Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-05-17, síða 32
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 17. mai 2018síða 32

‹ fyrra síða allar 32 síður

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 18. MAI 2018 SOSIALURIN 56 32 H elt, eg skuldi kanna hatta har lækna­ lyftið, sum av og á hevur verið uppi og vent, nú komm­unu­læknar ætla í verk­fall, uttan tó at bróta lyftið. Eingin fjølmiðil hevur, tað eg havi sæð ella hoyrt, sagt, hvat stendur í hesum lyfti, sum ivaleyst er tað sama her í Føroyum sum í Dan­mark. Onnur Norðurlond brúka okkurt annað. Har stendur einki um pengar. Ikki eitt orð. Men læknarnir vilja heldur ikki hava fleiri pengar, skilst, men færri sjúkl­ingar og meira frítíð. Læknalyftið, tað er gamalt, frá 1815, sigur okkurt um ikki at gera mun á ríkum og fátækum og um tagnarskylduna. Læknalyftið er, á donsk­um sjálv­andi: ”at jeg ved mine for­ retn­inger som prakt­iserende læge stedse skal lade det være mig magt­på­ligg­ende, efter bedste skønn­ende at anvende mine kund­ skab­er med flid og omhu til sam­ fund­ets og mine medmenneskers gavn, at jeg stedse vil bære lige sam­vittig­hedsfuld omsorg for den fatt­ige som for den rige uden persons anseelse, at jeg ikke ube­ føjet vil åbenbare, hvad jeg i min egen­skab af læge har er­faret, at jeg vil søge mine kund­skaber frem­ deles ud­videde og i øvrigt gøre mig bekendt med og nøje efterleve de mig og mit fag vedkommende anordninger og bestemmelser.” Greið orð, hóast gomul. Kanska koma pengarnir inn har, sum sagt verður mine forretninger. Ella hugsaðu læknar tá í 1815 ikki so nógv um peng­ ar. Hatta var so tað, læknalyftið, sum viðhvørt er havt á munni í hesum døgum. Hvussu nógvar borgarar, sum fólk nú eita, skuldi hvør komm­ unu­lækni hava? 1600, haldi eg. Draga vit so hypo­ kondrikarnar frá, hvussu nógv eru so eftir? Okkurt um helvtin. Rætta talið er tí 3200. Men sig ikki tað við ein kommunulækna, tí so er samdøgrið ov stutt og lønin alt ov lítil. 3200 borgarar í part. Nú eitur einki fólk longur, men vit eru øll vorðin borgarar. Fyrimyndin er, ja, sjálvandi, donsk. Tað er nógv tignarligari at vera borgari enn bara at vera fólk. Tað eru øll. 3200 borgarar geva 16 komm­ unu­læknar í Føroyum og har­aft­ ur­at nógv fleiri pengar í part. Tað er rættiliga avgerandi. Latið okkum tosa um okkurt annað, Øll onnur tosa um sjúkur og læknar. Vit kunnu tosa um lombini, sum koma um veturin, vit kalla vár her í Føroyum. Global sokallaða upp­ hitingin leingir veturin hvørt ár. Men tey royna sum frægast, lomb­ini, at bjarga sær. Nógv doyggja tó, fingu vit at vita fyrr í vet­ur. Men lembingin kann ikki bíða til í juli, tá okkurt, sum líkist vári, er, várlíki. Annars kann eg bara tiga, tí eg havi ikki seyð. Tað er bæði nógv lætt­ari og bíligari at keypa kjøt í handlunum. Eitt kjøtstykki við hand­taki. Annars eru ikki so nógvir djóra­ lækn­ar í Føroyum, eg hugsi um 70.000 seyðir og nógv heima­djór og nógvar stovuhundar. Skuldu so ikki verið nógv fleiri djóralæknar í Føroyum at umsita vælferðina hjá djórum? Menniskjan er eisini eitt djór, vilja summi vera við, tey ógudiligu, so kanska... Hini siga, at Gud skapti mannin, sjálvandi mannin, fyrst sum hann, hann, var, Gud. Hann skapti borg­ aran. Gud er ongantíð sjúkur, ella hvønn kommunulækna hevur hann? Telur hann eisini við sum borg­ari? Annars er, sambært summum gudiligum borgarum, ikki brúk fyri læknum. Tað kann ein trúboðari orðna við at leggja hondina á heysin á borgarum og hála í annað bein teirra. Ókeypis fyri Heilsutrygd og kommunurnar. Og fyri borgaran, sjálvandi. Hví ikki spara nógvar milliónir krónur og gagnnýta hendan møguleikan? Tað eiga vit at gera, sjálvandi. Hatta eru okkara pengar, borg­ar­ anna pengar. Og kommunan flaggar fyri borgarum, sum drepa børn. Óført. Pengar eru (næstan)ikki alt Høgni Djurhuus fekk Móðurmáls­ virðislønina 2012 13 tattovørar á Tattfest um viku­skiftið Hevði tú kunna hugsað tær eina tattovering ella báðar tvær? So er ríkur møguleiki fyri tí hetta vikuskiftið. Tí eins og siður er í mai mánaði, er Tattfest á skránni hetta vikuskiftið. Sjónleikarhúsið er karmur um árliga tiltakið, har tattovørar úr øllum heimsins heraðshornum leita til Føroya við æviga-blekkinum í hondini. Hesaferð eru tey 13, sum leita sær í Sjónleikarhúsið og aftur hesaferð er tað íslendski Fjølnir Geir Bragason, sum hevur tattoveringsverksmiðju í Føroyum saman við Terja Skibenæs, sum stendur á odda. Tey 13, sum koma til Føroya, eru serkøn innan ymisk øki, eitt nú aquarelle, portrett, black work og mangt annað. Her kemur eisini ein tattovørur, sum tattorverar uttan maskinu, ein sonevndur hand-poker. Tey hava øll vunnið hópin av heiðurslønum uttanlands, og hava eisini møgu­ leika at vinna heið­ urslønir her í Før­oyum hetta viku­skiftið. Før­ oyska lista­kvinnan, Silja Eyst­berg, hevur málað plakatina, og kem­ur at verða í sjón­leikarhúsinum at mála heið­urs­løn­ ir­nar, sum tat­tov­ør­ anir kunnu vinna. Tær eita Best of Day, og Best of Show. Tatt­fest er frígg ja­dagin og leyg­ardagin í Sjón­ leikar­hús­in­um.