnum í hendi í seinasta lagi mikudagin tann 27. juni 2017. Vága býráð DREYMASTARVIÐ FINNUR TÚ Á