Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-05-22, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 22. mai 2018síða 4

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 23. mai 2018 · Nr. 57 4 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Rændur á motorvegnum í Spania - Høvdu teir havt frið og náðir, vóru teir allarhelst farnir við øllum, kanska bilinum eisini, óttast M. C. Restorff. Danjal av Rana M. C. Restorff og konan Mariann vóru fyri einari heldur óhugnaligari hend­ing, tá tey herfyri vóru á ferð í Spania. Tey vóru komin úr Danmark, høvdu koyrt suður gjøgnum Evropa og vóru hendan dagin kom­ in inn í Spania, koyrdu nakað sunn­ an fyri Barcelona. Komin út á motorvegin, ferð­in var høg, sum hon ofta er á megin­ land­inum, varnast M. C., at ein annar bilførari royn­ ir at fáa samband við seg. - Hann veipaði við ørmunum og peikaði eftir bakhjólinum hjá mær. Andlitsbrá hansara bar brá av, at okk­urt var alvorliga galið, og eg tordi ikki annað enn at seta ferð­ ina niður og koyra út í neyð­sporið, greiðir M. C. Restorff frá. Hin bil­ ur­in koyrdi eisini út til síðuna og støðg­aði einar 50 metrar longri frammi. Vildi hava konuna úr bilinum - Eg fór so úr bilinum, og maðurin var skjótur at koma at hjálpa mær. Hann peikaði óført á hjólið og royndi at greiða frá, hvussu tað hevði háttað seg, meðan eg koyrdi, sig­ur hann. Mariann bleiv sitandi í bilinum eina løtu, men skjótt sendi tann fremmandi boð eftir henni og bað hana eisini koma at hjálpa. - Her var vist brúk fyri øll­ um góðum hondum fyri at loysa trupul­leikan. Hon skuldi halda eini pumpu, meðan eg og fremm­anda­ mað­urin sótu við rygginum til bilin og royndu at skumpa undir hann, greiðir M. C. frá. Og so, líka brádliga sum bilurin var komin, hvarv maðurin aftur. Eftir standa Mariann og M. C. og undr­ast á, hvat man vera galið við hjól­inum. - Eg fái Mariann at koyra eitt strekki frameftir, so eg fái hugt at hjól­inum sjálvur, men eg varnist einki óvanligt. Vit koma tí til ta niðurstøðu, at vælmeinandi fremm­andamaðurin man hava sæð yvir seg, so vit halda leiðina fram suðureftir, sigur fólkakæri sang­arin. Ómiskunnsami samverjin Sum tey koyra, byrja tey tó at fáa ill­gruna um, at kanska hetta ikki var ein vinarligur samaritani, sum hevði hjálpt teimum. - Illgrunasom hugdu vit inn í handskarúmið á bilinum og har fingu vit sjón fyri søgn. Mappan var horvin. Ein ryggsekkur, sum stóð á dúrkinum aftanfyri setrið, var eisini burtur, sigur M. C. Allarhelst hevur fremm­anda­ mað­urin havt onkran hjálpara við sær, sum hevur stolið lutirnar, með­ an tey vóru upptikin av hjólinum. - Tí var tað, at tað var so týdn­ ingarmikið at fáa Mariann út úr bilinum eisini. Høvdu teir havt frið og náðir, vóru teir allarhelst farnir við øllum, kanska bilinum eisini, ótt­ast hann. M. C. og Mariann fegnast tó um, at skaðin ikki var størri enn tað sama. - Tað var ikki tað nógva í mapp­ uni, gjaldskort og nakrir dansk­ir hundrað­krónuseðlar. Í rygg­sekk­in­ um vóru heldur ikki nakr­ir virð­is­ lutir, so úrtøkan hjá tjóv­unum var lítil hesaferð. Gjalds­kort­ini fingu vit eisini sperrað, áðrenn tjóvarnir fingu gjørt sær dælt av teimum, sig­ur hann. Tey gjørdust ikki sørt skelkaði, tá tey skiltu, hvat hevði hent teim­ um, men M. C. takkar kortini Gudi fyri, at einki verri hendi. - Tíbetur var eingin harðskapur við í ráninum. Vit byrjaðu hvønn dag túrin við eini bøn um varð­ veitslu, og hóast tað ikki bjargaði okk­um frá at enda í klørnum á hes­um tjóvunum, so eri eg vísir í, at Harrin lagaði alt so væl, og ong­in skaði stóðst av hendingini og at hvøkkurin ikki spilti okkum feriuna. Ein kundi jú ímynda sær, at onkur hótti okkum við knívi ella revolvara. Ein kann kanska siga, at tíbetur varnaðust vit ikki, at vit blivu rænd, tí so kundi støðan kanska brádliga tikið eina harðliga vending, sigur M. C. Aðrir føroyingar uppliva tað sama Orsøkin til, at hann velur at siga søg­una, er at ávara onnur móti hes­ um vandanum. - Hvør okkara fer ikki at steðga bilinum, um onkur ávarar um, at okkurt er galið við hjólinum? Eg kann fegnast um, at fyri okkara við­komandi spældi alt kortini væl av, men enn betur er, um onnur ikki skulu uppliva hetta sama, sigur hann. - Á løgreglustøðini í Spania søgdu tey, at slík rán vóru ein stór­ ur trupulleiki fyri nøkrum árum síð­ani, men løgreglan hevði brúkt nógva orku upp á at minka um tey, og tað hevði eydnast. Seinastu tíð­ ina høvdu teir kortini fingið fleiri slík­ar fráboðanir aftur, so neyðugt er at ansa sær. Vit hava eisini hoyrt frá øðrum føroyingum, sum hava upp­livað tað sama, enntá á miðjari nátt, sigur M. C. - Hjá okkum er skaðin hendur, tí­ betur var hann ikki so stórur, men vónandi kunnu vit forða fyri, at onnur enda í somu støðu við at siga okkara søgu, sigur M. C. Restorff.